Útoyggjaálitið

Útoyggjaálitið er komið á borðið. Vit hoyrdu nakað í Fimmaranum um hvat stendur í tí.

 

Palli Dalsgaard



Útoyggjaálitið er komið á borðið. Vit hoyrdu nakað í Fimmaranum um hvat stendur í tí. Sjálvandi ljóðar sumt av tí, har er komið á pappírið, sum ynskidreymar, tað vil so vera, og kostnaðurin av mongum ovurhonds dýrur. Tað er nakað, sum politikararnir mugu taka støðu til, vónandi verður okkurt av tí, har stendur, til nyttu og gleði hjá teimum, sum hava hasa hjálpina fyri neyðini.

Spurningurin um uttanbygdajørð var eisini frammi í Fimmaranum. Hesin spurningur hevur mangan verið á lofti, tá fólk, sum eiga hesa jørð, eru bangin fyri at hon verður tikin frá teimum við lóg. Tað verður hon ikki. Nakað annað er, um ikki løgtingið skuldi umhugsað at latið Jarðarráðið keypt ognarjørð úti um bygdirnar og lagt hana afturat teimum festigørðunum, sum eru á plássinum.

Keypsprísurin mátti verið so, at hann var nøktandi fyri báðar partar. Tað sita ikki so fá gomul á teim ymsu bygdunum, sum eiga ein ella tveir gyllin. Børnini eru farin av bygdini, sjálv orka tey ikki meira, eingin er at keypa, tí fólkatalið er minkað og minkar. Tað hevði óivað komið væl við, har garðarnir eru ov smáir sum er. Og hjálpt til at bøndurnir ikki eisini rýma av bygdunum.

Eitt tað mest hugstoytta á bygdunum er har bøndurnir leggja frá sær. Bóndin skapar eitt lív alla tíðina, vit leggja tíverri ikki merki til tað so leingi fólk er á bóndagørðunum, ikki fyrr enn tey eru farin, gongur tað upp fyri okkum hvat virði tey høvdu. Trúgvi ikki, at nakar hevur nakað ímóti at útoyggjarnar fáa hjálp til sjálvhjálp. Tvørturímóti unna vit teimum tað væl og vóna, at tað fer at gagna teimum væl. Men so løgið tað ljóðar eru nógvar av teim smáu bygdunum í somu støðu sum útoyggjarnar hvat fólkaflyting viðvíkur, hóast vit hava bæði gott ferðasamband og skúlar.