Niclas Johannesen
Andlitsbráðið segði alt, henda dagin í juni ?98, tá kameralinsan fangaði einkjumannin Sir Paul McCartney uttan fyri kirkjuna við Trafalger Square mitt í London, har minniguðstænasta skuldi vera fyri Lindu McCartney, sum fyrr í ár doyði av krabbameini. Sorgin tyngdi hann, og byrjandi elli lýsti úr eygunum á tí annars so ungdámmiliga Paul. Myndin var á øllum forsíðum í ensku tabloidpressuni. ?We love you, Paul? vóru boðini frá mest selda blaðnum The Sun til ríkasta milliarderin í poppheiminum.
At elska. Paul McCartney kundi í ólukkumát staðfesta, at søgan endurtekur seg?
Eitt lív við deyða
Paul McCartney var bert 14 ára gamalur, tá móðir hansara Mary brádliga doyði av krabbameini 31. oktober 1956. Yngri bróðir Paul, Mike, kom av óvart fram á móðir sína, tá hon einsamøll og stillisliga sat og græt í kamarinum, ein dagin eftir skúlatíð. Mary, sjálv sjúkrasystir, segðist at gera alt fyri at verja synir sínar, so hon vildi ikki fortelja teimum um deyðiligu sjúku sína.
Tað var eftir deyða hennara, at Paul McCartney fekk ein guitar. Eitt nú hevur hansara tvey ára yngri bróðir Mike staðfest, at tað var um hetta mundið, at Paul veruliga leitaði inn í tónleikin. Kanska sum eitt slag av flýggjan. Tíðin aftan á vísti eisini, at Paul hevur ikki altíð havt so lætt við at takla tilveruna, tá deyði og skilnaður raktu hansara gerandisdag. Ofta hevur hann beinleiðis vent ryggin til, er flýddur, tá deyðsboð hava verið.
Soleiðis var eisini tíðliga á morgni 9. desember 1980. Um somu tíð sum Linda koyrdi børnini í skúla, ringdi Steven Shrimton frá síni skrivstovu til Paul McCartney og bar honum boðini, at John Lennon var myrdur. Tá Linda kom heim, kundi hon síggja á øskugráa andlitinum á Paul, at okkurt ræðuligt var hent.
Blaðið Liverpool Echo skrivaði 9. desember 1980: ?Beint eftir klokkan 8.45 ringdi Paul til bróður sín Michael, og sambært Michael, var hann ov skelkaður at práta. ?Paul heitti bara á okkum um at senda góðar tankar úr Liverpool at hjálpa honum gjøgnum dagin.?
Tveir tímar seinni fóru Paul og Linda heimanifrá til Air upp-tøkuhølini í London, har hann var í fer við at innspæla eina plátu við sínum egna bólki Wings. Denny Laine, sum í 10 ár arbeiddi saman við Paul Mc-Cartney í Wings fortelur, hvussu ein knústur McCartney henda dagin ringdi úr studionum til New York. Úr hinum endanum fortaldi Yoko Ono, hvussu góður John Lennon hevði verið við McCartney, sjálvt um sami Lennon ferð eftir ferð var sera beiskur mótvegis McCartney, ja beinleiðis spilti Paul út í press-uni og enn tá eyðmýkti hansara listarligu gávur í sanginum ?How do you Sleep?? aftan á at teirra samstarv var farið í søg-una aftan á 24 ár.
Undir øllum beiskleikanum, segði Yoko, hevði John í loynd-um verið beinleiðis stoltur av, hvussu væl tað gekst McCartney sum solistur. John var rætt og slætt stoltur av, at tað var hann, sum hevði uppdagað Paul, henda mannin við so ótrúligum evnum, tey ungu árini í Liv-erpool.
