Hóast landsfundur Javnaðarfloksins ikki beinleiðis gjørdist ein back to basics manifestatión, so eru bæði formansrøða og landsfundaryvirlýsing tað nærmasta flokkurin er komin til eina viðurkenning av, at sosialdemokratiska projektið ikki verður vunnið við óavmarkaðu og frælsu marknaðarkreftunum.
Formansrøðan og landsfundaryvirlýsingin eru áhugaverdur lesnaður eitt nú tí roynt verður at sameina búskaparlig fyrilit við sosialdemokratiska vælferðarprojektið. Tað er eingin lættur setningur. Tað er heldur ikki lætt at vera fíggjarmálaráðharri og javnaðarformaður í hesum døgum. Hinvegin munnu flestøll politiskt áhugað, uttan mun til politiska áskoðan, ásanna, at formaður Javnaðarfloksins við sínum drúgvu politisku royndum hevur teir førleikar, sum ein fíggjarmálaráðharri skal hava undir galdandi umstøðum. Føroyar eru higartil sloppnar lutfalsliga væl, um samanborið verður við onnur framkomin lond. Nógv stendur á samgonguni til tess at finna semjur um ein politikk, sum kann tryggja undankomuna uttan at sosiala samhaldsfesti og vælferðin verða offrað. Formansrøða og landsfundarsamtykt eru tí ikki bert ein staðfesting av gamla javnaðarboðskapinum, her er eisini ein greiður boðskapur til borgarligu samgonguflokkarnar.
Formaðurin roynir at halda fast við vælferðarhugsjónina, men samstundis tónar hann forvæntningarnar niður. Tað ber illa til at lova gull og grønar skógir við 7-800 milliónum í halli á løgtingsfíggjarlógini. Formaðurin ger vart við, at ein framtíðartrygging av vælferðini krevur eina framtíðartrygging av føroyska búskapinum. Tað nyttar einki bert at hava fokus á vælferðina uttan eisini at hava fokus á búskapin. Hesi bæði viðurskifti hanga óloysiliga saman, sigur hann. Ein annar týðandi partur av sosialdemokratiska projektinum er sostatt eisini at tryggja ein sterkan búskap, sum kann fíggja vælferðina.
Henda ásannan formansins, reisir stóra spurningin: hvussu útvegar ein fíggingina av aktuellu vælferðarágóðunum og ikki minst hvussu fíggja vit ta stóra abjóðingina fyri framman nevniliga eldrabylgjuna, sum fer at ryggja um eini tíggju fimtan ár? Vit fáa ikki alt svarið, men nøkur ítøkilig boð. Staðfest verður, at tilvildarligar skerjingar á fíggjarlógini loysa ikki trupulleikarnar. Heldur skulu vit taka burtur útreiðslur, sum als ikki hoyra heima á einari fíggjarlóg, eitt nú stuðulsskipanir og bygnaðarligar skeivleikar. Ikki minst ræður um at útvega landinum størri inntøkur á samhaldsføstum grundarlag. Skattastigin skal gerast rættvísari, og harumframt eigur skattagrundarlagið at breiðkast við t.d. tilfeingisgjaldi, skatting av samfelagsskaptum vinningi og umhvørvisgjøldum. Javnaðarflokkurin vil taka neyðugu stigini, bæði hvat viðvíkur inntøkum og útreiðslum. Uttan mun til, hvørja lagnu hesi stig fáa í eini samgongu við tveimum sterkt borgarligum og neoliberalum flokkum, so tykist Javnaðarflokkurin at hava lært nakað av lagnu brøðraflokkana í Europa. Teir sosialdemokratisku flokkar, sum halda fast við grundvirðini, vinna, hinir, sum loypa uppá neoliberala vongin, missa undirtøku.