ið er, at vit bíða, til dómurin í málinum er fallin. Tá ið vit tosaðu við reiðaran, var hann júst á veg til Havnar at finna út av, hvat best var at gera. Í stuttari samrøðu, vísti hann á, at tað er torført [...] fiskasløg" merkir, og um talan her kann vera um eina ávísa nøgd av makreli. Hann viðgongur, at av teimum 108 tonsunum, sum Atlantsfarið hevur inni, nú skipið liggur í Måløy, er ein ávís nøgd av makreli, sum [...] onga viðmerking til. - Hetta má standa sína roynd, tá ið málið kemur fyri í rættinum, sigur hann. Tað er stívliga eitt ár síðan, at Atlantsfarið varð keyptur úr Skotlandi. Seks mans eru við skipinum, sum
og spurningurin er so, hvørt kollfirðingar eru til reiðar at gera sær dælt av hesum. Kyndil favorittur Í Havn verður aftur hesa ferð ein grannauppgerð, tá Kyndil og H71 dystast. Her er einki at ivast í [...] skránni hetta vikuskiftið, og fyri summar av leikarunum kann hetta helst gerast hampuliga strævið. Tað er kanska serliga VÍF, sum kennir sviðan av hesum, men teir skulu so vera til reiðar, tá KÍF bjóðar teimum [...] stuttir. Skal eitt líkinda úrslit spyrjast burturúr hesaferð, so krevst í øllum førum, at stríðsviljin er til staðar.
avgerandi fyri nógvar samgongusamansetingar. Hetta er spell, tí tá samanumkemur er uppskot javnaðarfloksins til eina sjálvstýrislóg tað mest realistiska.. Tað er tað, sum eigur størstu undirtøku í fólkinum. [...] samgongu, sum liggur mitt ímillum báðar mótpólarnar, tjóðveldi og samband. Her verður hugsað um A,C,D og H. Slík samgonga er kanska mest í samsvar við ynski veljarans um meiri sjálvstýri men ikki loysing [...] samgongu heilt uttan um fólkaflokkin. Her verður hugsað um CDE (og H). EFTIR okkara tykki vil tað einki minni enn valdsmisnýtsla, um vit fáa eina borgarlig samgonga. Hetta er ikki tað, ið veljarin ynskir. Hinvegin
gerast størst, men í dygd er eingin kapping at hóma. Umhugsa kósina - Eg meti, at rættast er at finna aftur til stig fyri stig politikkin. Vit eiga at byrja at gera fullveldi her heima á landi og ikki í [...] Landsfundur Sjálvstýrisfloksins er um vikuskiftið. Ein, ið fegnast um ábendingarnar um, at í fullveldismálinum verður lagt á varligari bógv, er formaðurin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Jan Asbjørnson Joensen [...] samgonguni. Jan A. Joensen avvísir ikki, at so er og at neyvan øll sjálvstýrisfólk eru glað fyri førda samgongupolitikkin. - Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum, so er spurningurin, um ein lítil meiriluti skal
hækkandi oljurpísirnar. Nú er ikki at stinga høvdið í sandin! Vit mæla ikki til at fara aftur til studningsbúskapin, men okkurt er at gera og her má handlast skjótt. Tað er ov seint at fara til verka, [...] marknaðarbúskap. Hetta er rætt, um vit bert hugsa um studningin. Studningurin hvarv og prísásetingin á ráfiski gjørdist frí - í hvussu so er á pappírinum. Hvussu frí hon annars er kann diskuterast, men [...] uppá 100 dollars fyri tunnuna, sigur landsbankastjórin. Er ikki ov seint at umhugsa kreppufyribyrgjandi politisk tiltøk, tá hetta er hent? Hetta er eitt sera vandamikið og ótespiligt politiskt mál, men
gott, varð mett, og tí er MBM farið upp í hetta samstarvið, sum nú er fingið við Ísland og Grønland. Gunnar Á. Gunnarsson stjóri á Íslendska kanningarstovninum TÙN, segði, at tað er heilt natúrligt, at [...] føroyingar eta mest, er kanska seyðakjøt. Og tað er sanniliga vistfrøðiligt, helt stjórin á Royndastøðini, Peter Haahr. Verri stendur til við mjólkini, helt hann, og ásannaði, at har er neyðugt at gera nakað [...] varð boðið vistfrøðiligt kaffi á kunningarfundinum. Tað er eitt felags útnorrønt samtak, sum stendur fyri hesi kunningarverkætlanini, sum nú er farin í gongd. Nora (Nordisk Atlantsamarbejde) stuðlar v
verður at sameina búskaparlig fyrilit við sosialdemokratiska vælferðarprojektið. Tað er eingin lættur setningur. Tað er heldur ikki lætt at vera fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður í hesum døgum. Hinvegin [...] Formansrøða og landsfundarsamtykt eru tí ikki bert ein staðfesting av gamla javnaðarboðskapinum, her er eisini ein greiður boðskapur til borgarligu samgonguflokkarnar. Formaðurin roynir at halda fast við [...] back to basics manifestatión, so eru bæði formansrøða og landsfundaryvirlýsing tað nærmasta flokkurin er komin til eina viðurkenning av, at sosialdemokratiska projektið ikki verður vunnið við óavmarkaðu og
spurningurin er, hví hann tímir og hví hann orkar at blíva við at rógva. - At rógva, - tað er helst tað sama sum at roykja. Man blívur avhengigur av tí, kemur tað stutt frá honum. Hjá mongum er tað næstan [...] soleiðis skal rógva á so høgum støði, er tað av bæði sveitta og tárum, um talan ikki beinleiðis verður um blóð. Skal ein rógva við einum báti er neyðugt at øll manningin er við og venur, og at teir allir offra [...] eisini galdandi fyri hinar manningarnar, men so er tað eisini altíð ein spurningur um, hvussu ein manning er fyri moralskt, beint áðrenn ein róður. - Ja, tað er sjálvandi ikki eins stuttligt at rógva, um man
sonevndu Torradøgunum. Tiltakið verður í døgunum 18. til 24. februar og er at meta sum eitt tiltak, ið tekur støði í fiskivinnuni, sum jú er høvuðsvinnan í Klaksvík. At hetta serliga tiltakið hevur fingið hetta [...] kunnleika til høvuðsvinnu okkara og siðir og annað, sum er knýtt at hesum. Millum fyrilestrarnar verður ein áhugaverdur um veður og veðurlíkindi. Her fer maðurin við kendu røddini í Útvarpi Føroya, veður [...] mánaðurin, sum byrjaði við fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring ? torrasólina. Tað er eisini júst í hesum tíðarbilinum at tiltakið enn einaferð verður á skránni. Tað varð roynt í fjør við
Spurningurin er so, um smáu flokkarnir fara at megna ein uppaftur størri vøkstur í framtíðini, nú stóru flokkarnir ikki hava tryggjaðan framíhjárætt gjøgnum valdømini. Nú er tað í hvussu er ikki longur [...] Løgtingsvalið er farið afturum, og nývaldu politikararnir kunnu nú leggja fortíðina afturum seg og hyggja frameftir. Men tað er eisini áhugavert at hyggja eitt sindur longur fram enn tilstundandi valskeið [...] styrktur eftir valið. Suðuroyggin – søguliga veiki liðurin hjá Fólkaflokkinum – er tikin, og tað við lít. Størsti valslúkur floksins er nú úr Suðuroy. Flokkurin varðveitir tveir mans í háborgini Norðoyggjum og