liva við skaðanum, sum hevur argað hann meira enn væl er. Allan Joensen er sonur John Sigurd Joensen, sum var tiltikin fótbóltsspælari, og hann er beiggi Jan Joensen, sum var liðskipari á KÍ-liðnum, sum [...] ðir, tó uttan at hann er vorðin frískur. Allan Joensen hevur seinasta árið hildið fullkomiliga frí frá øllum ítrótti, men framvegis hevur hann trupulleikar við hælsinuni, sum er slitnað tvær ferðir. ? [...] skóm, men um morgnarnar havi eg altíð pínu, tá eg fari av songini. Enn er ikki hugsningur um at fara at renna, men tá skurðurin er púra frískur aftur, ætli eg mær at fáa viðgerð og venja beinið aftur.
hon á stemplikortinum. Eftir at gentan var liðug at arbeiða, roykti hon eina sigarett, og fór hon síðan saman við beiggja sínum, ið arbeiddi saman við henni, til hús. Gentan metti, at klokkan var einar tíggju [...] av, at tað kavaði hetta kvøldið, átti sýnið at verið so mikið vánaligt, at gentan ikki kundi sæð andlitið á ákærda. Men gentan vísti á, at sýnið ikki var so vánaligt, hóast tað kavaði. Hon segði, at ikki [...] beiggja sínum frá. Gentan segði, at tá hon sá ákærda fara inn gjøgnum smoguna til Marco Polo, hugsaði hon bert, at tað var løgið, at ákærdi gekk har so seint á kvøldi. Dagin eftir hevði gentan frætt um eldin
fiskivinnuni. Tað er uppskotið frá ráðnum um, at fiskidagarnir í framtíðini skulu seljast á uppboði, sum serliga hevur fingið reiðarar at vakna við kaldan dreym. Ein teirra er Bjarti Mohr, sum er stjóri í fyritøkuni [...] gin frá Búskaparráðnum kom, er, hvør skal gjalda fyri fiskidagarnar. Enn er hann ikki komin til eitt svar, tí tað heldur hann vera sera torført. ? Hýruparturin í Føroyum er tann dýrasti í heiminum, og [...] betri enn væl. Enn er alt ov lítið avlop til, at vinnan hevur møguleika til at endurnýggja seg. Tí heldur Bjarti tað vera púra burturvið, at koma við hesum uppskoti, sum beinleiðis er steinur omaná byrðu
vandar eru fyri, at hon kemur at hava óhepnar avleiðingar fyri lítla føroyska samfelagið! -Tað er ein torførur spurningur. Sjálvur haldi eg tað er sera umráðandi at fáa gjørt eina demografiska, mentanarliga [...] Partnership? og sum í hesum døgum er í Føroyum í sambandi við, at GEM hevur opið hús í Müllers Pakkhúsi. Jan Evensen heldur tað vera sera gott, at arbeiðið hjá GEM eisini er komið til at umfata nettup try [...] gongd um henda spurningin, men tá talan er um eina tilbúgvingarskipan (beredsskapsplan) so hvílir ábyrgdin á føroyskum stovnum. -Skulu vit bora í ár 2001, so er tað avgjørt neyðugt at fáa hesi viðurskiftini
hennara eru í Heimamissiónssangbókini og Sálmabókini. Ì dag er tað Maria Larsen , sum letur orðini í skaldskap. Hetta er ein fragd. Hon sigur, at hon er søkjandi? og eru mong skald tað - serliga ung. Jú sanniliga [...] skaldini duga at tala og fáa hetta sagt á ein hátt, sum er okkum øðrum at gagni. Hetta er ein máti at gera tað uppá, at vísa á ta skapandi megina, sum er í okkum og kring okkum. Maria, slepp ikki penninum, [...] nøgd?. men tú ert longu á veg?. Hvør listin er størst, tað skrivaða orðið, tónleikurin ella myndlistin, ja, tað er torført at siga. Mætir menn halda, at tað er eingin munur, tí hvør listagreinin hevur sín
