Jólaboðskapurin og deyðarevsing

MillUM tað, sum stendur kanska mest ljóslivandi eftir frá jólahátíðini í ár, er jólaboðskapur pávans. Tað hevur verið vanligur siður, at pávin heldur miðnáttarmessu í Pæturskirkjuni í Rom jólaaftan. Tá plagar hann eisini at koma við eini ella aðrari áheitan á øll heimsins lond og menniskju. Í boðskapinum í hesi miðnáttarmessu pávans, ið var eitt sindur óvanligur og sum varð varpaður út til øll heimsins lond, umrøddi Johannes Poul pávi brot á mannarættindini og nevndi í hesum sambandi deyðarevsingina. Pávin mælti øllum heimsins stjórnum til at taka av deyðarevsingina, sum hann metir vera ein skamblett fyri mannaættina.

FYRI tey, sum kring heimin arbeiða fyri at fáa deyðarevsing avtikna, og her telist m.a. mannarættindafelagsskapurin Amnesty, koma orðini hjá pávanum væl við. Nú loyva vit okkum tó at ivast í, hvat tey muna, tí sjálvt í einum landi sum USA, ið sigst at vera millum heimsins ríkastu og mest upplýstu lond, tykist tað vera ómøguligt at sannføra stjórn og leiðandi politikarar um, at deyðarevsing hoyrir miðøldini til. Kortini er tað ómetaliga týdningarmikið, at persónur sum sjálvur pávin, ið er ein av teimum hægstu og mest virdu andaligu leiðarunum í heiminum, tekur til orðanna ímóti deyðarevsing í sjálvari miðnáttarmessuni jólaaftan.


Í jólablað okkara tengdu vit eisini jólaboðskap og mannarættindi saman. Og høvdu vit eisini deyðarevsingina í huganum, tí hon man vera eitt hitt størsta brotið á mannarættindi í heila tikið. Tað má eisini sigast at vera alt annað enn í tráð við kristna boðskapin at taka lívið av øðrum.


BEISKI veruleikin í dag er tann, at í nógvum londum er deyðarevsing ein heilt náttúrligur partur av gerandisdegnum. Og har man USA vera landið, sum flestu av okkum hava í huganum. Eitt eitt fólk, sum velur at kalla sítt land ?Guds egna land? praktiserar deyðarevsing er einki minni enn andstyggiligt. Og tað tænir heldur ikki Clinton forseta, sum annars hevur roynt at verja tey fámentu, til nakran heiður, at nettup í tíð hansara er deyðarevsingin sett í gildi í nógvum statum. At ein pávi á jólum tekur til orðanna móti deyðarevsing er rósverdugt. Tað eru tey, sum halda, at hetta er at leggja seg út í politikk. Nei. Tað er rætt av týðandi andaligum leiðarum at gera vart við støðu sína í so grundleggjandi máli sum deyðarevsing. Gævið at allir trúðarinnar tænarar tóku undir við boðskapi pávans.