? Tey gomlu eru veruliga megin í samfelagnum

? Tey gomlu hava kunnleika og royndir frá einum longum lívi. Tí hava vit brúk fyri hesum fólkum, og eiga somluleiðis at taka okkum av teimum, sigur Lahja Moilanen, ið lesur til sosialráðgeva

Lahja Moilanen er pedagog og hevur í mong ár starvast við ungum fólki, ið hava rúsevnistrupulleikar. Men nú er hon vorðin móð av hesum og er farin at lesa til sosialráðgeva. Í hesum sambandi er hon í løtuni í ferð við at kanna viðurskifti teirra eldru í Føroyum, ið hon ætlar sær at skriva høvuðsuppgávu sína um. Hon nemur sær í løtuni kunnleika í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Tórshavn.

Stutta tíðin Lahja hevur verið í føroyum hevur longu givið henni eina áskoðan um eldrapolitikkin í Føroyum.


Stórir trupulleikar

í Finnlandi

? Tað, at land tykkara er so lítið, ger, at tey eldru hava tað betri hjá tykkum enn í Finnlandi. Finnland er eitt stórt land, og tí er ofta langt hjá børnunum at koma at vitja gomlu foreldur síni. Hóast tað í Føroyum eins og í Finnlandi er galdandi, at tey yngru flyta inn til býin, meðan tey eldru sita eftir úti á smáplássunum, so er í Føroyum ikki so langt hjá teimum yngru at fara út á smáplássini at vitja tey gomlu. Í Føroyum ber til hjá næstringum at ferðast úr Havnini til Suðuroyar um vikuskiftini at vitja síni gomlu foreldur, meðan slíkt als ikki ber til, um tú býrt í har suðuri í Finnlandi og foreldrini búgva langt norðuri, vísir Lahja Moilanen á.

? Stóri trupulleikin í Finnlandi er, at øll tey ungu fólkini flyta í syðru hálvuna av landinum, meðan tey eldru verða verandi í norðara endanum. Tað er so galið, at í norðara partinum av Finnlandi búgva bert gomul fólk, sigur Lahja Moilanen. Hon greiðir frá, at av tí at tað í nøkrum kommunum næstan bert búgva eldri fólk, hava hesar kommunur als ikki ráð at skapa nøkur tiltøk fyri tey gomlu, tí eingin er, ið rindar skatt til kommunukassan.

Lahja Moilanen sigur, at í kommununum norðarlaga í landinum er støðan tann, at um tað búgva 4.000 fólk í einari kommunu, so verða ikki fødd meira enn eini 4 - 5 børn um árið. Hetta heldur hon væl sýnir, at tey gomlu búgva fyri seg í lítlum býum, har tey koma at búgva einsamøll, og heldur hon hetta vera ein stóran trupulleika.

Ørsøkin til, at Lahja Moilanen kom til Føroya at skriva uppgávu um viðurskifti teirra eldru var, at hon heldur at Føroyar líkjast eitt sindur Finnlandi við øllum smáplássunum. Tí vónar hon, at hon her í Føroyum kann finna íblástur til, hvussu trupulleikin í Finnlandi kann loysast.


Ikki nóg góð kor

Hóast Lahja Moilanen er komin til Føroya at skriva uppgávu um viðurskifti teirra eldru og at hon vónar at finna íblástur at loysa trupulleikarnar í Finnlandi, heldur hon ikki, at tey eldru í Føroyum hava nóg góð kor.

Finski sosialráðgevin hevur millum annað verið á vitjan í Suðuroynni, og har heldur hon vanda vera fyri, at kommunurnar koma í somu støðu sum í Finnlandi. Vandi er nevniliga fyri, at bert gomul fólk verða eftir úti á smáplássunum, meðan øll tey ungu flyta til miðstaðarøkið.

? Tað kann vera, at børnini fegin vilja hava foreldrini at flyta til miðstaðarøkið saman við teimum, men hetta er ikki so lætt, tí gomul fólk vilja ikki flyta. Tey ynskja at verða búgvandi heima í teirra egnu húsum, sigur Lahja Moilanen.

? Miðsavnanin av teimum ungu ger, at tey eldru fáa trupulleikar at dragast við. Ein tann størsti av hesum er kanska einsemi, og so eru tað eisini trupulleikarnir, ið standast av sjúku. Hetta kenna vit sum stórar trupulleikar í Finnlandi, og tey, eg havi tosað við um hetta, stúra fyri, at hetta eisini fer at gerast ein trupulleiki í Føroyum, vísir Lahja á.

