meira enn viðkomandi, tí hann tekur støði í nøkrum so essentiellum, nevniliga at vit eru tjóð upp á 48.000 fólk hvør fremsta mál má og skal vera at gerast sjálvstøðug tjóð. Og um hetta mál skal røkkast [...] uppskot um, hvussu Norðurstreymur, Vágar og Sandoyggin kunnu økismennast við t.d. skúlatilboðum. Og eru hesi uppskot eins skilagóð og mesta av greinini er. Taki somuleiðis fult undir við at savna fleiri ú [...] ði, bert ein sjómansskúla (í Havn t.d.) o.s.fr. Kanska kann rættvísgerast, at tveir handilsskúlar eru í landinum, tá trýsti á hesar lestrargreinar er so mikið stórt. Kandidatútbúgving innan fiskivinnu
meg sjálvsagt vaknandi-upp-um-náttina-ýlandi, at "Che Tobbi" og "Pinochet Óli" eru blivnir vinir. Kanska havi eg misskilt, hvør Tobbi er. Tað, eg sipi til, er sjálvandi fyrst og fremst tað, at teir herfyri [...] til at skipa seg í samfeløg, ið týna skilagóðar politiskar andstøðingar við teirri grundgeving, at hesi eru "ímóti kollveltingini" ella annað slíkt. Hetta hava teir djarvaru av mínum samkyndu brøðrum sannað [...] deyðis. BUKAÐI til deyðis!!! Fólkatingsvalið eftir fekk Óli ein fjórðing av atkvøðunum!! Eg má spyrja: Eru føroyingar eitt fólkaslag við heilt øðrum grundleggjandi hugsjónum enn londini, føroyingar annars plaga
ein stórur partur av tí inntøkugrundarlagi, ið ber landinum uppi. Her býr gott fólk, sum hevur prógvað, at møguleikar eru at menna okkum aftur, sama hvussu stórt hóttafallið er. Her hava nógv hugsað um [...] fríggjadagin, at fyrireika okkum til hesar samráðingarnar. Og eg hugsi, at tað eru mong við mær, sum fegnast um, at vit nú loksins eru komin so langt, at hettamál, sum hevur elvt til so stóran skaða í Føroyum [...] eftirspurdir ? komu inn undir grundlógina, ger ongan mun tjóðskaparliga. Føroyingar vóru og eru enn eitt egið fólk. Til tess at røkka málinum verða vit viðhvørt noytt til at spreingja teir karmar, sum er
litirnir standa fyri og lýstu ta uppgávu, tað skuldi hava fyri land og fólk. Luturin varð symboliseraður og tey virðini, sum flaggið fekk í hesi tilgongdini, hava síðani hava verið hildin uppi og vird millum annað [...] havt eitt flagg saman við teimum, sum vit í løtuni eru saman við? Sagt verður, at ríkisfelagsskapurin skal verða ein felagsskapur millum trý lond, sum eru javnsett. Hvat hevði tá verið meira natúrligt enn [...] Tað eru í dag 65 ár síðani Merkið gjørdist føroyska flaggið. Henda 65 ára dag kundu vit litið at longu søguni hjá merkinum, frá tí at Jens Lisberg skapaði tað í 1919 burtur úr krossmerkinum og somu litum
fosturtøkumálum” “Tað er so galið, at fólk runt í Føroyum byrja at tosa um, hvør er “abortlækni” og ikki. Og hetta bara tí, at vit hava so knívskornar læknar, sum antin eru hundra prosent fyri ella hundrað [...] um kvinnuligi klienturin skal fáa fosturtøku ella ikki. Av teimum 20 spurdu eru 16 fyri fosturtøku og fýra ímóti. Tað eru 27 kommunulæknar í Føroyum. Ein vildi ikki úttala seg, meðan tað ikki hevur borið [...] upp til, at avgerðin liggur hjá hvørjum einstøkum lækna, og hesum eru teir spurdu læknarnir eisini samdir í. Hóast fyri ella ímóti eru læknarnir samdir í, at praksis er heilt øðrvísi, enn tað sum lógin
