Tað eru í dag 65 ár síðani Merkið gjørdist føroyska flaggið. Henda 65 ára dag kundu vit litið at longu søguni hjá merkinum, frá tí at Jens Lisberg skapaði tað í 1919 burtur úr krossmerkinum og somu litum, sum fløggini hjá grannalondunum.
Tað fari eg kortini ikki at gera, men heldur nevna nakað um tey virðini, sum vit í dag leggja í Merkið, og sum støðugt verða endurskoðað. Eitt áhugavert við teimum er, tey eru skapað í bókmentunum. Bókmentirnar hava m.a. ta uppgávu at eggja hugin og seta gongd á hugsanarsemið, og tað gera tær púra einaveldugt: Tey skaptu Merkið langt áðrenn nakað røktist fyri einum heilt ella hálvt sjálvstøðug-um landi í Føroyum. Síðani hava bæði tjóðveldispolitikarar í fremstu røð og onnur kunngjørt, at nationalstaturin - tjóðarstaturin - er deyður!
Reytt sum blóð og fannahvítt
Beinanvegin Jens Lisberg hevði teknað flaggið, og Ninna Jacobsen hevði seymað tað fyrsta í 1919, fóru fólk undir at fylla meining í tað, geva tí symbolska merking.
Gunnar Dahl Olsen var kvikur at yrkja ein sang, har tær fyrstu reglurnar tilnevna virðini, sum litirnir hava varð-veitt síðani:
Reytt sum blóð og fannahvítt
og blátt sum havsins bylgja.
Hans Andrias Djurhuus arbeiddi víðari við hesi myndini í sanginum, sum varð yrktur árið eftir og sum í dag er "flaggsangur" okkara:
Sjá tú blánar sum loftið og tú
rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og
vetrarins ljóð.
Her eru blóð, himmal og sjógvur, vatn og vetur, løgd í flaggið umboðandi tey fýra grundelementini í heiminum: vatn, mold, eldur og luft. Orðalagið er fyrst kátt, síðani rættiliga hátíðarligt tí sagnorðini standa í tí sjáldsama ynskihátti "Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt".
Í yrkingini "Úr trøllamyrkri í morgunroða" ger Hans Andrias Djurhuus flaggið til symbol fyri tjóðina, sum "skal .. bróta sær rás og veg" og flaggið skal bera boð um, at fólk "kenna land sítt og sjálva seg." Flaggið er nú symbol fyri framtíðina,
Yrkjararnir settu á henda hátt flaggið inn í mentanina. Teir løgdu virði niður í tað, ásettu hvat litirnir standa fyri og lýstu ta uppgávu, tað skuldi hava fyri land og fólk. Luturin varð symboliseraður og tey virðini, sum flaggið fekk í hesi tilgongdini, hava síðani hava verið hildin uppi og vird millum annað á flaggdegnum.
Virði í tilveruni
Men 65 ár er long tíð og so leingi halda eingi symbol sær uttan at verða mett av nýggjum. Tann tilgongdin byrjaði kanska longu í 1942, tá ið Regin Dahl yrkti "Til merkið" á ólavssøku í Keypmannahavn. Regin Dahl gevur flagginum virði, sum ikki eru tjóðskaparlig ella umfata flokkin av føroyingum, men heldur alment persónlig virði: Í hansara yrking skal flaggið verða borið á odda á trimum ferðum: eina ferð aftur til barnalondini, eina ferð út "á havsins ferð", altso lívið, og ta seinastu ferðina "í fedra jørð". Flaggið er hjá Regini Dahl eitt persónligt symbol, stendur fyri eksistentiell virði, virði í persónligu tilveruni.
Hesi seinastu góðu tíggju árini hava vit sæð fleiri aðrar og meira provokerandi endurskoðanir. Myndlistafólkini hava gjørt sítt til at endurmeta hetta týdningarmikla symbol.
Aðrir møguleikar
Á Listasavninum hongur ein mynd hjá Mariusi Olsen, sum kallast "Landslag við flaggstong", har eitt tómt flagg er mitt í eini mynd við útsýni út yvir Havnina við Nólsoynni í baksýni við einum kjarnorkulíknandi skýggi um Høgoyggj. Rundan um hetta motivið er ein bordi við 24 ymiskum flaggdúkum, sum kunnu setast í tað tóma flaggið í myndini. Tað føroyska er ein møguleiki, tað íslendska, danska, grønlendska og finska aðrir, umframt tað japanska og ísraelska, kinesiska Mao-stjørnan, ES-flaggið, týska nazistaflaggið og fleiri afturat. Alt møgulig fløgg, sum kundu verið tað, sum átti at hingið á stongini í myndini. Skuldu vit roynt tað japanska og farið at gingið í kimono og lært okkum fínligan atburð? Ella prísa okkmu lukkulig fyri, at tað ikki er svastikamerkið, sum er flagg okkara, hóast eisini tað er eitt kross- og sólarmerki? Hóast myndin hjá Mariusi Olsen liggur sera nær myndunum hjá víðagitna samiska listamanninum Hans Ragnar Mathisen, er hon hugvekjandi. Samisku myndirnar við tóma flagginum eru gjørdar, áðrenn flaggið hjá samum varð viðurkent í 2003, men myndin hjá Mariusi Olsen er gjørd, meðan vit hava havt flagg okkara.
