íroknað at niðurgjalda skuldina, sum í løtuni minkar við umleið 9,5 mió. kr. um árið. Tað er skiljandi, at borgarin hevur fingið eina ordans útpurring av útvarpstíðindunum í gjár, men støðan er hon, at Runavíkar [...] Røktarheimi í Runavík. Fyri at fáa ognirnar at javnviga samsvarandi støddarlutfallinum eftir hetta, kom Runavíkar kommuna í ta støðu, at hon mátti leggja 28,7 mió. kr. á borðið - fyri at fáa ognarkassan hjá nýíkomna [...] dýnuna og klíptu í koyggjustokkin fyri ikki at koma út í gerandisdagin og á dekkið. Tí kom tað fyri, at ein pøs av sjógvi mátti til fyri at manna vaktina. Ikki sørt at tað kendist nakað soleiðis fríggjamorgunin
útoyggjunum, sum fekk løgmann at seta eina nevnd at arbeiða við málinum. Endamálið hjá útoyggjanevndini er at gera uppskot til ein útoyggjapolitikk, sum kann vera við ti at tryggja, at útoyggjunum verður lív [...] november at handa løgmanni eitt álit, sum lýsir hvat skal til fyri at skapa virksemi og trivnað á útoyggjunum, sum fleiri eru í vanda fyri at doyggja út. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera ítøkilig [...] hóast nevndin kundi staðfesta, at alt tilfarið, sum nevndin hevur biðið um, ikki er komið inn til ásettu tíðina, fer tað ikki at ávirka tíðarætlanina hjá nevndini. - Vit ælta at hava álitið liðugt til hálvan
tá fólk, sum eiga hesa jørð, eru bangin fyri at hon verður tikin frá teimum við lóg. Tað verður hon ikki. Nakað annað er, um ikki løgtingið skuldi umhugsað at latið Jarðarráðið keypt ognarjørð úti um bygdirnar [...] fólkatalið er minkað og minkar. Tað hevði óivað komið væl við, har garðarnir eru ov smáir sum er. Og hjálpt til at bøndurnir ikki eisini rýma av bygdunum. Eitt tað mest hugstoytta á bygdunum er har bøndurnir [...] verið so, at hann var nøktandi fyri báðar partar. Tað sita ikki so fá gomul á teim ymsu bygdunum, sum eiga ein ella tveir gyllin. Børnini eru farin av bygdini, sjálv orka tey ikki meira, eingin er at keypa
Siðbundna togtoganin ímillum útoyggjarnar er eisini á skránni og annars verða eisini ymisk tiltøk fyri børn. Í sambandi við stevnuna fer strandfarskipið Ritan at sigla allan leygardagin ímillum Hvannasund [...] Leygardagin verður árliga útoyggjastevnan og hesuferð verður hon á Kirkju á Fugloy. Stevnan byrjar longu leygarmorgunin klokkan níggju við morgunmati í tjaldinum og so verður hildið á í einum til út á [...] Fugloy, frá klokkan átta á morgni til á midnátt, og fríggjakvøld verður eisini onkur eykatúrur. Myndin er ein loftmynd hjá www.kortal.fo av Kirkju.
