tórbjørn jacobsen
?????
Allir politiskir flokkar í øllum heiminum sóu tað sum sína fornemstu uppgávu, at hava eina avís koyrandi. Eisini í Føroyum. Vit minnast 14. September, Dagblaðið, Tingakross, Izvestia í Moskva, Fólksins Dagblað í Peking, Gramna í Havanna og so allar tær vinstra sekterisku avísirnar, ið komu og fóru. Meiri eitt slag av kundarøkt fyri limirnar, heldur enn at geva landsins íbúgvum objektivan tíðindaflutning, sum greiddi heldur enn fløkti samfingnu myndina av samfelagnum. Dimmalætting hevur havt eina serstøðu, sum blaðið, ímeðan Sosialurin var tann einasti, sum yvirlivdi skiftið frá at vera ein desiderað partíavís til at vera ein avís, sum onnur enn kjarnuveljarin hjá Javnaðarflokkinum tímdi at lesa.
Hví mundi tað nú ganga soleiðis?
Tað finnast menniskju, sum eru avísnarkomanar. Eri eitt av teimum. Ættarbregði. Tað byrjaði í uppvøkstrinum. Bløðini vóru har. Umhvørvið var ikki serliga sosialdemokratiskt, tað rakk ikki til eitt abonnement, men Sosialurin varð keyptur, tá ið børn hjá javnaðarfólki komu í dyrnar og seldu hann. Hetta var tíðin, tá ið Dam, Danbjørg og Øregaard ráddu fyri borgum. Og Sosialurin kappaðist við aðrar politiskt sekteriskar avísir í landinum. Ivasamt man vera, hvussu stóran týdning hesar avísirnar høvdu fyri flokkarnar, sum fráleið. Í mestan mun konserverandi. "Røttu" boðini komu frá floksleiðsluni út til kjarnuveljaran, sum vísti sítt solidariska sinnalag, tá ið hann keypti floksins rødd, líkamikið hvør ið flokkurin annars var.
Partíavísirnar gjørdust ein doyggjandi rasa. Redaktørarnir bardust ein heroiskan bardaga, men har gjørdist onki. Knút Wang, Óli Breckmann, Ólavur Michelsen, Erlendur Patursson, Marius Johannessen o.s.fr. Tíðarandin kravdi eitt nýtt konsept. Óheftan tíðindaflutning, soleiðis at lesarin sjálvur kundi gera niðurstøðurnar útfrá skrivaða orðinum. Og løðarsteinurin hjá Sosialinum gjørdist Jan Müller. Í góðari tíð sá hann vandan í gamla konseptinum og var heldur ikki so sosialdemokratiskt tyngdur genetiskt, at hann ikki fekk vent gongdini til tann Sosialin, sum vit kenna ídag.
Hetta umskiftið, og tað at halda fast um kósina, hevur ivaleyst kostað honum mong skursl í sálini. Kenni eg kynið í politikarunum rætt, so hava teir inkarneraðu javnaðarmenninir ikki fýrt fyri at buka hann í høvdið við partabrøvunum, um flokkurin í eini útgávu ikki var raðfestur hóskandi, ella um nú onkur politikari úr øðrum flokki hevði tiltuskað sær eitt ov sjónligt pláss, og tað ringasta var sjálvandi, um onkur komdi sær at tosa ímóti sjónarmiðunum hjá eigarunum. Jan hevur siglt ímillum skerini og hevur megnað ótrúliga væl at hildið fast um kósina, sum hann sá sum hina einastu røttu fyri so nógvum árum síðani. Og upplagið hjá blaðnum í dag er besta prógvið um, at hann hevði rætt.
Seiggi skal til. Hvaðani hann hevur tað, er ilt at meta um. Kanska frá ommuni, Frú Müller, útgerðarkvinna, formaður í Føroya Reiðarafelag, bróðirdóttir ein fyrrverandi danskan forsætismálaráðharra. Abbi mín leigaði eitt skip frá henni undir krígnum, Misteltoe, sum varð søkt av týskum bumbum og mortaraeldi. Og hann helt nógv um hesa megnarkvinnu. Sjálvur lærdi eg henda fryntliga redaktørin at kenna í sjeytiárunum, tá ið vit báðir spældu hondbólt við Neistanum. Hann er nakað eldri, so vit unglingar vandu saman við teimum eldru, og Jan bardist sum úlvur á skóg inni á strikuni. Treivst í marginalinum. Seinni gjørdist hann kendasti billiardspælari í landinum. Men helst vildi hann vera redaktørur. Tað bleiv hann, og við hansara arbeiðssemi, hugskotsorku, idealismu og fantasii verður hann verandi redaktørur so leingi, sum pulsurin slær.
