Framsókn hevur almannakunngjørt enn eitt valevni til komandi løgtingsval. Hesaferð er tað ein av stigtakarunum hjá flokkinum, Hanna Jensen, ið boðar frá, at hon stillar upp aftur til komandi val.
Hanna er útbúgvin M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum. Hon starvast sum studentaskúlalærari og er eisini lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy. Hanna Jensen er býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Mentanarnevndini, varatingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Haraftrat er Hanna franskur konsul í Føroyum.
Hanna Jensen endaði nummar trý á listanum hjá Framsókn við seinasta løgtingsval við 210 atkvøðum, og hevur fleiri ferðir tikið sæti á tingi seinastu fýra árini, sum varakvinna hjá Pouli Michelsen og Janusi Rein, tað tíð hann enn var í Framsókn.