Ongantíð aftur
Denny Laine, sum hesa tíðina ivaleyst var nærmasti vinurin hjá Paul sigur víðari frá um henda dagin:
?Tað løgna var, at tá eg fór til arbeiðis henda morgunin, visti eg onkursvegna, at Paul fór at koma ? hóast tað, ið hent var. Við uppvøkstrinum í Liverpool var tað næstan sjálvsagt. at tað besta, ið er til at taka í slíkum føri er at halda fram við at gera júst tað, tú vanliga gert. Eg giti, at tað hjálpur tær ikki at dvølja við tað, ið er hent. Tá er betur at vera millum vinir ? tí eg minnist meg hugsa, at hann kundi líka so lætt havt ringt og sagt, at hann ikki kom í studio henda dagin. Eg minnist, at tað fyrsta hann segði við meg var: ?Eg áni ikki, hvat eg skal føla?. Tað var sjónligt at síggja, at hann var skakaður, og sjálvt tær bestu løturnar ikki var førur fyri at úttrykkja, hvat hann helt og føldi. Aftan á eina upptøku minnist eg, at vit stóðu og lenaðu okkum upp móti vegginum, og hugdu út gjøgnum vindeygað yvir Oxford Circus, tá eg sá ein grønan vøruvogn koma koyrandi. Á honum stóð skrivað ?LENNON FURNISH-INGS? ella nakað líknandi. ?Á Guð, hygg har?, segði eg, og Paul fall grátandi saman. ?Eitt skal seg siga tær?, segði hann, ?ongantíð aftur í lívinum vil eg falla í stríð við nakran í so langa tíð, og síðan liva við vandanum fyri, at tey doyggja, áðrenn eg fái høvi at fáa sambandið á rættkjøl aftur.? Eftir hetta nevndi eg ongantíð nakað um tað. Um Paul ynskti at práta, so prátaði hann. Um ikki, so lat hann vera. Øll í heiminum kendu mein, tá John doyði, men ongin var meinari raktur enn Paul McCartney.?
At vera vitni til deyða á ung-um árum var ikki nakað óvanligt fyri McCartney. Gjøgnum hans-ara stundum baldrutta lív hevði hann ikki bert upplivað, hvussu móðirin Mary doyði á ungum árum. Hann upplivdi eisini sam-an við hinum beatlunum, hvussu upprunaligi bassleikarin í Beat-les Stuart Sutcliffe doyði alt ov ungur. Sama var við manninum, sum ?uppdagaði? Beatles Brian Epstein, ið eisini var teirra man-agari. Wings guitarleikarin Jimmy McCulloch var somu-leiðis bert miðskeiðis í 20?-unum, tá hann doyði. Og góði vinmaðurin hjá Paul, Keith Moon trummusláarin í Led Zeppelin, var júst farin um tey 30, tá hann doyði ? enn tá dagin eftir, hann hevði verið á mat-stovu etið saman við Paul og Lindu.
Hóast hart raktur og skelk-aður, hevur McCartney kortini ongantíð úteftir víst sínar kensl-ur og mangt kundi bent á, at Paul rætt og slætt ikki dugir at takla tilveruna, tá fólk, ið eru honum nær doyggja. Hann hev-ur hesa fasaduna, ið altíð vísir ein smílandi mann, ið eisini hugsar nógv um almennu mynd-ina av sær sjálvum.
Soleiðis var tað ein rættiligur skelkur fyri Denny Laine, tá hann á tíðindafundi í Paris hoyrdi Paul McCartney stutt og greitt svarað einum journalisti ?no?, tá hesin spurdi, um hans-ara foreldur enn livdu. Faðir Paul, James, var deyður, uttan at Paul McCartney hevði sagt tað fyri Denny Laine, ið væl kendi James McCartney. Og Paul McCartney var heldur ikki til jarðarferðina hjá Pápa sínum.
? Eg mundi ikki trúð mínum egnu oyrum, sigur Denny Laine í bókini Blackbird.
