Útoyggjarnar gloyndar í framburðsrúsinum  enn einaferð

- Spurningurin er, hvør globalur umheimur skoytir um eitt amputerað oyggjasamfelag, sum í besta føri letur eyguni aftur fyri sínum egna oyggjasamleika. Og ikki minst, hvussu vit onnur ætla at liva víðari í leivdunum, sigur Olga Biskopstø, nú útoyggjarnar enn einaferð eru gloymdar í framburðsrúsinum á meginøkinum

 
Í nakrar dagar sá tað út til, at rúsurin ongan endan fór at fáa. Við Norðoyatunlinum var vegurin asfalteraður lúkst inn í globala umheimin og framtíðina, har onki fór at verða, sum fyrr. Í hátíðarrøðuni tosaði løgmaður um innantjóða altjóðagerð og sá fyri sær eina gongd, sum kundi enda við, at Føroyar verða sum ein oyggj  líka undantikið útoyggjarnar. Onnur høvdu longu heitt á okkum øll um at gera okkum greitt, at eftir Norðoyatunnilin eru Føroyar ikki longur at meta sum eitt oyggjaland. Hvussu tey á útoyggjunum tóku ímóti áheitanini, vita vit ikki. Tey vórðu ikki spurd, og á teimum ytstu av teimum høvdu tey longu ásannað, at ongin ferðaseðil var eftir til tey, tá mynduleikarnir bjóðaðu føroyingum ókeypis flutning inn í framtíðina.
Ein av teimum, ið hevur lurtað eftir røðunum og eygleitt hendingarnar við ivasomum eygum, er Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum. Hon harmast, men undast ikki yvir, at vit enn einaferð hava skoytt eina paragraff upp í føroyska søgu, sum ikki er galdandi fyri útoyggjarnar. Sum so er onki nýtt í, at móti føroyskum globalistum og politikarum stríðast sjálvt útoyggjar til fánýtis. Treisk sum fá, kunnu útoyggjafólk enntá møguliga venja seg við tankan um, at tey ikki eru til. Spurningurin er, hvør globalur umheimur skoytir um eitt amputerað oyggjasamfelag, sum í besta føri letur eyguni aftur fyri sínum egna oyggjasamleika  í ringasta skammast yvir hann. Og ikki minst, hvussu vit onnur ætla at liva víðari í leivdunum av politiska snævurskygninumog vantandi visjónum.
Lívsnervin kvett
Nú gerandisdagurin aftur pikkar á dyrnar, má Olga Biskopstø bara ásanna, at gjógvin millum útoyggj og meginøki veksur proportionalt við at tænastustøðið á meginøkinum hækkar, og at gjógvin tískil er størri enn nakrantíð.
- Tað er ikki bara tað, at alt á útoyggj stendur í stað, sum ger munin so týðiligan. Í løtuni gongur tað beinleiðis afturá, við tað at tænastustøðið á útoyggj lækkar, sigur Olga.
Eitt tað feskasta dømi er einskiljingin av Farmaleiðum, ið hevur við sær, at ongin longur hevur ábyrgdina av, at vøruflutningurin til og frá útoyggjunum er á einu nøktandi støði. Útoyggjafelagið fekk ongantíð eina grundgeving fyri, hví hendan uppgávan skuldi takast frá Strandferðluni og latast á privatar hendur. Felagið royndi fleiri ferðir verða hoyrt í málinum, men til fánýtis. Úrslitið er, at einskiljingin av Farmaleiðum nú er veruleiki, uttan at nakar tykist at hava hugsað um tær avleiðingar, hetta hevur fyri útoyggjarnar, har hvør einasta vøru er tengd at einum flutningsmøguleika.
- Vit kunnu bara staðfesta, at lívsnervin til útoyggjarnar nú er kvett, sigur Olga, sum júst hevur verið á fundi við landsstýrismannin í innlendismálum, Jacob Vestergaard, í eini roynd at bjarga pettunum av syndraðu flutingstænastuni.
- Landsstýrismaðurin hevur lovað at gera, hvat hann kann fyri at finna eina loysn á málinum, men enn er ongin komin við einum boði uppá, hvussu hetta skal gerast. Beint nú bendir alt á, at einskiljingin skuldi fara fram fyri einhvønn prís  eisini um tað merkti, at útoyggjarnar fullkomiliga vórðu hektaðar av meginøkinum og framburðinum annars, sigur Olga, sum ivast í, um politikarar og fólk á meginlandinum duga at ímynda sær, hvørja støðu einskiljingin av farmaleiðum ítøkiliga hevur sett útoyggjafólk í. Sum dømi nevnir hon, at um ein fugloyingur skal senda ein pakka til Havnar, endar pakkin í einum pakkhúsi í Hvannasundi, har ongin hevur ábyrgd av, at hann kemur víðari. Tað má fugloyingurin sjálvur syrgja fyri við at ringja eftir einum flutningsbili. Tað vil siga, at um nú fýra fugloyingar senda hvør sín pakka sama dag, standa kanska fýra ymiskir flutningsbilar á keiuni í Hvannasundi klárir at koyra hvør sín pakka til Havnar.
