abban, og var tað fylgjandi ørindi, sum til seinast var sungið á grøvini sum ein vøkur heilsan til abban: Góði abbi vit tær siga várt farvæl á síðstu ferð uggast vit tí inniliga, tú nú ein Guds eingil er [...] minst á tí stóra fylginum, sum fylgdi honum til gravar. Tað var eisini rørandi at hoyra Beintu í kirkjunu greiða frá, hvussu góðan pápa hon hevði átt. Eisini høvdu abbasynirnar eina seinastu heilsan til [...] Skúlin var spurdur av bankanum, hvønn næming teir hildu egnaði seg best til bankayrkið, og hann vísti á Per. Per var tískil í Føroya Banka í 28 ár, og hevði orð fyri at vera nærlagdur og samvitskufullur.
so sást tað als ikki á tær, at tú var blivin so gamal. Tú var sera herðabreiður, og sjúkrahússongin seinastu dagarnar var næstan ov stutt hjá tær. Ein vinkona, sum var við mær á Eiði fyri fáum vikum [...] Fyri nógvum árum síðan sendi eg tær eina føðingardagsheilsan í Sosialinum. Yvirskriftin var: »Til verðsins besta abba!« Í dag finni eg eingi orð, sum lýsa teg betur enn tað sama: Verðsins besti abbi [...] at tú, sjálvt eftir at verða komin væl upp í 80´ini, kláraði hetta. Tey síðstu árini búðu tit saman á Korndalsbýlinum, har tú so gott sum ongantíð fór frá ommusa lið. Tú sat trúfastur hvønn dag og hjálpti
ár í USA. Tó seinni studentsprógv í Hoydølum, arbeiddi eitt skifti á Hotel Borg og á sakførarakontóri í Havn, og ein dag finna vit hana á eksportteknikaraskúla í Jyllandi. Hon visti, hvat hon vildi og hevði [...] Tú situr í Vesturkirkjuni. Fullsett. Fólkið sílar inn og flýtur spakuliga upp á pláss. Smædar heilsanir og varislig nikk, meðan andaktin sígur niður yvir fylgið. Onkur gongur til og frá og vísir teim seinastu [...] hon upp í tryggum og fjøltáttaðum heimi millum tvær systrar og ein eldri beiggja. Borin undir belti á sólheitum víddum í eysturlondum, har foreldrini strevaðust teirra bestu ár. Hon bleiv tó borin í heim
gekk fyri seg, bæði í bygdini og í landinum, á sjógvi og landi. Hann fór ikki víðan, men tá LÍF spældi á heimavølli, fór hann altíð niðan á Brekku, har hann stóð á sunnara enda. Hesi seinnu árini gekk tað [...] hann doyði í 1973. Hon fylti 80 um jólini. Tey seinastu knappliga tríati árini hevur hon verið á Pleygudeildini á landssjúkrahúsinum. Tey bæði fingu tvey børn. Dótturin eitur Julia, hon er gift við Randal [...] fluttu niðan á Bønhúsmørk, hava vit aftur verið grannar, og fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað vóru góðir grannar, vit komu at búgva uppat. Vit tosaðu saman dagliga, og hóast hann ikki á nakran hátt
eisini, hvussu Jóhan bjóðaði á gátt heima á Skipanesi, har hann setti seg niður á stólin og spældi krevjandi klassisk harmonikustykki fyri mær. Hetta var imponerandi, og tú skilti á lagnum, at hann legði nógvi [...] ov tíðliga her av foldum). Tá eg slapp upp í part, vóru tað Jóhan á harmonikuni, Torleif Hansen á bassinum og gøtumaðurin Atli Gregersen á trummum. Teir manglaðu guitarleikara, og eg – nakað væl yngri enn [...] Føroyar mong vikuskifti á tamb og spældu dansitónleik. Svóvu á Sandi, hjá Elisi, sála, eitt vikuskifti, tá dansur var har. Spældu til nýggjárshald í Vági. Vóru fastir fúsir hóskvøld á dansistaðnum Kvøldlot
