Finnur Helmsdal, løgtingsmaður
Havi verið burturstaddur, og havi tí ikki verið við í nøkrum orðaskifti, hvørki innan- ella uttanfloks, um fyrispurningin, sum Torbjørn Jacobsen hevur sett landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni. Men lat meg siga beinanvegin, at eg haldi fyrispurningin vera meira enn viðkomandi, tí hann tekur støði í nøkrum so essentiellum, nevniliga at vit eru tjóð upp á 48.000 fólk hvør fremsta mál má og skal vera at gerast sjálvstøðug tjóð. Og um hetta mál skal røkkast, má og skal vera samsvar millum tær ovurhonds stóru íløgur vit gera í m.a. infrakerv, samferðslutól, sjúkrahús-, skúla- og aðrar bygningar og so nyttuna og gagnið, sum kann fáast burtur úr hesum. Tað gevur jú ongan meining, at vit bora hol eftir hol, uppi á landi og niðri í undirgrundini, at vit byggja flott sjúkrahús, stásiligar skúlabygningar, um fremsta endamálið við hesum er at gerast persónlig bringuprýði hjá lokalum politikarum ella flokkum. Vit bora og byggja fyri milliardir fyrst og fremst fyri at samskipa okkara ikki so øgiliga stóra land. Fyri at tey ymsu tilboðini á t.d. skúlaøkinum ikki vera eyðkend fyri meiningsleysar dupultfunktiónir men fyri menningarmøguleikar, góðsku og kappingarføri. Tí haldi eg tað er púra rætt, at eitt land við 48.000 fólkum bert hevur ein tekniskan skúla (í Klaksvík t.d.), sum so kann mennast við útbúgvingum upp móti verkfrøðingastøði, bert ein sjómansskúla (í Havn t.d.) o.s.fr. Kanska kann rættvísgerast, at tveir handilsskúlar eru í landinum, tá trýsti á hesar lestrargreinar er so mikið stórt.
Kandidatútbúgving innan fiskivinnu
Tá tað um gymnasialu útbúgvingarnar ræður, dugi eg illa at síggja hvørki fyrimunir ella meining við, at hesar verða nýttar sum eitt av okkara fremstu økismennandi átøkum. Gymnasilau útbúgvingarnar eru í dag so fjøltáttaðar og verða tað í enn størri mun, at tær eiga at verða savnaðar á fáum deplum. Tí gevur tað ikki meining at leggja eina tílíka í t.d. Vestmanna. Hetta skal als ikki skiljast soleiðis, at eg ikki virði og dugi at síggja góðskuna við Fiskivinnuskúlanum. Men hann liggur ov einsamallur í Vestmanna sum gymnasial útbúgving, og er tað neyvan skilagott í dagsins Føroyum at skipa eitt lítið fiskivinnufróðskaparsetur avsíðis í Vestmanna. Tað skilabesta hevði verið, at man kundi tikið fiskivinnu sum sergrein á einum av miðnámskúladeplunum. Tobbi skýtur upp á Kambsdali, og hví ikki tað. So kundu vit ístaðin nýtt ætlaðar íløgur og rakstrarútreiðslur til at styrkja okkara fróðskaparsetur við m.a. kandidatútbúgving innan fiskivinnu. Tobbi hevur í fyrispurninginum uppskot um, hvussu Norðurstreymur, Vágar og Sandoyggin kunnu økismennast við t.d. skúlatilboðum. Og eru hesi uppskot eins skilagóð og mesta av greinini er. Taki somuleiðis fult undir við at savna fleiri útbúgvingartilboð, so sum pedagog-, sjúkrasystra- og læraraútbúgvingina undir Fróðskaparsetrinum. Og skal miðnámsskúlin í Suðuroy sjálvsagt byggjast har, sum eitt samt ting hevur avgjørt at byggja hann, nevniliga í Vági.
Ódámlig persónsálop
Haldi fyrispurningurin hjá Tobba er so mikið skilagóður og viðkomandi, at vit áttu at nýtt grundhugsanina í honum sum frymil fyri, hvussu vit skipa okkara land. Haldi í veruleikanum, at fyrispurningurin er kanska tað mest frameftirlítandi skjal, eg havi sæð í longri tíð. Men heldur enn at ásanna hetta, nýta ávís innihaldið í skjalinum sum høvi til at persónsdálka høvundin. Og tað harmar meg. Og hetta harmar meg enn meira, tí Tobbi hevur allan rættin í tí, sum hann skrivar í nevnda fyrispurningi. Og so er innihaldið í honum, sum Tobbi sjálvur leggur dent á, eitt íkast í orðaskiftið um framtíðina á føroyska skúlaøkinum, og ikki nøkur endalig ætlan sum so.
Míni ráð til tjóðveldisfólk og allar aðrar føroyingar er: Lesið fyrispurningin við opnum sinni. Hugsið síðan um, hvør grundleggjandi hugburðurin í honum er. Roynið síðan at ímynda tykkum, hvussu vit fáast best og mest gagn burtur úr risastóru íløgunum, vit hava gjørt í samferðslukervið o.a. Og leggið tykkum síðan í geyma, at vit, hóast fáment, hava allar møguleikar at gerast fræls tjóð, bert vit hugsa rætt og miðvíst. Og arbeiða rætt og miðvíst.
Tá tit hava gjørt tað, rokni eg við, at tit koma til ta niðurstøðu, at nú kann vera well, og at lokalu gamasjubuksurnar eru vorðnar nakað strammar. Tit ásanna, at nú er tíð, antin til at lata seg úr gamasjubuksunum ella til at klippa tær upp í síðunum. Ja, kanska skulu vit tora at ganga við berum lørum nøkur ár.