Lahja Moilanen sigur, at tað krevst peningur og fleiri sosialráðgevarar fyri at basa trupulleikanum í Føroyum. Men hon heldur, at hvørki landsins myndugleikar ella sosialráðgevarnir í Føroyum hugsa nóg mikið um tey eldru. Hon heldur, at áhugin fyri vinnulívinum køvir áhugan fyri teimum gomlu. Men hon vísir á, at tey gomlu veruliga eru megin í samfelagnum.

?Tey gomlu hava kunnleika og royndir frá einum longum lívi. Tí hava vit brúk fyri hesum fólkum og eiga somluleiðis at taka okkum av teimum, sigur Lahja Moilanen.

? Mynduleikarnir í Føroyum eru enn ikki komnir so langt, at teir síggja trupulleikarnar hjá teimum eldru. Í Finnlandi eru myndugleikarnir hóast alt komnir longri á hesum økinum, og tiltøk eru sett í verk. Men sjálvandi eru samfeløgini bæði heldur ikki eins. Føroyar eru eitt minni land, har tann lítla fjarstøðan ger, at lættari er at taka sær av hvørjumøðrum. Finnland hevur kanska ikki so nógvar íbúgvar, men landið er stórt, og tí kann fjarstøðan eisini vera stór til næstringarnar. Hetta er munurin á støðuni í Finnlandi og í Føroyum, sigur Lahja.


Okkurt má gerast

? Hóast støðan hjá teimum gomlu ikki er vorðin eins álvarsom í Føroyum, sum hon er í Finnlandi, er mín áskoðan, at okkurt má gerast. Rákið gongur tann vegin, at tey gomlu gerast alsamt meira einsamøll. Nógv av teimum ungu flyta til Danmarkar, og hvør veit um tey fara at koma aftur; eg veit ikki.

? Síðani hava vit eisini øll tey ungu, ið flyta til Havnar. Eg síggi støðuna soleiðis, at bygdirnar bert minka og minka, og at enda verður tað ein gamal, ið er seinastur at flyta úr bygdini, sigur Lahja Moilanen, komandi sosialráðgevi. Í hesum føri heldur hon tað vera alneyðugt, at okkurt verður gjørt. Hon heldur, at hóast einastu íbúgvarnir, ið eru eftir í einari bygd, eru 10 gomul fólk, so er talan um 10 persónar, og eiga hesir at fáa góð kor.

Lahja Moilanen sigur, at tilhald eru góð fyri tey gomlu, ið eru von at vera virkin. Hesi, heldur hon, koma á vitjan í tilhaldunum av sær sjálvum, men hon sær trupulleikar í, hvat gerast kann fyri tey, ið sita einsamøll og sjúk. Hon heldur ikki, at nóg mikið er at bjóða hesum fólkum. Men hon vónar, at tað fer at bera til hjá t.d. Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn eisini at bjóða nakað fyri hesi. Hon heldur, at Tilhaldið er eitt ógvuliga gott hús, men at tað ikki tænir áhugamálunum hjá teimum, ið ikki eru so væl fyri.

? Leiðarin her, Wanja Petersen, hevur eina rúgvu av hugskotum, hvussu ein kann betra um korini hjá teimum gomlu, ið eru sjúk, og vóni eg, at hon fær síni hugskot ígjøgnum hjá myndugleikunum, sigur Lahja Moilanen, ið starvast í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn saman við Wanju Petersen, fyri at nema sær kunnleika um kor teirra eldru í Føroyum.

? Avgjørt er neyðugt við meira peningi og meira starvsfólki, men trupulleikin er sjálvandi, hvaðani ein skal fáa allan peningin. Hesin sami trupulleiki er galdandi í Finnlandi. Ein hevur økir, har næstan bert gomul fólk, ið ikki arbeiða, búgva, og tí er eingin skattapeningur at gera nakað fyri, vísir Lahja Moilanen á.