fórt frá okkum. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tú fórt á hospitalið og stutt eftir sendur niður, har tú so endaði tínar dagar. Eg fekk líka heilsa upp á teg í ambulancanum í Vestmanna, áðrenn tú fórt, eg bað [...] umsorgan, sum tú vísti okkum. Til seinast vil eg takka tær fyri alt tað tú vart fyri okkum. Ein lítil heilsan til ommu, Jesus pápi veri hjá tær og gevi tær styrki, einaferð skulu tit møtast aftur. Hvíl í friði
óteljandi ríkar løtur á skúlanum og á útferðum í haga og við báti. Vit eru takksom fyri at okkum unntist at kenna teg og arbeiða saman við tær - æra verið títt minni! Heilsan, Starvsfólkið á Tekniska Skúla í [...] Jákup Pauli vaks upp á Vágsheygnum og kom seinni at seta búgv nakað ovari, á Hálvmørkini. Sum aðrir dreingir har um kring, so hevði hann nógvar góðar løtur á Víkini, í bønum og haganum. Vit minnast hann [...] góða barlast í handverks- og byggivinnuni. Eftir honum standa mangir bygningsvarðar.Vit hava ikki tal á teimum mongu sethúsunum, sum hann hevur konstruera og hartil hevur hann verið bygningseftirlit í út
nógv fólk, tá hann arbeiddi á flogvøllinum. Hann var ein góður maður, faðir, abbi og langabbi. Seinasta ári var heilsan farin at bila og sunnudagin 11. desember andaðist hann á Landssjúkrahúsinum. Eg minnist [...] handilsútbúgving í Danmark í árunum 1946-48. Tá hann kom heim aftur, bygdi hann sær stór hús úti á Ísakstrøð niðri á Sílatanga í Sørvági. Í miðhæddini innrættaði hann keypmanshandil við flestu vørum – eisini [...] og turkihús úti á kajuni í Sørvági vanliga nevnt ”Hugosa Pakkhús”. Saltfiskatrolararnir Tindhólmur og Jógvan Elias Thomsen plagdu at landa fiskin í Sørvági. Hugo var sjálvur reiðari á Tindhólmi. Hugo hevur
ógvuliga dátt við, at Randi kom á gátt 30/12?2001 at bera okkum boðini, at Heðin var deyður. Vit arbeiddu saman hvønn dag, men hann nevndi ongantíð nakað um, at heilsan kanska var farin at bila. Eg kom [...] kom at arbeiða hjá trolarafelagnum P/F Kimbil. Skrivstovan hjá Kimbili var tá (heima) á Bryggjubakka, men flutti út á Vestaru Bryggju, tá Bacalao gjørdi 2. bygningin í 1956. Í nøkur av seksti- og sjetiárunum [...] frá samstarvi okkara. Í nógv ár serstakliga í seksti- og sjeytiárunum ferðaðust vit nógv saman á rossabaki á Streymoyar- og Vágafjøllum. Hesi árini plagdi hann eisini at skógva rossini og tað var altíð so
hevði onga bíbliu her á stovninum, men tað lá ræði fyri hjá tær at citera óteljandi vers. Minnist tú sunnudagarnar, tá vit fóru í kirkju.Vit spældu eisini bingo, bæði í VB-húsinum og á Hamragarði. Millum [...] VB-húsinum. Hanna, tú vart mittpunktið á Eiðisgarði, øll elskaðu teg. Tey siga, maður kemur í mans stað, men saknurin av tær kann ikki sigast við orðum. Vit eru øll á Eiðisgarði takksom fyri tíðina vit fingu [...] her senda familjuuni eina heilsan og takka fyri hugnaligar vitjanir her suðuri. Um tað kann ugga tykkum, so vil minnið um Hannu altíð vera verðandi her suðuri. ------ Búfólkið á Eiðisgarði