Vit eru alt ov fitt

SPARINGAR Sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum skulu ikki slíta seg upp fyri at spara, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

- Vit eru alt ov fitt!
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur fingið meiri enn nokk av sparingum á Landssjúkrahúsinum.
Aftur næsta ár verður neyðugt at seta umfatandi sparingar í verk á okkara høvuðssjúkrahúsi, og Tummas í Garði, læknastjóri, segði við Sosialin mikudagin, at hann dugir ikki at síggja, at tað slepst undan uppsagnum.
Í ringasta føri verður enntá talan um hópusagnum.
Óluva í Gong dugir ikki at síggja, hvar tað ber til at spara.
Hon dugir heldur ikkki at síggja, at at tað ber til at spara so mikið sum eitt tað einasta starvsfólk burtur, í hvussu so ikki er í sjúkrarøktini.
- Vit hava spart og spart ár um ár. Avleiðingin er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir noyðast at renna skjótari og skjótari fyri at kunna veita eina sjúkrarøkt, sum ikki gongur teirra samvitsku ov nær.
- Vit hava verið alt ov fitt og vit hava bara latið okkum lynda at seta ferðina upp, hvørja ferð, sparingar verða settar í verk fyri framhaldandi at kunna halda røktina á einum nøktandi stigi.

Nógv versnað
Sjálv hevur Óluva í Gong arbeitt á Landssjúkrahúsinum í 10 ár og hon sigur, at bara hesi árini er tað gingið nógv aftur á.
- Tá ið eg byrjaði á Landssjúkrahúsinum, hugsaði eg mangan um, hvussu høgt støðið á sjúkrarøktini var og, hvussu reint tað var allastaðni, aftur ímóti sjúkrahúsum í Danmark.
- Men síðani er støðan versnað nógv. Sjúkrarøktin er enn á einum høgum stigi, men tað er bara tí, at sjúkrarøktarfrøðingar renna fyri lívinum og slíta seg sjálvar upp, fyri at sjúklingarnir ikki skulu ávirkast av teimum áhaldandi sparingunum.
Forkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum sigur, at hon er langt síðani komin til ta niðurstøðu, at nokk er nokk og hartil eru tey komin nú.
- Verða fleiri sparingar settar í verk, fari eg mæla øllum sjúkrarøktarfrøðingum til at passa sítt arbeiði og gera tað til lítar.
- Men tað tað ber ikki til at slíta fólk í hel og tí fari eg samstundis at mæla teimum frá at renna lívið av sær, fyri at kunna varðveita eina virðiliga sjúkrarøkt.
- Tað fáa tey onga tøkk fyri. Einasta takkarløn, tær fáa, er, at so verða enn fleiri sparingar settar í verk, og so skulu tey bara renna upp aftur skjótari.

Alt ov tungt
Óluva í Gong staðfestir, at støðan á Landssjúkrahúsinum er als ikki góð.
- Eg hoyri dagliga frá sjúkrarøktarfrøðingunum á Landssjúkrashúsinum, at arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar, at tað er alt ov tungt at veita eina nøktandi sjúkrarøkt.
Hon sigur, at tey hava fleiri ferðir gjørt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum varuga við, at tað verður kravt alt ov nógv av sjúkrarøktarfrøðingunum, tí tey eru ov fá til teir sjúklingar, sum eru.
- Summarfrítíðin hevur verið ómetaliga tung at koma ígjøgnum, tí sjúkrarøktarfrøðingar hava verið noyddir at renna sum fyri lívinum fyri at kunna veita eina nøktandi røkt.
- Tí dugi eg als ikki at skilja, hvør tað er, sum nú kann sendast til hús, sigur hon.
Óluva í Gong sigur, at verða fólk søgd upp, má leiðslan á Landssjúkrahúsinum sjálv taka ábyrgdina av teimum avleiðingum, tað fer at føra við sær.
Hon vísir á, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hava eina holla útbúgving, sum ger, at tað er lætt hjá teimum at fáa starv uttanlands.
- Teimum nýtist ikki at ganga her. Tað er stórur vandi fyri, at verða umstøðurnar ov truplar hjá sjúkrarøktarfrøðingum og verða teir sagdir upp, flyta teir bara av landinum.

Noyðast at taka støðu
Annars heldur Óluvu í Gong, at nú mugu vit taka støðu til, hvørjar viðgerðir, vit skulu bjóða føroyskum sjúklingum og hvørjar sjúkur, føroyingar ikki skulu fáa viðgerð fyri
Hon staðfestir, at tað verður meiri og meiri neyðugt at ein politisk avgerð verður tikin um, hvørjar tænastur, føroyska heilsuverkið yvirhøvur skal veita.
- Hetta er ein politisk viðgerð, ið vit, sum samfelag, noyðast at hava.
Óluva í Gong vísir á, at í øðrum londum eru yvirskipaðar linjur fyri, hvørjar sjúkuviðgerðir skulu standa borgarunum í boði.
- Á summum økjum fella sjúklingar fyri einum aldursmarki á øðrum økjum fella tey fyri øðrum mørkum.
Her kann leggjast afturat, at í londunum rundan um okkum, hevur verið nevnt, at fólk skulu ikki fáa ávísar viðgerðir, eru tey ov feit ella tey roykja, fyri at nevna tvey dømi.


- Heilsuverkið fer bara at kosta meiri og meiri. Hesar áhaldandi sparingarnar í føroyska heilsiverkinum, við sláimaskinuni, har nógv ymiskt verður skert eitt sindur alla tíðina, er sostatt ikki nøkur gongd leið longur.
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ásannar, at hetta er ein serstakliga torfør viðgerð.
- Men hon er neyðug og eg haldi, at vit skulu hava hana nú, tí tað er ein politiskur spurningur, hvørjar heilsutænastur, vit skulu hava, sigur hon.
Sjálv fæst hon aldrin at siga, at summi fólk, ikki skulu hava rætt til heilsutænastur.
- Hinvegin er tað veruleikafjart at billa sær inn, at vit kunnu bjóða fólki allar tænastur, samstundis sum at vit skulu spara og spara alla tíðina.
- Tí mugu vit hava eina viðgerð, har vit beinleiðis gera ein lista yvir tær viðgerðir, vit hava ráð til at veita.
Óluva í Gong staðfestir, at hetta er sjálvandi ein politiskur spurningur, men hon heldur, at ein slík viðgerð eigur at vera ein fólkslig viðgerð, at almenningurin eisini sleppur til orðanna.