- Beint nú valdar fullkomin ruðuleiki á økinum, og ongin loysn er í eygsjón. At støðan skuldi gerast so akutt, er ikki bara harmiligt, men hevði verið púra óneyðugt, um bara onkur hevði tíma at givið sær stundir at hugsa um avleiðingarnar, sigur Olga.
Skúladømi um vantandi fatan
Fyri Olgu er einskiljingin av Farmaleiðum eitt skúladømi um vantandi fatanina av, hvat tað vil siga at búleikast á útoyggj.
- Eg vil helst ikki trúgva, at hetta botnar í beinleiðis óvilja. Men tað er ringt at lata vera við at tulka tað, sum er hent, sum at samferðslan við útoyggjarnar og lívið har ikki er av nóg stórum politiskum týdningi til at nakar veruliga tímir at gera tað, sum er neyðugt, sigur Olga.
Olga veit, at Strandferðslan royndi at gera vart við trupulleikarnar, sum fóru at standast av einskiljingini, men eftir øllum at døma valdi landsstýrið at lata vera við at lurta. At slíkt yvirhøvur hendir, heldur Olga vera ófatiligt, tí uttan mun til, hvør orsøkin til einskiljingina av Farmaleiðim er, frítekur tað ikki landsspolitikarar fyri at hava ábyrgdina av øllum landinum og ikki bara einum parti av tí.
- Beint nú er tað ikki so løgið, at útoyggjarnar mest sum kenna seg sum eitt haft um beinini á landspolitikararnum  og tað hava tær gjørt leingi, sigur Olga og leggur afturat, at tey eldru á útoyggj eru so von við at vera við sviðið soð, at tey hava lært at klára seg kortini. Øðrvísi er við yngra ættarliðnum, tí tað sigur seg sjálvt, at vantandi politiski viljin at skapa karmarnar tekur dirvið frá teimum yngru at búseta seg á útoyggjunum.
- Men spurningurin er, um okkara politikarar yvirhøvur eru áhugaðir í at útoyggjafólk royna at halda lív í heimbygdini. Í heila tiki er tað ómetaliga trupult at fáa nøkur greið tekin um, hvat politikararnir ætla við útoyggjunum. Frá politiskari síðu kunnu signalini illa skiljast øðrvísi enn, at um bara vit øll lata eyguni aftur nóg leingi, so hvørva trupulleikarnir av útoyggjunum av sær sjálvum. Og tað gera teir jú, tí við verandi framferðarhátti verður onki lív á útoyggj um fá ár. Spurningurin er so bara, hvat tað er fyri ein trupulleika, vit hava loyst, sigur Olga.
Misskilt altjóðagerð
Eitt kunnu vit í øllum førum vera vís í, og tað er, at uttan útoyggjarnar hvørvur tann ymiskleiki, sum ger Føroyar til nakað serstakt. So kunnu vit í frið og náðum brúka orkuna og pengarnar uppá stórar handilsmiðstøðir og bústaðarætlanir á meginøkinum, sum fáa Føroyar at líkjast túsundtals øðrum útlendskum provinsbýum.
- Men er hetta tað, vit vilja?, spyr Olga, sum undrast yvir, at meðan rúsurin heldur á og ferðin bara økist, tykist ongin at gáa eftir, hvar vit eru á veg. Nógva tosið um, hvussu okkara samfelag skal síggja út í 2015, átti at verið eitt upplagt høvi at hugt nærri at, hvørji virði hetta samfelagið skal byggja á. Í staðin verða hesi virði trampað undir fótunum í eini miskiltari roynd at vera so modernaður og altjóðaligur, sum til ber, sigur Olga, og leggur afturat, at um tað er ynski um at hava ein leiklut í altjóðagerðini, sum fær okkum at skammast yvir bygdasligar og ótíðarhóskandi útoyggjar, má onkur hava misskilt okkurt.
- Altjóðagerð spyr ikki eftir, hvussu modernaði vit eru, men verður til í einum samspæli millum smærri eindir við kjølfesti í egnum lokalum samleika. Vilja vit ikki kennast við henda samleika, hevur globali umheimurin heldur onga orsøk til at vilja kennast við okkum. Tá er leikluturin í altjóðasamfelagnum ikki bara gloppin okkum av hondum  vit hava eisini mist tað fjøbroytni, sum kundi fóta okkum aftur og gjørt tað liviligt fyri øll í okkara oyggjasamfelag, sigur Olga.