Nú er tað so at siga in, at Svínoyggin verður munnliga endavend, og at Svínoy og harvið útjaðarin eru miðdepul í almenna orðaskiftinum og í miðlunum. Talan tykist vera um gott undirhald og stóra undirtøku, og hjá teimum, sum varða av útjaðaranum, finst ivaleyst einki størri ynski, enn at umrøðan skal bera við sær, at fokus verður sett á trupulleikarnar og ikki minst á, hvussu - og ikki á um - teir kunnu loysast. Tað er í tøkum tíma, tí útjaðarin bløðir sum ongantíð fyrr, og tað er neyvan skeivt at spyrja, um tað man vera komið so langt, at eingin vón er fyri onkrar av oyggjunum. Tað sær rættuliga svart út.
Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani, at mjólkakvotan, sum sigst vera á veg úr Svínoy og í Eysuroy, varð viðgjørd í Løgtinginum. Ta ferðina vóru nógvir á pallinum, og útjaðaraspurningurin í síni heild varð umrøddur. Almenni mjólkastuðulin hevur í hvussu so er partvís verið útjaðarastuðul. Nú er langt millum mjólkineytini í útjaðaranum, og harvið verður nógv størsti parturin av mjólkastuðlinum rindaður í miðstaðarøkinum.
Sunnukvøldið var fín sending í SvF um Svínoy, har eitt nú strandferðslumaðurin Regin Justinussen, Hanna Jacobsen, sum hevur postin, og borgarstjórin og fyrrverandi og vónandi framtíðar alarin lýstu støðuna. Hetta var ein av teimum sendingunum, sum tænir Sjónvarpi Føroya til miklan sóma, og hetta var sending, sum vísti, at útoyggjarnar eru gott miðlatilfar. Steintór Rasmussen og Studio Pegasus høvdu nakað herfyri leygarkvølds sendingar, har evnið var upplivingar og prát á ferð við Másanum til Fugloyar og aftur í Hvannasund. Tað var áhugavert og upplýsandi, og tað hevur tað eisini verið, tá ið teir í Pegasus hava vitjað í Kalsoynni. Akkurát sum allar hinar sendingarnar, ið óføru klaksvíkingarnir borðreiða við.
Tað var Tórbjørn Jacobsen, tingmaðurin hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy, sum spurdi um mjólkakvotuna í Svínoy. Í Sjónvarpinum sunnukvøldið gav borgarstjórin í Svínoy, Eyðun Jacobsen, til kennar, at tað hevur stóran týdning fyri tey, sum búgva í Svínoy og ivaleyst á hinum smáplássunum, at tað eru signal, sum siga, at tað er áhugi fyri smáu samfeløgunum. Tað varð nevnt, at teir har úti kanska høvdu fingið eitt sindur av nýggjum móti um, at okkurt fór at spyrjast burturúr frá almennari síðu, tí nú høvdu eisini tingmenn aðra staðni frá enn úr Norðoya valdømi sýnt bygdini og grundarlagnum undir henni áhugað.
Mikudagin var tað Karsten Hansen, tingmaðurin hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum, sum í munnligum fyrispurningi fregnaðist eftir, hvat var hent í útjaðaramálinum og viðvíkjandi samferðsluni til Svínoyar, síðani hann saman við Jógvani við Keldu, landsstýrismanni í útjaðaramálum, vitjaði í Svínoy síðsta summar.
Tjóðveldismaðurin legði afturat, tá ið hann setti fyrispurningin fram, at hann og hinir tingmenninir í Norðoyggjum vóru bjóðaðir at vera við í ferðalagnum hjá landsstýrismanninum, men at tað bara var hann, sum møtti í Hvannasundi henda morgunin. Samgongutingmenninar sást einki til, hóast Másin bíðaði fitta løtu, men landsstýrismaðurin og fulltrúðarnir og tjóðveldistingmaðurin høvdu havt ein góðan og kunningarríkan dag í Svínoy, har blíðsskapurin sum altíð var stórur, visti tjóðveldismaðurin at siga. Og løtu seinni nýtti Annita á Fríðriksmørk eitt sindur av sínum minutti at takka partamanninum fyri, at hann hevði verið í Svínoy, hóast hinir tingmenninir í Norðoyum ikki høvdu verið tað!
