Samstundis sum tosað verður um, at øl og vín átti at verið selt í handlum í Føroyum, er uppskot frammi í Íslandi um, at “Ríkið” har skal missa einkarrættin at selja sterkt.
Tey, ið eru ímóti uppskotinum um, at rúsdrekka- og tubbakssøla ríkisins skal missa einkarrættin, vísa á, at tað vildi verið ein hóttan ímóti bæði vælferð og almennari heilsu í Íslandi.
Millum annað hevur ein minniluti í løgmálanevndini hjá Altinginum arbeitt hart ímóti, at einkarrætturin skal verða tikin av, so rúsdrekka kann seljast aðrastaðni enn hjá einkarsøluni.
Minnilutin í nevndini vísir á, at bæði serfrøðingar, heilsufelagsskapir og áhugafeløg eisini ávara ímóti at taka av einkarrættin.
Talan er yvirhøvur um eitt umstrítt uppskot, ið hevur bæði viðhalds- og mótstøðufólk í øllum flokkum.










