Oljuprísirnar hækka støðugt og vinnan er av álvara farin at gera vart við seg. Sending herfyri í SvF upplýsti, at hækkaðu oljuprísirnir merkja eina meirútreiðslu uppá umleið 4000 kr. í meðal fyri eitt vanligt føroyskt húsarhald um árið eftir bert hálvumøðrum ári. Umboð fyri reiðarafelagið greiddi frá, hvussu nógv meira tyngjandi oljan nú var vorðin fyri raksturin serstakliga hjá trolarunum. Rákið er púra greitt: heldur prísvøksturin fram, so endar hetta við, at ein partur av flotanum verður lagdur. Boðskapurin var greiður: nú má gerast, sum gjørt varð undir oljukreppuni í 1973, tá løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrinum kom við oljustudninginum, sum bjargaði flotanum og flakavinnuni á landi.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at reiðarafelagið í ramasta álvara vil sleppa aftur til tann studningsbúskap, sum var ein av fleiri orsøkum til búskaparliga skrædlið í 1992. Sum kunnugt var tað ikki bara oljustudningur, sum kom í kjalarvørrinum á oljukreppuni. Vit fingu eisini ráfiskagrunnin, sum tey fyrstu mongu árini var eitt stórt framstig, og spurningrin er, um tað ikki var ráfiskagrunnurin meira enn nakað annað, sum bjargaði fiskivinnuni á sjógvi og landi undan stórkreppuni, sum hótti alla vinnuna. Ráfiskagrunnurin, sum byrjaði sum eitt stórt framstig og ein nútímansgerð av fiskivinnubúskapinum, endaði tó við at gerast ein kleppur ikki bert á vinnuni men samfelagnum øllum.
So kom stóra skrædlið í 1992 og sum øll vita fóru Føroyar frá studningsbúskapi til markanaðarbúskap. Ella gjørdu vit nú veruliga tað? Sambært tann vanliga retorikkin hjá ávísum bólkum í samfelagnum fóru vit yvir til marknaðarbúskap. Hetta er rætt, um vit bert hugsa um studningin. Studningurin hvarv og prísásetingin á ráfiski gjørdist frí - í hvussu so er á pappírinum. Hvussu frí hon annars er kann diskuterast, men lat tað fara. Prísirnir verða í hvussu so er ikki ásettir av eini korporativari nevnd longur.
Hinvegin eigur tað almenna enn stórar partar av vinnulívinum. Tað almenna eigur umvegis Framtaksgrunnin, Fíggingargrunnin og Føroyagrunnin fiskavirki og banka. Landskassin eigur beinleiðis Atlantsflog, Lív, Føroya Tele o.m.a. Er hetta marknaðarbúskapur? spyrja mong í dag. Hartil kemur, at áðrenn vit hava nátt at rudda upp í øllum hesum, bankar næsta kreppan longu á dyrnar. Kreppa verður ikki, fyrr enn oljuprísurin er komin uppá 100 dollars fyri tunnuna, sigur landsbankastjórin. Er ikki ov seint at umhugsa kreppufyribyrgjandi politisk tiltøk, tá hetta er hent? Hetta er eitt sera vandamikið og ótespiligt politiskt mál, men landsstýrið og løgtingið noyðast kortini nú at fyrihalda seg til høgu og støðugt hækkandi oljurpísirnar. Nú er ikki at stinga høvdið í sandin! Vit mæla ikki til at fara aftur til studningsbúskapin, men okkurt er at gera og her má handlast skjótt. Tað er ov seint at fara til verka, tá skipini eru løgd og botnurin hartil er farin úr privata húsarhaldsbúskapinum hjá Pallaba og Marsonnu.
Sosialurin