Aftur í ár skipar mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu, saman við Norðlýsinum fyri teim sonevndu Torradøgunum. Tiltakið verður í døgunum 18. til 24. februar og er at meta sum eitt tiltak, ið tekur støði í fiskivinnuni, sum jú er høvuðsvinnan í Klaksvík.
At hetta serliga tiltakið hevur fingið hetta heitið kemst av navninum ?torri? sum kemur frá norðurlendsku tíðarrokningini, har mánaðurin, sum byrjaði við fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring ? torrasólina.
Tað er eisini júst í hesum tíðarbilinum at tiltakið enn einaferð verður á skránni. Tað varð roynt í fjør við sera góðum úrsliti, og tí hava fyrireikararnir valt at skipa fyri tí enn einaferð ? nú við eini víðkaðari skrá.
Hóast talan er um eitt tiltak, ið hevur við sjógv og fisk at gera, so venda torradagarnir venda sær ikki bert til fólk, ið á ein allan hátt eru knýtt at fiskivinnuni. Hesar dagarnar hevur maðurin á gøtuni eisini møguleika at fáa størri kunnleika til høvuðsvinnu okkara og siðir og annað, sum er knýtt at hesum.
Millum fyrilestrarnar verður ein áhugaverdur um veður og veðurlíkindi. Her fer maðurin við kendu røddini í Útvarpi Føroya, veðurfrøðingurin hjá DMI Alix Rasmussen at siga frá um veður og broytingarnar í tí, sum so nógv er at hoyra um í hesum døgum.
Á skránni annars eru framsýningar, fiskarættir, sjónleikur og heilsucafé. Nevnast kann eisini, at umboð fyri vinarbý Klaksvíkar í Íslandi, Kópavogur verða í býnum hesar dagarnar.