Stjørna yvir nátt

Samantha Fox greiddi í gjár Rás 2 frá, hvussu tað var at gerast heimsstjørna sum 16 ára gomul.

Samantha Fox, sum millum annað sang stórhittið Touch Me í 80'unum, verður í ár at hoyra á Voxbotn í Tórshavn.

 

Í hesum sambandi hevði Rás  2 eina longri samrøðu við hana  í gjár. Í samrøðuni sigur hon, at hon gleðir seg at koma til Føroya, at vinfólk hennara vitjaðu í Føroyum, tá sólarmyrkingin var, og at hon hevur hoyrt nógv gott um Føroyar. Hon undrast á, at tað ber til at hava eina so lítla tjóð, við undir 50.000 íbúgvum, tí hon metir sjálv, at Ongland, við sínum 64 milliónum íbúgvum, er ein lítil tjóð.

 

Hon tosar eisini um, hvussu tað var brádliga at gerast kend um allan heimin, tá hon einans var 16 ára gomul.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.