Atlantsfarið
Tað var norska blaðið, Bergens Tidende, sum í síðstu viku bar tíðindini um, at føroyska skipið, Atlantsfarið, varð tikið í norskum sjógvi fyri ólógliga veiði.
Sambært blaðnum, hevði norska sjóverjan illgruna um, at skipið hevði veitt makrel, og somuleiðis funnust teir at fiskarídagbókini hjá skipinum, sum teir ikki hildu var í lagi.
Fyri rættin í gjár
Reiðarin, Dánjal Johansen í Miðvági, segði mánamorgunin við Sosialin, at Atlantsfarið liggur í Måløy í Noregi, og at viðgerðin av málinum helst kom fyri rættin í gjár.
- Vit hava fingið eitt tilboð um at rinda kr. 600.000, soleiðis at skipið kann sleppa útaftur, men enn hava vit ikki tikið støðu til hetta. Alternativið er, at vit bíða, til dómurin í málinum er fallin.
Tá ið vit tosaðu við reiðaran, var hann júst á veg til Havnar at finna út av, hvat best var at gera.
Í stuttari samrøðu, vísti hann á, at tað er torført at koma í "klemmu" við norsku myndugleikarnar.
- Hetta vísa aðrar royndir, sum føroysk skip hava havt í Noregi, sigur hann.
Seinasta hálið
Dánjal sigur, at Atlantsfarið royndi eftir svartkjafti í norskum sjógvi, tá ið sjóverjan kom umborð.
- Skipið hevur bara botntrol umborð, og tá verður ein ávís hjáveiða av øðrum fiskasløgum. Teir royndu á leiðini, har onnur skip og eisini norsk skip royndu við botntroli.
Sum skilst á Dánjali, hevur Atlantsfarið eisini loyvi at fiska eitt nú sild og upsa í norskum sjógvi, og harumframt hevur skipið loyvi at fiska 280 tons av "øðrum fiskasløgum".
- Vit eru nú í holt við at kanna, hvat "onnur fiskasløg" merkir, og um talan her kann vera um eina ávísa nøgd av makreli.
Hann viðgongur, at av teimum 108 tonsunum, sum
Atlantsfarið hevur inni, nú skipið liggur í Måløy, er ein ávís nøgd av makreli, sum teir serliga fingu í seinasta hálinum.
Standa sína roynd
Uppá fyrispurning um fiskarídagbókina, sum norsku myndugleikarnir eisini hanga seg í, sigur reiðarin, Dánjal Johansen, at hetta hevur hann onga viðmerking til.
- Hetta má standa sína roynd, tá ið málið kemur fyri í rættinum, sigur hann.
Tað er stívliga eitt ár síðan, at Atlantsfarið varð keyptur úr Skotlandi.
Seks mans eru við skipinum, sum lastar 1300 tons.