Røktast heima

Lahja heldur, at ein trupulleiki, ið føroyingar eiga at hugsa um er, at um t.d. ein stovnur fyri eldrarøkt er í Klaksvík og ein eldri persónur, ið ikki klárar seg sjálvan býr í einari av bygdunum fáar kilometrar burtur, so eigur hann ikki at verða fluttur á stovnin móti sínum vilja, hóast talan bert er um fáar kilometrar. Hon ásannar, at tað ikki eru nógvir aðrir møguleikar til at taka, men heldur, at við nóg mikið av peningi og nóg mikið av fólki, eigur at bera til.


Pensjónin ov lág

Lahja Moilanen sigur seg ikki hava sett seg so gjølla inn í føroysku pensjónsviðurskiftini, men hon heldur seg tó beinanvegin kunna siga, at núverandi pensjónsviðurskifti ikki eru nóg góð. Hon heldur pensjónina vera alt ov lága, og vónar hon, at okkurt verður gjørt við pensjónsviðurskiftini sum skjótast.

? Í Finnlandi hava vit eina pensjónsskipan, har arbeiðarin rindar ein ávísan part av inntøkuni í ein pensjónsgrunn, har ein síðani fær sína pensjón, tá ein er komin í pensjónsaldur. Stjórnin gevur vanliga eina grundupphædd umframt, men um privata pensjónin er høg, verður hetta drigið frá almennu pensjónini. Hetta tryggjar øllum pensjónistum eina lagaliga inntøku. Tey, ið hava brúk fyri almennari pensjón, fáa hana, meðan tey ríku ikki fáa almenna pensjón. Hetta haldi eg vera eina góða skipan, sigur Lahja Moilanen.

? Tað eru ikki bert tey fastløntu, ið skulu rinda í pensjónsgrunnin. Talan er eisini um bøndur og sjómenn, og hetta haldi eg vera gott, tí so er eisini teimum tryggjað ein rímulig pensjón, heldur finski sosialráðgevin.

Lahja Moilanen vísir á, at um ein vinnur nóg mikið av peningi, so er eisini ein triði møguleiki fyri at fáa eina góða eftirløn. Hesin er nevniliga sjálvur at spara sær upp til eina góða pensjón.


Kirkjan ger ov lítið

? Eg havi verið heppin at koma nógv runt til ymisk, ið taka sær av eldri fólki í Føroyum, men tað ið undrar meg mest er, at føroyska kirkjan ikki ger tað stóra fyri gomul, sigur Lahja Moilanen. Hon sigur, at í Finnlandi hevur kirkjan eina rúgvu av fólki til at taka sær av teimum gomlu. Eisini hava finsku kirkjurnar tilhald, har tey gomlu kunnu stytta sær um stundir. Hetta er sjálvandi ikki galdandi í hvørjari bygd, men á teimum størru plássunum.

Orsøkin til, at kirkjurnar í Finnlandi hava ráð at reka slík tilhald er, at kirkjuskatturin í Finnlandi er munandi hægri enn hann er í Føroyum. Lahja Moilanen vísir á, at kirkjuskatturin í Finnlandi liggur um 1,3 prosent meðan hann í Føroyum ikki er hægri enn 0,3 prosent. Hetta ger, at finska kirjan hevur ráð at hava fólk í arbeiði til at taka sær av eldri fólki.

Lahja Moilanen sigur, at hon hevur hoyrt, at tað eru ymiskir felagskapir í Føroyum, ið sjálvbodnir taka sær av gomlum fólki, men hon hevur enn ikki havt tíð at vitja hesar felagskapir. Tó vónar hon at fáa stundir til tess eftir páskir.


Mentanin nógv at siga

Lahja vísir at enda á, at støðan í Finnlandi og støðan í Føroyum ikki heilt kunnu samanlíknast. Hon heldur, at mentanin í tí ávísa landinum hevur nógv at siga í hesum máli. Ein kann ikki skilja eldrapolitikkin fyrr enn ein hevur skilt mentanina, og tí heldur hon tað vera sera torført at seta seg inn í viðurskifti teirra gomlu.

Men Lahja er sera áhugað í viðurskiftunum hjá teimum eldru, og vónar hon at fáa nógv burturúr vitjanini í Føroym. Hon heldur, at tey gomlu í Føroyum kunnu læra hana eina rúgvu um mentan og siðaarv. Í hesum sambandi nevnir hun tær mongu hugnaligu løturnar í Tilhaldinum, har hon bert situr áhugað og lurtar, meðan tey gomlu siga frá.