heldur, at stundin er komin at tey staðbundnum eru við til at skipa ferðavinnuna. – Vit sum búgva á útoyggj, skulu ikki standa á síðulinjuni, meðan ferðavinna við risalopum kemur inn á okkum. Tað er neyðugt [...] annað, at samskipa alla ferðavinnuna í oynni, at umboða alla íbúgvar, ið bjóða seg fram í ferðavinnuni, at veita kunning um avmarkingar, ábyrgd og møguleikar og geva kort og kunning út, sum er góðkend [...] Útoyggjafelagið hugsar, at ”ferðastøðin” í fyrsta umfari verður royndarkoyrd á tveimum oyggjum, og at tvey lønt starvsfólk skulu tryggja virksemið. Ætlanin hjá Útoyggjafelagnum er, at landið, kommunurnar og
verið, at landið hevði eina útoyggjaskrivstovu, sum útoyggjafelagið á onkran hátt kundi verið knýtt at, sigur Olga Biskopstø. Enn hevur hon ikki tosað við løgmann um hetta mál, men tað ætlar hon sær at gera [...] slíka skrivstovu, so klára tær ikki einsamallar at fíggja eina útoyggjaskrivstovu, sigur Olga Biskopstø. Hon var samskipari av Útoyggjaáltinum, og nú er hon við arbeiðsbólkinum, sum fyrireikar stovnanina [...] skrivstovu, sigur hon. Samstarv Olga Biskopstø heldur, at eitt hugskot hevði verið, at ein komandi útoyggjafelagið og landsmyndugleikarnir samstarvaðu um eina skrivstovu. ? Enn er einki ítøkiligt í hesum
um at skerpa flutningsskylduna hjá Strandferðsluni, so at hon siglur hvønn dag í árinum. Í sambandi við viðgerðina, hevur vinnunevndin biðið vinnumálaráðið um eitt yvirlit yvir, hvat tað kostar at røkja [...] ðið sigur, at tilsamans kostar samferðslan til útoyggjarnar 21,25 milliónir krónur um árið og tá er tann parturin av útoyggjastuðulinum, sum Strandferðslan umsitur, taldur við. Tilsamans er útoyggjastuðulin [...] ferða- og farmaflúgving til útoyggjarnar, tó so at Suðuroyggin eisini er partur av rutuflúgvingini, sigur Vinnumálaráðið. Vinnumálaráðið vísir eisini á, at allir borgarar á útoyggj, uttan í Nólsoy, fáa
ringt at lata vera við at tulka tað, sum er hent, sum at samferðslan við útoyggjarnar og lívið har ikki er av nóg stórum politiskum týdningi til at nakar veruliga tímir at gera tað, sum er neyðugt, sigur Olga [...] fánýtis. Úrslitið er, at einskiljingin av Farmaleiðum nú er veruleiki, uttan at nakar tykist at hava hugsað um tær avleiðingar, hetta hevur fyri útoyggjarnar, har hvør einasta vøru er tengd at einum flutni [...] Olga. Olga veit, at Strandferðslan royndi at gera vart við trupulleikarnar, sum fóru at standast av einskiljingini, men eftir øllum at døma valdi landsstýrið at lata vera við at lurta. At slíkt yvirhøvur
vilja útlíkna. - Marknaðarbúskapurin er soleiðis háttaður, at tað er brúkarin sum skal gjalda, men vit halda ikki at tað er rætt, at útoyggjafólkið skal vera verri fyri at ferðast, enn vit sum búgva á fastlandinum [...] fyri at koma í samband við høvuðssamferðslukervið. - Veruleikin er tann, at tað kostar meir hjá einum svínoyingi at koma til Havnar, tí hann skal fyrst sigla túrin inn til Hvannasunds, og tað er henda [...] upp til miðvíst at bøta um viðurskiftini hjá útoyggjunum. -Hesin parturin av landinum klárar ikki at styrkja seg sjálvan og tí er neyðugt, at teir fáa tað hjálp teimum tørvar. Hetta er nakað Javnaðarflokkurin
nervaðar av, at fólkið flytur. Tosað hevur verið um frá almennari síðu at gera nakað ítøkiligt fyri at steðga útoyggjadeyðanum. Vitandi at hetta ikki er lætt, tá bara eldra ættarliðið er eftir, tí besti [...] Svínoy komandi vikuskifti. Tað skal vera okkara vón, at eitt nú slík stevna verður við til at seta Útoyggjarnar á landakortið og at røddir haðani fara at verða hoyrdar so langt sum til høvuðsstaðin, har stóru [...] Oddagrein Tað eru nú nøkur ár síðani, at orðið BYGDAMENNING var frammi í nærum øllum greinum og lesarabrøvum fyri ikki at siga í hvørjari røðu á tingi. Víst varð á vandan við, at alt og øll fluttu til Havnar ella