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, svaraði. Tingskipanin avmarkar talutíðina hjá hvørjum einstøkum tingmanni rættuliga nógv, tá ið talan er um munnligar fyrispurningar. Fokus var kortini á oynni og útjaðaranum í ein lítlan hálvan tíma. So nógv høvdu tingmenn upp á hjartað um útjaðaran og serliga Svínoynna, og so fæst at síggja, um nakað fer at spyrjast burturúr, tá ið allir flokkar og flestu tingmenn tykjast sinnaðir at nýta hugflog og fíggjarliga orku til at fáa útjaðaran á føtur. Higartil hevur talan ikki verið um nógv annað enn føgur orð, og síðani Útoyggjafelagið fór undir sítt arbeiði og sínar stevnur, so er so at siga einki politiskt tiltak framt, sum hevur borið boð um, at nú fer tað at vera.
Á gravarbakkanum
Sjónvarpssendingin sunnukvøldið gav týðuligar ábendingar um, at Svínoy so at siga er komin á gravarbakkan. Har eru millum 20 og 30 fastbúgvandi fólk og burtursæð frá samfelagstænastunum og eitt sindur av landbúnaði er einki arbeiði. Miðalaldurin er rættuliga høgur, og har eru eingi børn og eingi ungfólk.
Ein bygd, har tað ikki er handil, og har eingin skúli er, tað er ein illa stødd bygd. Soleiðis tók Irena Joensen, sála, sum var bygdarráðsformaður í Svínoy og eitt av álitisfólkunum har úti, til meiri enn eina ferð. Hon fór sjálv at handla, tá ið eingin annar handil var í bygdini. Nú er eingin handil, og nú eru eingi skúlabørn í Svínoy.
Tað er eingin troyst fyri svínoyginar og Føroyar, at støðan ivaleyst er uppaftur verri í onkrari aðrari útoyggj, enn hon er í Svínoy.
Sunnukvøldið vísti landsstýrismaðurin í útoyggjamálum á ítøkilig viðurskifti og umstøður í gerandisdegnum, sum eru út av lagi vánalig, og sum tað hevði verið ein hjálp at bøtt um. Eitt nú, tá ið olja skal latast á tangarnar. Landsstýrismaðurin helt, at tað hevði verið eitt stig rætta vegin, um útoyggjafólkini høvdu sloppið undan baksinum við oljutunnunum, og tað er nevyan nakar ósamdur við honum í. Politikararnir og øll onnur vita, at hetta fer ikki at bjarga nakrari bygd ella oyggj.
Tað eru onnur viðurskifti, sum útoyggjafólk liva við, og sum samfeløgini inni á fastlandinum høvdu hildið verið heilt burturvið. Eitt dømi eru bløðini. Í stórum parti av landinum verða bløðini borin út hvørt kvøld. Í t. d. Svínoy og Fugloy fáa tey bløðini við postinum dagin eftir, at tey flestu hava fingið tey, og bløðini, sum aðra staðni verða borin haldarunum fríggjakvøld, fáa tey í útoyggjunum við postinum mánadag. Tá fáa tey møguleika at síggja vikuskiftislesnaðin.
Fyri fáum vikum síðani fór FM sendarin hjá svínoyingum. Um sama mundið var eingin millumbylgjusendari. Tá var onkran dagin neyðugt hjá teimum í Svínoy at ringja inn á fastlandið fyri at vita, hvørji tíðindi vóru at frætta í Útvarpinum! Tey kendu tað vera sum fyri hundrað árum síðani.
Nú ella ongantíð
Í Løgtinginum seinnapartin mikudagin varð nógv tosað um samferðsluna, um tunnilin yvir í Havnina, um eina møguliga havn í Havnini og um nýtt strandferðsluskip fyri Másan, sum varð bygdur í 1959.
Forkanningar og royndarboringar og seismikkskjótingar ætlast at verða gjørd í summar og næsta ár, upplýsti landsstýrismaðurin, og so verður tað vónað, at tað kanska fer at bera til at seta eitt sindur av pengum til sjálvt arbeiðið av á fíggjarlógini fyri 2008. Svínoyingar hava sjálvir syrgt fyri serfrøðingakanning, sum roknar við, at útreiðslan av ætlanini verður niðanfyri 30 milliónir. Frá almennari síðu verður roknað við, at ætlanin fer at kosta í minsta lagið hálvt hundrað milliónir, varð sagt í sjónvarpinum sunnukvøldið og endurtikið í Løgtinginum mikudagin.
Tingmenn vístu mikudagin á, at samferðslan hevur alstóran týdning, og at hon kortini ikki er alfa og omega. Men eingin ivi er um, at hon er fyritreyt fyri øllum øðrum, og tí er alneyðugt at fara undir hetta arbeiðið. Bjarni Jacobsen, sum í níti árunum og fram til fyri stuttum hevði smoltstøð í Svínoy og harvið rindaði løn til fleiri starvsfólk, er 72 ára gamalur, og hann staðfesti sunnukvøldið, at higartil hava svínoyingar ikki sæð stórvegis meiri til politikararnar har úti, enn tá ið teir upp undir val eru komnir út at biðja um atkvøðurnar!