Sakarmál
Søgan um The Beatles er væl dokumenterað. Kortini hevur samstarvið millum hesar báðu gávuríku menninar úr Liverpool ? John Lennon og Paul Mc-Cartney ? nógvar mytukendar søgur um rivalisering, alsk og hatur, vinarlag og óndskap, hangandi í kjalarvørrinum á beiska skilnaðinum teirra millum. Teir byrjaðu sum vinir, samstarvsfelagar, sum partur av ódeyðiliga Lennon/McCartney ? tveir ungir mans, sum fóru út og saman broyttu tónleikaheimin ? og ið endaðu við at gerast beisk-ir mótstøðumenn fyri so aftur at blíðkast, tá ringastu sjógvarnir løgdu seg eftir stóra Beatles krasjið, sum endaði við at Paul McCartney í veruleikanum saksøkti hinar tríggjar í The Beatles.
Tað byrjaði av álvara at ganga galið, tá managarin Brian Ep-stein doyði í 1967. Hinir tríggir í The Beatles vildu hava Allen Klein at vera nýggja managara. Paul McCartney vildi ikki, tí hann hevði ikki álit á Allen Klein. Gongdin síðani vísti eis-ini, at lítla álitið hjá McCartney á Klein var væl grundað. Tað vísti seg, at Allen Klein tjenti meira upp á The Beatles eftir 18 mánaðum, enn Brian Epstein gjørdi alla sína tíð, sum man-agari hjá bólkinum!
Henda ósemjan millum John, George og Ringo øðrumegin og Paul McCartney hinumegin endaði loksins við, at Paul Mc-Cartney saksøkti hinar tríggjar í The Beatles. Hann ætlaði upp-runaliga at saksøkja Allen Klein, men John Eastmann, advokatur og pápi Lindu McCartney, vísti á, at Allen Klein var ikki partur av nakrari avtalu ? fyritøkan The Beatles mátti upploysast. Um avgerðina at saksøkja sigur Paul McCartney:
?Tosa um trauma! Ikki bara var Beatles upployst, hesin ein tann besti bólkurin og hesi dámligu fólkini, hinir tríggir beatlarnir, hesir mínir bestu kammeratar frá snimmastu døgum; eftir einum degi vóru mínir bestu vinir nú mínir argastu fíggindar . Frá barns-beini hevði eg verið limur í hesum bólkinum. Hetta var míni skúli, mítt lív. John Eastmann segði ?tú mást gera tað soleiðist, tað finst ongin annar vegur.? Eg segði, ?eg kann ikki!?
Bjargaði hinum
Men McCartney saksøkti kortini. Og við sakarmálinum vísti tað seg síðani, at Paul McCartney hevði ikki bert bjargað sær sjálvum, hann hevði eisini bjargað pengunum hjá hinum trimum í The Beatles. Sjálvur kallar Paul McCartney hesa tíðini fyri ?eitt helvtiti? at fara ígjøgnum. Hinir tríggir saksøktu so seinni sjálvir Allen Klein. Men Paul McCartney fekk ongantíð nakra beinleiðis umbering frá hinum trimum fyri alt tað ótespiliga, hann mátti fara ígjøgnum.
?Á einum fundi segði George, ?annars, tú veist, takk fyri, at tú fekst okkum úr hasum har.? Tað var bara ein lítil setningur og ásanning av tí helviti, eg hevði verið ígjøgnum. Tað var betri enn onki. Men teir søgdu ongantíð. ?Hey, tú legði hondina á høvið fyri okkum. Tú mátti saksøkja okkum!? Ein og hvør annar, sum hevði saksøkt The Beatles hevði fingið av at vita, men at ein limur í The Beatles saksøkt hinar ? tað er jú blasefemi.?
