Útoyggjarnar kosta 30 milliónir um árið

Fólk á útoyggj ferðast fyri hálvan prís

Tað kostar 30 milliónir krónur at røkja ferðasambandið til og úr útoyggjum í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð, vinnumálaráðið hevur gjørt, nú løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg, bæði úr Tjóðveldi, um at skerpa flutningsskylduna hjá Strandferðsluni, so at hon siglur hvønn dag í árinum.

Í sambandi við viðgerðina, hevur vinnunevndin biðið vinnumálaráðið um eitt yvirlit yvir, hvat tað kostar at røkja samferðsluna til útoyggjarnar.

 

Vinnumálaráðið sigur, at tilsamans kostar samferðslan til útoyggjarnar 21,25 milliónir krónur um árið og tá er tann parturin av útoyggjastuðulinum, sum Strandferðslan umsitur, taldur við.

Tilsamans er útoyggjastuðulin til flutning ein millión krónur.

 

Afturat tí, ferðasambandið kostar Strandferðsluni, kostar tyrlutænastan 10,1 millión krónur um árið.

Meginparturin av hesi játtan fer til ferða- og farmaflúgving til útoyggjarnar, tó so at Suðuroyggin eisini er partur av rutuflúgvingini, sigur Vinnumálaráðið.

 

Vinnumálaráðið vísir eisini á, at allir borgarar á útoyggj, uttan í Nólsoy, fáa ferðaseðlar fyri hálvan prís Avsláttarskipanin er eisini galdandi fyri tyrluflúgvingina.