íbúð at húsast í. Allar íbúðirnar eru eins bygdar, men tó eru tað einans íbúðirnar í sambýlinum, ið hava køk. Hetta tí at búfólkini við autistiskum breki sum oftast ikki eru eins væl fyri og tey menningartarnaðu [...] hjá teimum, ið skulu búgva á bústovninum. Øll búfólkini fáa eina íbúð hvør, sum tey so sjálvi koma at innrætta eftir egnum ynski. Ì hesi íbúð er køkur, baðirúm og stova og kamar í einum. Einasti stovnur við [...] jú møguleika at bjóða fólki inn til sín sjálvs, heldur enn inn í eina felags stovu, har onnur fólk eisini eru samstundis, sigur Jóhanna Hansen, leiðari á báðum stovnunum. Búfólkini sjálvi ávirka gerandisdagin
kundi ikki spæla væl av. Har fekk hvør sítt, og serliga løgmaður stóð fyri skotum. Kreppa. Í skundi koyrdi eg út á Argir fyri at vita um tilbar at royna onkra rætting í hesi ungdómligu ekstasuni hjá núverandi [...] sum Jan og hansara fólk bankaðu upp úr eini politiskari missiónstraktat. Nú flytir Sosialurin inn í kjarnuna í høvuðsstaðnum og harvið miðdepilin í landinum. Skilji at ætlaninar eru mangar. Sagt verður [...] hjá Javnaðarflokkinum tímdi at lesa. Hví mundi tað nú ganga soleiðis? Tað finnast menniskju, sum eru avísnarkomanar. Eri eitt av teimum. Ættarbregði. Tað byrjaði í uppvøkstrinum. Bløðini vóru har. Umhvørvið
ein kaffimunn varð farið inn á sjálva alistøðina. Men slík støð eru skjarlig. Ansast má ótrúliga væl eftir smittu, so har slapp ikki hvør sum helst við. Forsætisráðharrahjúnini og myndamaðurin. Saksun Næsti [...] Fiskaaling við Áir, Lónna í Saksun og Kunningarstøðina í Nólsoy. Hesi vóru støðini, forsætisráðharrin vitjaði mánadagin. Umframt at frúan, Lone Dybkjær, eisini fekk høvi at síggja Vesturkirkjuna. So tá [...] helt onkur skemtandi fyri. Danski forsætisráðharrin má dvína fyri Merkinum. Og á vitjan hjá felagi, hvørs nevndarformaður eitur Hoydal. Men úr bussinum komu forsætisráðharrin og tey, sum fylgdust við honum
hartil eru tey komin nú. - Verða fleiri sparingar settar í verk, fari eg mæla øllum sjúkrarøktarfrøðingum til at passa sítt arbeiði og gera tað til lítar. - Men tað tað ber ikki til at slíta fólk í hel [...] m varuga við, at tað verður kravt alt ov nógv av sjúkrarøktarfrøðingunum, tí tey eru ov fá til teir sjúklingar, sum eru. - Summarfrítíðin hevur verið ómetaliga tung at koma ígjøgnum, tí sjúkrarøktarfrøðingar [...] veita eina nøktandi røkt. - Tí dugi eg als ikki at skilja, hvør tað er, sum nú kann sendast til hús, sigur hon. Óluva í Gong sigur, at verða fólk søgd upp, má leiðslan á Landssjúkrahúsinum sjálv taka ábyrgdina
tey gomlu eru í teimum politisku samansetingunum. - Eg var 72 ár, tá ið eg sat í býráðnum í Næstved. Av teimum 21 limunum í býráðnum var eg tann einasti, ið kundi metast sum eitt eldri fólk, og sum tískil [...] tilveran hjá tær ógvuliga nógv, serliga tá ið tú ert komin upp í sjeytiárini, og tað eru heilt onnur ting, ið fáa týdning. Tað eru bert tey gomlu, ið veruliga vita, hvussu tilveran tá er, og tí er tað ógvuliga [...] brúkaranum, sigur Bent Rold Andersen. Fyrimunur at føroyingar ikki eru so tengdir at reglum Danski professarin vísir á, at til dømis eru tað nógv av teimum gomlu, ið ikki hava møguleika fyri at vitja síni