komin heim aftur, tí einki var at gera. Ella um hann er blivin so ringur, at hansara ferð er avlýst, og at hann hevur verið so vánaligur, at hann ikki hevur verið førur fyri at skriva dagbók. Deyðalýsingin [...] Heerup var úrmælingur Tað er alt, sum bendir á, at Egil ger Heerup órætt. Hann er kanska so ávirkaður av síni sjúku, at hann skal hava onkran at ilskast inn á. Hjalmar Heerup fær nevniliga sera gott eftirmæli [...] hampiliga á morgni, men út á dagin gerst hann verri við hosta og spýgging. Henda dag kemur Heerup aftur á vitjan. Hann heldur, at Egil hevur bronkitis, annars vóru lunguni, sum tey plagdu at vera. Tann
Jóhanna sendi mær so eitt fjarrit um, at føroyskir trolarar vóru farnir til Grimsby at landa. So vit fóru við toki til Grimsby. Vit gistu eina nátt, og fóru so oman í dokkirnar at leita eftir onkrum føroyskum [...] var biðin um at koma við honum inn í eitt rúm, so vit kundu fáa greiðu á hesum. Síðan varð eg biðin um at bíða, so skuldi hann koma aftur. Hann kom so aftur við einum øðrum manni. Teir so at tráspyrja meg [...] Bretland, uttan so, at teir vóru giftir við bretum. Pápi Jóhonnu helt tó, at hon skuldi í hvussu er fara at vitja í Bretlandi, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at flyta hagar, so hon kundi síggja
in vóru umborð, og tað vóru eingi onnur ráð enn at seta skipið á land, ella drivu teir til havs. Motorpassarin var nokk so kunnigur. Hann bað so pápa stýra, og hin segði til, og teir settu hana so væl [...] átta stykki og settu so á fallandi eystfalli. Spennandi var at fara at draga. Vit hyggja út um stokkin og síggja eina vakra sjón. Stór hýsa var nærum á hvørjum húki. Dagin eftir vóru allir Gjáarbátarnir [...] skrivað um í sínum bókaverki. Farast skuldi so eftir torvi, so hvørt brúk var fyri tí. Pápi plagdi at bera torv heim niðurfyri, so lætt varð um hjá teimum, sum vóru heima, tá ið hann var burtur. Men annars
spurningar, sum bóru boð um, at talan var meiri enn um fótbóltsdyst. Hetta var meiri enn so. Millum spurningarnir vóru hesir: Er tað hysteriskt at rokna tap í hesum dystinum sum boð um, at tjóðin er í kreppu [...] milliónir evrur at byggja. Tað eru 1,4 milliardir krónur. Tað er vítt til veggja og høgt til loftið. Hetta er fyrsta ferðin, at vit eru til innandura fótbólt. At takið er lagt á er ikki fyri at sleppa undan [...] næsta borðið á kafe, og tað er eingin endi á, hvussu nógv vilja heilsa upp á fryntliga mannin og at verða avmyndað saman við honum. Ongland hevur tapt kríggið, og orsøkirnar verða rannsakaðar á gistingarhúsinum
Sundalagnum at fáa fulla úrtøku, so fer tað at síggja avbera gott út í kappingini um FM. Tað er dyggur smeitur, at liðformaðurin og stýrimaðurin í verjuni, Egil á Bø, ikki verður førur fyri at spæla, tí [...] fótin illa. Tað kemur væl við, at hin fasti miðverjin, Marni Djurhuus, nú tykist vera komin fyri seg eftir skaðasteðg. Harafturat telur tað rætta vegin, at Ronnie Samuelsen og Knút Vesturtún, sum vóru le [...] hava verið dýr, og nú hava vit veruliga knívin á barkanum. Vinna vit ikki á Eiði, so eru vit púrasta úti. So har verður tað bara sigurin, sum telur, sigur Sonni L. Petersen. Karstin Joensen hevur verið fínur
