Oddaliðið í Formula deildini, EB/Streymur, hevur vunnið á øllum feløgunum í ár. Tó er tað eitt undantak. EB/Streymur hevur tvær ferðir vitjað í Runavík, og báðu ferðirnar hevur NSÍ fingið fulla úrtøku.
Sunnudagin fær EB/Streymur enn ein møguleika at fáa bilbukt við NSÍ. Oyggjauppgerðin verður á Mølini, har heimaliðið ikki hevur tapt higartil í ár. Tíggju ferðir hevur EB/Streymur átt heimavøll. Átta ferðir hava teir fingið fulla úrtøku, og tvær ferðir hevur úrslitið verið 1-1 móti KÍ og HB.
Um tað eydnast samansetta liðnum í Sundalagnum at fáa fulla úrtøku, so fer tað at síggja avbera gott út í kappingini um FM.
Tað er dyggur smeitur, at liðformaðurin og stýrimaðurin í verjuni, Egil á Bø, ikki verður førur fyri at spæla, tí hann mikukvøldið móti ÍF koykti fótin illa. Tað kemur væl við, at hin fasti miðverjin, Marni Djurhuus, nú tykist vera komin fyri seg eftir skaðasteðg. Harafturat telur tað rætta vegin, at Ronnie Samuelsen og Knút Vesturtún, sum vóru leiðbannaðir, tá ið EB/Streymur mikukvøldið vann 2-0 á ÍF, nú eru tøkir aftur.
Jens Martin tøkur aftur
Hjá NSÍ hevur tað hilnast illa tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið mótstøðuliðini hava verið úr høvuðsstaðnum. Sunnudagin tapti NSÍ 3-1 á heimavølli móti HB, og mikukvøldið tapti NSÍ 2-1 í Gundadali móti B36.
Úrslitini seinastu ferðirnar bera við sær, at vánirnar at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð eru nógv versnaðar. Heiðursmerkini eru kortini ikki so ógvuliga langt burtur.
- Seinastu tvey tapini hava verið dýr, og nú hava vit veruliga knívin á barkanum. Vinna vit ikki á Eiði, so eru vit púrasta úti. So har verður tað bara sigurin, sum telur, sigur Sonni L. Petersen. Karstin Joensen hevur verið fínur avloysari millum stólparnar tvær tær seinastu ferðirnar. Sunnudagin verður tað tó ivaleyst Jens Martin Knudsen, sum fer at verja málið. Eftir leikbann er veteranurin aftur tøkur.
Mikukvøldið sótu eisini Brynjolvur Nielsen og Jústinus R. Hansen leikbannaðir uttanfyri. Nú eru teir tøkir aftur. Tí er ivasamt, um unglingarnir Filip Egholm Jacobsen og Jann Martin Mortensen, sum vóru á beinkinum mikukvøldið, hesa ferð fara at fáa boð.