Kortini var tað ikki Paul McCartney, ið var tann fyrsti at fara úr The Bealtes. Hann var í roynd og veru tann síðsti. Áðrenn hetta høvdu fyrst Ringo og síðan George sagt farvæl við The Beatles, men báðir komu kortini aftur. Í 1969 fór John Lennon so úr The Beatles og kom ongantíð aftur. Kortini gekk hetta alla tíðina fyri seg aftan fyri leiktjøldini, almenningurin visti av ongum ? ikki annað enn at John Lennon í fleiri samrøðum um hetta mundið, lat skína ígjøgnum at The Beatles var ikki sum hann brendi fyri longur. Kortini fekk nýggi managarin eftir Brian Epstein ? Allen Klein ? sannført Lennon um, at onki skuldi leka út um, at hann var farin úr The Beatles. Soleiðis komu bæði Abbey Road og Let it Be út, hóast bólkurin í roynd og veru ikki eksisteraði.
McCartney tók yvir
John hevði altíð verið leiðarin í The Beatles. Samstundis sum talan var um samstarv millum Lennon og McCartney at skriva sangir, so var eisini talan um kapping teirra millum. Báðir kappaðust um at fáa teirra løg á A-síðuna á singleplátunum, ið komu út, og í hesi kapping var tað so George Martin, ið sum produsari, skuldi avgera, um Revolution ella Hey Jude skuldi vera A-síða ella B-síða.
Fyrstu pláturnar var hetta tó ikki nakar trupulleiki, tí teir skrivaðu næstan øll løgini saman. Á A Hard Days Night, var tað tó Lennon, ið rættiliga blomstraði. Á hesi plátuni eigur Lennon sjey av løgunum, meðan teir skrivaðu trý saman og McCartney skrivaði trý sjálvur.
Tá teirra managari Brian Epstein doyði, var tað sum um Lennon fánaði nakað. Hann fór at taka sterk rúsevni í hópatali. Hann var paranoid, segði seg á einum fundi við hinar tríggjar seg vera Jesus. Og hann sá serliga Paul McCartney sum eina hóttan. John Lennon rakti toppin við plátuni A Hard Days Night, har Lennon hevði skrivað 7 løg einsamallur, meðan McCartney bert hevði skrivað trý. Og so høvdu teir skrivað trý løg saman. Pláturnar undan hesum høvdu teir báðir Lennon-McCartney skrivað flestu løgini saman. Restina av plátunum tók Paul McCartney meira yvir í The Beatles. Sum sagt, serliga eftir, at Brian Epstein doyði. McCartney royndi at fáa bólkin á føtur aftur, meðan Lennon sýnti hesum minni og minni áhuga. Paul McCartney var tann mest produktivi eftir hetta. John Lennon vildi vera við, at Paul McCartney fekk meira studiotíð enn hann. Men hesum mótmælti produsarin George Martin harðliga. Hann segði, at einasta orsøkin til, at Paul McCartney kanska brúkti meira tíð í studionum var tann einfalda, at hann var til reiðar at gera tað. Meðan McCartney var perfektionistiskur, misti Lennon skjótt hugin, um hann ikki fekk tað at rigga rættiliga skjótt í studionum.
Sum menniskju vóru John og Paul eisini ymiskir, hóast teir eitt nú báðir høvdu tað til felags, at teir mistu móður sína á ungum árum. John var rebellurin, meðan Paul McCartney longu í skúlaárum gørdi nógv fyri at gera øllum tilvildar, og var millum best dámdu næmingarnar á skúlanum, hann gekk á. John kundi vera beinleiðis harðligur, bæði likamliga og andliga, meðan McCartney heldur vildi renna undan, um hann slapp at velja. Liverpool var ein rættiliga ráur býur, og Paul sigur sjálvur í bókini Many Years From Now, hvussu honum slettis ikki dámdi ungdómsbardagar og harðskapin, sum var.
? Mær dámdi ikki alt hatta lortið har. Eg var slettis ikki tann typan. Eg var nógv meira eitt slag av pasifisti.
Keldur:
Barry Miles; Many Years From Now.
Geoffrey Giuliano; Blackbird
Framhald í morgin