mín áhuga. Eg varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð [...] ger karrieru. Eru møguleikar ikki fyri at fáa børnini á dagstovn, mást tú bíða við at gera karrieru til tey eru vaksin ella mást tú skipa alt so frægt at tað ber til. Skal tað lata seg gera hjá kvinnum [...] ikki klára at gera dreymarnar til veruleika, velja at gerast foreldur fyri at fáa eitt lívsinnihald. Hetta er kanska grovt sagt, men eg dugi at síggja, at tað er ein orsøk til at kvinnur velja at verða h
góðan og sum einki eiga at halda jól fyri. - Í Finnlandi kanst tú lata gávur og pengar inn anonymt, til dømis til Frelsunarherin, sum eins og KFUK í Havn heldur jól fyri teimum, ið ongan hava at vera saman [...] spæla til jólaborðini. Tað er ein sera strævin tíð fyri teir. Virki og fyritøkur keypa heilar framførslur frá sjónleikarhúsum og tónleikarum, sigur Peter Turtschaninoff, sum sjálvur hevur spælt til nógvar [...] Føroyum, síðani hann kom higar fyri sløkum fimm árum síðani, heldur hann fast við partar av tradisjónunum í Finnlandi. - Ein partur av sjarmuni við at vera burturi er at taka til sín tað, sum er vanligt í tí
ein av stigtakarunum til kvinnufylkingina á sinni hevur Ingvør Nolsøe stóra virðing fyri kvinnurørsluni og tí hon stendur fyri. - Kvinnurørslan hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri meg, hon hevur givið [...] útbúgvin art director. Ávegis til nakað sum er betri Hvussu Ingvør Nolsøe hevur arbeitt seg fram at verða sjálvstøðug vinnurekandi er ein søga fyri seg. Tá ið hon kom til Føroya aftur miðskeiðis í sjeytiárunum [...] undir mítt egna, tí eg var blaðung. Mítt starv er soleiðis háttað, at vit hava til uppgávu at geva ordrar, til dømis til prentarar og myndafólk um, hvussu teir skulu gera. Í byrjanini var tað ikki væl
venur til. Men tað kunnu av og á íkoma støður, har tað er neyðugt at uppsiga fólki. Sigur tú ja til at gerast stjóri ?líkamikið um tað er fyri ein banka ella eina skipasmiðju ? sigur tú eisini ja til at átaka [...] Um tú sum stjóri fírir fyri at gera tað neyðuga, so svíkir tú upp á longri sikt tey mongu til fyrimuns fyri tey fáu. Í bankanum máttu vit velja, um vit vildu lata skipa fara til botns við øllum 300 monnum [...] eg trúgvi, at hetta argilsi kann hava freistað politikararnar til at gera bankan til Prügelknabe. Bankin gjørdist tað sýnliga symbolið fyri búskaparliga kollapsið. Eitt heilt samfelag, meira ella minni
annars hevur roynt at verja tey fámentu, til nakran heiður, at nettup í tíð hansara er deyðarevsingin sett í gildi í nógvum statum. At ein pávi á jólum tekur til orðanna móti deyðarevsing er rósverdugt [...] FYRI tey, sum kring heimin arbeiða fyri at fáa deyðarevsing avtikna, og her telist m.a. mannarættindafelagsskapurin Amnesty, koma orðini hjá pávanum væl við. Nú loyva vit okkum tó at ivast í, hvat tey [...] ng hoyrir miðøldini til. Kortini er tað ómetaliga týdningarmikið, at persónur sum sjálvur pávin, ið er ein av teimum hægstu og mest virdu andaligu leiðarunum í heiminum, tekur til orðanna ímóti deyðarevsing
tíðina fyri seg aftan fyri leiktjøldini, almenningurin visti av ongum ? ikki annað enn at John Lennon í fleiri samrøðum um hetta mundið, lat skína ígjøgnum at The Beatles var ikki sum hann brendi fyri longur [...] kameralinsan fangaði einkjumannin Sir Paul McCartney uttan fyri kirkjuna við Trafalger Square mitt í London, har minniguðstænasta skuldi vera fyri Lindu McCartney, sum fyrr í ár doyði av krabbameini. Sorgin [...] ryggin til, er flýddur, tá deyðsboð hava verið. Soleiðis var eisini tíðliga á morgni 9. desember 1980. Um somu tíð sum Linda koyrdi børnini í skúla, ringdi Steven Shrimton frá síni skrivstovu til Paul McCartney
at vera sum fyri eitt vanligt partafelag til ein framferðarhátt, sum miðfyrisitingin í Tinganesi nýtir fyri landsroknskapir. Hettar var eftir øllum at døma gjørt fyri, at roknskapurin fyri 96 skuldi síggja [...] Landsverkfrøðing til hús eftir at hava gjørt eitt gott arbeiði í 10 ár. Fyri 10 árum síðani var størsti parturin av VMS als ikki á arbeiðsmarknaðinum, og tí átti Vinnumálastýrið at havt virðing fyri royndum fólki [...] fólki. Kanska ætlar VMS at broyta roknskaparprincipp fyri at mála eina negativa mynd av persóninum, soleiðis at eftirkomarin kann koma sovandi til heiður, eins og tað bleiv gjørt við SL. Tað er ikki rætt
Á hvørjum ári skipar Dimmalætting fyri eini kapping um at gerast »Ársins neyðrakett« Soleiðis var eisini í ár í gjár var »vinnarin« kosin. Valevnini til ársins neyðrakett vóru allir uttan ein politikarar [...] politikarar, sum hava gjørt eitthvørt, sum á ein ella annan hátt kvalifiseraði teir til henda heiður. Tað kann tí neyvan undra, at ársins neyðrakett gjørdist ein politikari og serliga ikki tá ein hoyrir, at tað [...] Sambandsflokkinum úr Vágum, Marjus Dam, sum vann sær henda »fína« heiður. Um onkur er, sum ikki minnist hvat tað var, sum kvalifiseraði hann til heitið, so kunnu vit hjálpa minninum á glið og siga, at tað var
týndir« Í fyrstuni ljóðar hetta ófatuligt og gátufult fyri okkum, allir hesir mótsetningarnir, ið nevndir verða: at tað sum tykist ringt ella ónt fyri okkum, tað er gott. Men soleiðis er lívið í Jesusi Kristi [...] men av tí at hann livdi í Guds ætlan, so visti hann, at sigur var fyri framman. Og soleiðis er eisini lív okkara, sum hoyra Gudi til. Vit eru stødd í trongdum, men tó sigra vit. Vit eru sorgarbundin, [...] Jesusi. Jesus segði við lærusveinar sínar, at hann fór burtur, fyri at tilbúgva teimum eitt pláss heima í himlinum. Hann fór eisini burtur fyri at tilbúgva okkum eitt pláss, sum í dag trúgva á navn hansara
fyrrverandi landsverkfrøðing. Hóast hetta er eitt opið, persónligt bræv til tín, so ivist eg ikki í, at eg tosi fyri meginpartin av stovninum fyri ikki at siga allan stovnin, at vit eru ikki minni enn skelkaði [...] landsverkfrøðingin fyri samstarvstrupulleikar, so ákærir hann eisini okkum onnur fyri samstarvstrupulleikar, har eg sjálvur helst eri ein hin fremsti, soleiðis sum málini eru komin fyri tey seinnu árini [...] samfelagnum til ógagns og mær sjálvum til vanæru! At góðtaka og arbeiða loyalt undir tí arbeiðshátti, sum brúktur er, er eitt loyalitetsbrot á mína menniskjafatan og eg dømi meg sjálvan til vanæru og ó