einaferð í størsta álvara at ávara Løgtingið um at samtykkja eina lóg, sum fer at umdefinera hjúnabandið – at endurgeva ein stóran part av røðuni og inniliga at heita á Løgtingið um at steðga málinum her: [...] grundaður á gamalt brúk ella siðvenju – ein hevdvunnin rættur! Her hava tveir menn einki at gera! Og her hava tvær kvinnur einki at gera! Hvat byggja vit á? Eg haldi, at tað ber ikki til at tosa um hjúnabandið [...] haldi eg, at uppskotsetararnir við virðing fyri hesum háttvirda tingi áttu at roynt at lýst fyri okkum! Tað eru so nógvir spurningar, sum áttu at verið viðgjørdir og svaraðir her, og eg fari at nevna nakrar
felag bjóðar upp á meg, so taki eg av, sigur Símun víðari. Tað er ikki bara tí at Símun vil sleppa uttanlands aftur at spæla, at hann heldur hurðini á glopp. Tað er eisini ein máti at motivera seg sjálvan [...] fær hann at vita, at omman í Vági er deyð. Beiggi Símun, Jón, og mammubeiggin, Petur, standa og bíða eftir honum, tá hann kemur av vøllinum. Símun fer at heilsa upp á, og teir greiða frá, at hon doyði [...] reglugerðin. Símun hyggur upp á klokkuna og sær, at hetta fer at knípa. Hann pakkar í ein fart og drønar á flogvøllin. Hann lendir í Olso stutt eftir klokkan 23, og skal verða á Ullevaal leikvøllinum áðrenn
enn at bíða. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á væl nøgda Sigfríð Clementsen, stafðesti B36-venjarin eisini, at hetta hevði verið júst eftir uppskriftini. - Vit skuldu út at spæla og út fyri at gera [...] venjaranum vóru greið undan dystinum. B36 skuldi ikki stilla seg aftur at spæla tindasvínafótbólt. Teir skuldu vera við til at mynda dystin, tó at størsti denturin sjálvandi skuldi leggjast á verjupartin [...] ikki gerandis kostur í so máta. Spurdur um hetta, kundi venjarin illa dylja, at hann var errin av sínum monnum, men hann manar framvegis til, at beinini skulu haldast væl og virðiliga á jørðini. - Vit eru
stevnur, so er so at siga einki politiskt tiltak framt, sum hevur borið boð um, at nú fer tað at vera. Á gravarbakkanum Sjónvarpssendingin sunnukvøldið gav týðuligar ábendingar um, at Svínoy so at siga er [...] mikudagin, so var trongdin at geva positivan hugburð til kennar so stór, at tað ikki er so torført at ímynda sær, at onkur kanska fer at fáa ta hugsan, at kanska tað verður øðrvísi, enn Óli á Geilini sær [...] r. Fokus var kortini á oynni og útjaðaranum í ein lítlan hálvan tíma. So nógv høvdu tingmenn upp á hjartað um útjaðaran og serliga Svínoynna, og so fæst at síggja, um nakað fer at spyrjast burturúr, tá
havt so góðar møguleikar sum nakar at skapt teir neyðugu karmarnar, so at vinnan í Suðuroy fekk umstøður at virka. Hans Andrias Joensen vísur á, at politikarar og aðrir suðuroyingar føra fram, at orsøkir [...] bestan hug at kalla avtøkumálaráðharra, eftir at hann fyrst avtók alivinnuna og nú eisini ætlar sær at avtaka Framtaksgrunnin. ? Eg kann eg bara siga fyri meg, at eg eri til reiðar at verða varpaður á dyr, sigur [...] Og nú hava suðuroyingar so møguleikan, so fáa vit at síggja, hvat teir fáa klára at stápla á føtur, og um teir síggja ein møguleika at venda gongdini, nú teir fáa møguleikan at byrja við skuldarfríir.