Rættað danskt
Gløgt er gestsins eyga, siga vit, men ikki minni provokerandi. Eitt nú yrkingasavnið Ophav eftir Ole Wich. Savnið viðger støðuna hjá einum útiseta í Føroyum, yvirskriftirnar á yrkingunum eru á føroyskum, og tekstirnir á donskum. Uttan í eini yrking, sum er føroysk og lýsir, hvussu týdningarmikið málið er hjá einstaklinginum. Sum eitt ekkó úr føroyska orðaskiftinum, sigur yrkingin:
Nýtið móðurmálið
og tú veitst hvør tú ert.
Derfor taler jeg dansk.
Á permuni á savninum er ein mynd av einum donskum flaggi, har reyði liturin hevur breitt seg nakað inn á hvíta krossin. Alt er rættað á permuni sum í eini fyrisøgn, sum lærarin hevur havt á hondum: Ophav er rættað til Upphav. Navnið á høvundinum, Ole, er rættað til Óli. Á flagg-inum er við pílum víst til, hvar flatarnir eiga at vera hvítir, og tvørturum Dannebrog er skrivað, at ein "reyður krossur og bláar strípur mangla". Ein spurningur hetta reisir er, um alt føroyskt er danskt, sum er rættað! Nógv megi verður vissiliga brúkt til at greiða frá at lýsa tað føroyska í mun til tað danska, at tað føroyska er ikki danskt.
Hjólveldi
Eisini Tóroddur Poulsen hevur viðgjørt flaggið. Í yrkingasavninum Villur hevur hann við sínum argandi lag umskrivað fyrstu reglu í sanginum "Sjá tú blánar" hjá Hans Andrias Djurhuus á henda hátt: "Tá tú bráðnar. Blánar. Sjá: hav. Og heiðin himmal." Hann hevur harumframt eins og Marius Olsen og Ole Wich gjørt eina mynd av flagginum. Tað eitt nýtt litografiskt prent, sum fæst Grafiska Verkstaðnum í Gundadali. Myndin vísir eitt føroyskt flagg, har reyði krossurin og bláu rendurnar eru rekkjur av súkklum. Í einum av hvítu flatunum er teknaður ein dansiringur av spøkilsum í myrkamorreyðum troyggjum við silvurknappum á økslini kvøðandi "Føroyingar sum her nú koma saman." Spøkilsisdansiringur við reyðum og bláum hjólhestum rundanum, og myndin eitur "Hjólveldi"!
Mentan og orðaskifti
Tað er gott, at onkur viðgerð týdningarmesta tjóðarsymbolið, viðger tað sum verður lagt í tað og prikar tað andaliga letið, sum hóttir við at gera meira um seg enn gott er. Uttan hesar kerligu og spísku, skemtiligu-álvarsomu viðmerkingarnar kunnu vit valla kalla okkum ein modernaða, mentaða tjóð. Og tað vilja vit vera, uttan mun til hvat politik-ararnir fáa upp í lag.
Felagsfløgg
Hvat um vit gjørdu eitt nýtt flagg? Eingin ivi er um, at Merkið er flagg okkara her í Føroyum, og tað er gott. Men tá ið nú tjóðarstaturin er farin í søguna, hvat so við at havt eitt flagg saman við teimum, sum vit í løtuni eru saman við? Sagt verður, at ríkisfelagsskapurin skal verða ein felagsskapur millum trý lond, sum eru javnsett. Hvat hevði tá verið meira natúrligt enn at havt eitt felags flagg? Eins og Norðurlond hava Svanaflaggið, ES bláa flaggið við 12 gyltum stjørnum í einum rundingi - talið hevur einki við talið á limalondum at gera, men 12 er traditionelt symbol fyri tað fullfíggjaða og heilskapta. USA hava "Stars and Stripes". Og bretar, sum hava eitt flagg sum er sett saman av gomlum enskum, walisiskum, skotskum og írskum fløggum.
Nýggj flaggsøga
So lat okkum í dag byrja eina nýggja flaggsøgu, og nú standa fýra fólk aftanfyri hetta flaggið. Fyri nøkrum døgum síðan kom listakvinnan Astri Luihn við einum uppskoti til eitt flagg, sum skuldi vera ein heild sett saman av pørtum úr øllum trimum fløggunum, tí grønlendska, danska og føroyska. Saman hava vit báðar og Malan Johannesen, sjónvarpskona, skapað hetta felags flaggið. Astri teknaði tað og Katrin Bonde, teaturskraddari, seymaði tað.
Útlegging okkara av myndini er, at okkara bláa fold stígur sum sólin upp úr havi móti tí reyða himmal-inum við tí hvíta kristna krossinum. Soleiðis hava vit varðveitt sólina í tí grønlendska flagginum, tann hvíta krossin í Dannebrog og litirnar reytt, hvítt og blátt í Merkinum.
Vegna okkum tríggjar vildi eg fegin handað Føroya løgmanni hetta fyrsta flaggið fyri alt ríkið at bera fram á árliga ríkisfundinum. Tað átti at veittrað saman við teimum trimum tjóðarfløgg-unum og sjálvandi blaktra uttan fyri ST. Er løgmaður ikki hjástaddur finna vit eitt annað høvi og til tá verður flaggið at síggja á Listasavninum. Geri so væl, nýtt flagg til nýtt orðaskifti.
Malan Marnersdóttir