hendingar, sum hava skelkað okkara lítla samfelag. Og hvørja ferð er tað ungdómur í fagrasta blóma, sum verður ryktur hiðani. Nú kunnu vit spyrja okkum sjálv, hvussu er føroyska samfelagið brynjað at taka [...] um er eitt ja, má størri orka leggjast í tað fyribrygjandi arbeiðið! Eisini er spurningurin, um lóggávan ikki eigur at verða strangari, so vit sleppa undan náttarkoyring við nógvari ferð? Henda er oftast [...] hendingum, sum knappliga raka familjur, vinir, býlingar ella bygdir. ? Er kreppuhjálpin til avvarðandi nóg skjót og góð? Um hon ikki er tað, hvussu kunnu vit so brynja okkum betri? Harafturat mugu vit aftur
sosialu og mentanarligu gongdini, sum er um allan heim í dag. Tískil er tann nýmótans manndómsroyndin ella kvinnuroyndin ? nú skal tað jú eitast, at rættindini er eins fyri bæði kynini ? at fáa eina m [...] Hetta árið er, fyri tey flestu av okkum eitt psykosomatiskt moratorium, sum sálarfrøðingurin Erik Erikson kallar tað. Hetta merkir, at árið er eitt deytt tíðarbil, hvat lesnaðinum viðvíkur. Og tað er í hesum [...] ið mær er sýndur av mínum floksfelagum, ið eins og eg vóru í fimleikarhøll Vágs skúla og tóku ímóti studentsprógvum sínum, við sólstrálum í hjørtunum, tann mjørkatunga jóansøkudagin 1998. Tó er eingin
litaviska uppspælinum. Tað er tí eitt verjukent útgangsstøði, sum fer at eyðkenna HB. Venja nógv Hópurin hjá HB er væl fyri undan dystinum. Bert ein leikari er ikki tøkur, og tað er miðvallarin Kári Nielsen [...] fyrimun. Hann ger tí Kaunas til stórfavorittar, men hann er tó bjartskygdur undan dystinum. ? Vit fara eftir tí lítla møguleikanum, sum hóast alt er til staðar. Vit hava eitt gott og rutinerað lið, sum kann [...] ikki fellur væl út, er eingin møguleiki at vinna. Ongar upplýsingar Tað hevur verið óvanliga torført at fáa upplýsingar um FBK Kaunas til vega. Futbolo Beisbolo Klubas Kauno, sum er fulla navn felagsins
áherðlsu á, at tað er av alstórum týdningi, at tá eitt barn í einum flokki ella í barnagarði missir, so ræður um at skilja, hvat tað er, sum síðani hendir við hesum barni. Samstundis er tað sera týdningarmikið [...] spurningar, og tískil er tað sera týdningarmikið, at vaksin halda eitt vakið eyga við barninum. Ikki noyða tað at tosa, men vera opin og beinleiðis í sínum svarum og práti við tey um tað, sum er hent, greiðir [...] greiðir norski serfrøðingurin frá og heldur fram, at til dømis er skuldarkensla millum børn, sum hava mist sera vanlig. Tað er somuleiðis púra vanligt, at tað at eitt barn missir, skapar ein ávísan ótta í huganum
Lahja Moilanen er pedagog og hevur í mong ár starvast við ungum fólki, ið hava rúsevnistrupulleikar. Men nú er hon vorðin móð av hesum og er farin at lesa til sosialráðgeva. Í hesum sambandi er hon í løtuni [...] næstringarnar. Hetta er munurin á støðuni í Finnlandi og í Føroyum, sigur Lahja. Okkurt má gerast ? Hóast støðan hjá teimum gomlu ikki er vorðin eins álvarsom í Føroyum, sum hon er í Finnlandi, er mín áskoðan, [...] trupulleikar í Finnlandi ? Tað, at land tykkara er so lítið, ger, at tey eldru hava tað betri hjá tykkum enn í Finnlandi. Finnland er eitt stórt land, og tí er ofta langt hjá børnunum at koma at vitja gomlu