Bjarni Jacobsen vísti eisini á, at burtursæð frá teimum 14 milliónunum, ið vórðu nýttar til bátahylin, sum tað higartil ikki er fingin so stór nytta burturúr, uttan tað at byggingin í fleiri ár var inntøka hjá fleiri í bygdini, so hevur einki frá almennari síðu verið játtað Svínoy. Sammett við t. d. Kalsoynna, har kanska tvey hundrað milliónir eru lagdar í samferðslukervið, er talan um lítla upphædd. Kalsoyggin tykist kanska hava møguleika at menna seg, og í fleiri øðrum førum hevur tað verið eyðsýnt, at nýmótans samferðsla er al neyðug.
Í Norðoyggjum eru Viðareiði, Hvannasund, Norðdepli, Árnafjørður, Haraldsund og Kunoy dømi um bygdir, sum sammett við útjaðaran hava tað gott. Ferðsluæðrarnar eru ikki alla staðni so ógvuliga góðar, men tað ber til at ferðast til og frá, og tað hevur gjørt stóran mun. Um tunnlar og byrgingar ikki vórðu gjørd seinastu 30-40 árini, so hevði støðan í hesum bygdum og økjum uttan iva verið nógv verri, enn hon nú er.
Vegurin rakk eisini til Múla, men sambandið tann vegin kom ikki í nóg góðari tíð. Fólkagrundarlagið var farið undan bygdini frammanundan, og tað er tann støðan, sum hóttir Svínoynna, um sambandið ikki verður væl tryggari og skjótari heilt skjótt. Tað er nú ella ongantíð.
Stóra uppgávan
Avbjóðingin hjá politiska myndugleikanum er stór. Undirskotið á fíggjarlógini í ár varð roknað til 200 milliónir krónur, tá ið lógin undan ársskiftinum varð samtykt. Við gongdini í útreiðslunum og inntøkunum seinastu tíðina í huga er einki at ivast í, at roknskapurin fer at vísa munandi størri hall enn tað, sum í lógini verður roknað við, og tað er ilt at ímynda sær, at tað tey næstu árini fer at verða so nógv øðrvísi, um fyritreytirnar ikki fara at broytast munandi.
Spurningurin er so, hvussu tað skal raðfestast. Óli á Geilini í Svínoy staðfesti sunnukvøldið, at nú verða ringu tíðirnar og fallandi inntøkurnar nýttar sum umbering fyri, at einki verður gjørt har úti. Men hann fjaldi ikki, at hann hevði einki álit á, at politiski myndugleikin mundi fara at raðfesta útjaðaran hægri, um so landið fór at flóta í pengum, sum hann tók til.
Sambært orðaskiftinum í Løgtinginum mikudagin, so var trongdin at geva positivan hugburð til kennar so stór, at tað ikki er so torført at ímynda sær, at onkur kanska fer at fáa ta hugsan, at kanska tað verður øðrvísi, enn Óli á Geilini sær fyri sær. Men svínoyingar hava drúgvar royndir, tá ið tað ræður um hetta, og hóast teir vóna, at politiski viljin fer at bera t. d. betri samferðsluumstøður við sær, so vita teir betri enn nakar annar, at talan er um ógvuliga tógvið stríð og strev.
Poul Michelsen og Anfinn Kallsberg vóru ítøkiligir. Poul staðfesti, at tað ikki ber til at rokna bjargingina av útoyggjunum at hoyra undir vanligar kommunalar uppgávur og vanligar uppgávur hjá landinum. Tað er neyðugt við heilt serligum átøkum frá landsmyndugleikunum, sum eru teir einastu, ið megna at lyfta teimum. Og Anfinn Kallsberg vísti á Útjaðaragrunnin, sum kundi verið amboð til íløgur og framburð í útjaðaranum.
Um Løgtingið hevði játtað 5-10 milliónir í útjaðara íløgum á hvørjum ári, og um t. d. Útoyggjafelagið fekk møguleikan at arbeiða við tilmælum um, hvussu peningurin skuldi raðfestast og nýtast, so hevði sjøtul verið settur á bjargingararbeiðið, sum skal gerast nú. Kanska búsetingin í Svínoy so hevði borið boð í bý. Um tað fer at eydnast at varðveita búsetingina í verri staddum støðum eru vánirnar uppaftur verri fyri.