Og hann er ikki bara redaktørur í dagtímunum og frá mánamorgni og til stutt eftir døgurða fríggjadag. Ein vinmaður visti at siga mær, at nú er norska VG størsta avísin í Norðurlondum. Tann heiðurin hevur svenska Expressen annars átt í fleiri mannaminni. Expressen hevur skift leiðslu fleiri ferðir í roynd at fóta sær og vinna tað aftur, sum teir hava tapt. VG hevur havt somu leiðslu í nógv ár. Tað verður nevnt sum ein av orsøkunum og kanska tann týdningarmiklasta av øllum til, at tað hevur hilnast so væl hjá VG. Eingin ivast í, hvør tað er, sum myndar avísina. Soleiðis er tað eisini á Sosialinum. Og tað ber altíð til at fáa fatur á redaktørinum. Sólarringin runt, sjey dagar um vikuna og 365 dagar um árið er hann at hitta. Tað sigur alt.
Havi havt mítt stríð av Sosialinum. Serliga stutta tíðarskeiðið eg sat sum landsstýrismaður í mentamálum. Javnaðarfloksins politiski Benjamin, John Johannessen, var stríggin at fáast við, hann var í krovinum á mær frá morgni til myrkurs. Og tá eg einu ferðina, strongdur, østi meg út eftir tangentunum, var hann so besnissaður at hann setti bandupptakaran frá og brúkti alla forsíðuna dagin eftir til at seta fram eina óredigeraða bandupptøku. Tað kundi ikki spæla væl av. Har fekk hvør sítt, og serliga løgmaður stóð fyri skotum. Kreppa. Í skundi koyrdi eg út á Argir fyri at vita um tilbar at royna onkra rætting í hesi ungdómligu ekstasuni hjá núverandi unga alva Javnaðarfloksins. Teir sótu har sum eitt annað politiskt tribunali, Jústines, Eirikur og John. Greinin stóð á skerminum búgvin at senda. Har var onki at gera. Í tí eg fór á dyr, slepti eg setninginum: Tit vita, hvat hetta kemur at kosta ministaranum. Tá repliseraði Jústines úr Oyndarfirði so sarkastiskt: Tað er ikki hvønn dag, at ein blaðmaður fær skalpin av einum landsstýrismanni. Tað hendi so ikki ta ferðina. Tað skal tó sigast, at Jan Müller var staddur uttanlands, tá ið hetta hendi, og hann hevði harvið onki við málið at gera.
Hatta er farið.
Og Sosialurin er nógv mentur síðani. Serliga hesi seinnu árini. Síðani Fregnir fór í søguna, vildi onkur sagt. Men síðani er blaðið vorðið væl breiðari og er blivið eitt tjakforum, sum vil nakað. Tinghellan har frægastu skribentarnir og kanska heilarnir við í landinum seta fram nakrar greiningar, ið sum oftast breiða seg sum ringar út í samfelagið og elva til tjak millum manna. Ítrótturin. Og ikki at forgloyma tær raffineraðu tekningarnar hjá Óla P., sum eru í heimsklassa. Tað einasta, ið at kalla er eftir av sosialdemokratiskum betongi, er oddagreinin. Sum oftast verður í henni avdúkað, at Javnaðarflokkurin eigur 100% av partapeninginum í fyritøkuni, sum gevur blaðið út.
Havi sjálvur átt nakað væl í eini avís, veit harvið hvussu møðsamt tað er at fáast við. Bæði so og so. Leggi tí heldur onki í, um Javnaðarflokkurin eigur Sosialin, men fyri samfelagið hevði tað kanska verið betri, um flokkurin skeklaði seg burtur úr blaðnum og innkasseraði harðan valuta fyri góðu forætningina, sum Jan og hansara fólk bankaðu upp úr eini politiskari missiónstraktat.
Nú flytir Sosialurin inn í kjarnuna í høvuðsstaðnum og harvið miðdepilin í landinum. Skilji at ætlaninar eru mangar. Sagt verður at bara fantasiurin setir markið, men soleiðis er tað ikki hjá Sosialinum, soleingi hann hevur ein blaðstjóra, sum onki mark hevur í hugrákinum. Skilst at húsið í Vágsbotni meira verður ein kulturradikal institutión heldur enn eitt vanligt blaðhús. Har andin er fríur. Har høgt er til loftið og vítt er til veggja. Har menn og kvinnur úr øllum observansi sleppa til orðanna. Ein mentanarlig, filosofisk og politisk bráðpanna, sum kann lyfta tær andaligu Føroyar eitt vet upp afturat.
Væl gingið Jan Müller. Tú tambaði bogan og rakti føroyska pulsin í solar plexus.