at fara á Steigafjøllini, sum eg enn eigi tilgóðar. Tað er skjótt, at ryggsekkurin er pakkaður, og so til gongu. Einsamallur út í Dysjar. Havi valt at fylgja eggini niðan á Nípurnar og haðani á Krosstind [...] ryggsekkin av mær, taki myndatólið úr og fari upp á sjálvan tindin. Upp um krossin og á toppin. Har liggur Oknadalur. Eitt sindur særdur í útriðuni. Lopið er niður á helluna, og tað sær út til, at eitt stórt lop [...] hesaferð beint tvørtur um hagan. Gott er, eg møti honum helst á veg omanaftur, um eg ikki geri av at fara á Malinstind eisini. So eri eg á Húsafelli. Her er eingin gestabók meira, so eg havi ikki annað
róðrarfólkið longu var farið norður. Og rætt var. Sunnumorgun klokkan sjey vóru bert 179 fólk umborð á Smyrli, men hóast hetta stóðu yvir 50 fólk í Vági sum kánus, og sluppu ikki við Smyrli. Orsøkin til [...] ringja til Reidar Nónfjall, at biðja um hjálp. Tað var til fánýtis, tí hann noktaði at hjálpa okkum á nakran hátt, hóast vit høvdu nógv hugskot. Orsøkin til manglandi hjálpina var ivaleyst, at vit høvdu [...] vónbrotin, móð og svong ferðafólk, so vit søgdu farvæl. Tá vit aftur royndu Smyril, bleiv horni bara lagt á, meðan vit kærdu okkara neyð. Vónbrotin og illa fyri royndu vit nú at finna hús, soleiðis at vit høvdu
kvøldið. Á skránni á leguni verður mangt og hvat. Til dømis fara tey ein hiketúr. Og møguliga kemur hennara Hátign prinsessa Benedikte eisini á vitjan á leguni. Heimasíðan hjá skótunum Sjálvt á eini tílíkari [...] leygardagin Tey yngru fara so øll á leguna leygardagin. Og har skulu tey vera í einar átta dagar. Evnið á leguni er tíð. Og koma skótarnir so at arbeiða við ymiskum á leguni, sum hevur við tíð at gera [...] inn á, hvat tey hava upplivað og gjørt hvønn dag. Eisini er ein gestabók, har familja og vinir kunnu senda teimum eina lítla heilsan. Tað verður eisini gjørligt at síggja myndir frá leguni inni á heimasíðuni
og Íslandi. Hann var í Grønlandi við Petur á Gørðunum sum stýrimaður, tá Jóan P. hjá Mouritsi, sum var skipari á Saksaberg, doyði umborð, og fór hann tá umborð á Saksaberg sum skipari. Var eisini eitt skifti [...] Hann hevur sjálvur mangan sagt frá, hvussu tungt tað var at hála í hetta sjey punds loddið á 90 favna dýpi á Eysturlandinum,og hvussu ringur hann var av gø, hann var jú so ungur. Men hetta tók ikki hugin [...] Beinisvørð í 3 ár, við Herman Petersen sum skipara, til hann í 1954 fór á skiparaskúla. Fyrsta skip, hann fekk at føra, var Karl, og var hetta á sildaveiðu og til útróðrar um veturin. Síðani sigldi hann sum stýrimaður
eiga. Á henda hátt møtast vit á einum mentunarligum palli, sum VIT seta karmin um, hesar komandi 16 dagarnar. Soleiðis segði Birgir Kruse, formaður í Listastevnustýrinum, tá hann bar fram eina heilsan. Fyri [...] hesum slag kundi fingið betri sømdir. Samansjóða listagreinir ?Við tilnevninum ?Føroya? vilja vit vísa á, at stevnan er fyri allar føroyingar, høgan og lágan, ungan og gamlan. Og eisini fyri hin vitjandi, [...] onnur eisini njóta væl av. Bæði innan sjónleik og dans finna vit stevið og endurljóðini aftur, her á Listastevnuni ljóða tey líka úr New York, segði hann m.a. -Og lat meg áðrenn eg seti stevnuna gera púra
Bertrand Russel, og tað er sjónskt, at hon er lisin á tamb einaferð í fimti-árunum. Vinskapurin teirra millum dragnaði ongantíð. Einki hóttafall beit á honum. Ikki fyrrenn Pól fór hiðani, ein kaldan januar [...] mannamegin munar so lítið. Vit lógu á vánni í Mersin í Turkalandi, tá ið feigdarboðini komu um Pól. Tá ið einaferð var komið heimaftur til landa, vildi Martin hitta meg á bryggjuni. Hann virkaði tá sum havnafúti [...] ígjøgnum, tá ið tað góða lagið var á honum. Søgan kemur at varveita hann sum ein serliga góðan kommunalpolitikara. Hansara leiklutur í so máta verður oftani havdur á munni. Hann varð ein legenda longu
eina dagin við 4-manna- farinum hjá pápa norður á Góðadal. Vit vóru: abbi okkara, Óli á Bakkanum, mamma, Astrid, Anna, Tórfríður og eg. Báturin bleiv bundin á Góðadals gjógv. Tá dagurin so var liðin, róðu [...] at hann fór við bilinum hjá Jógvan Øregaard,- Jógvan á Lakjuni. Tá eg kom heim á krossin, har Sparikassin er nú, fór bilurin forbí hjá Ismar. Eg sá á Abraham, men hann sá ikki meg, og eg mátti til húsar [...] bróður fór av stað við TINGANESI á sumri 1958. Tá hann var farin, legði mamma til merkis, at hann hevði onki akslatræ við. Eg bleiv tí sendur at vita, um eg fekk fatur á bilinum fyri at geva honum hetta
farmaceutur og kom til Føroyar at arbeiða í 1945 á Tjaldurs Apoteki. Har var hon til hon fór frá fyri aldur í 1981. Hon var gift við Knút Wang, blaðstjóra á Dagblaðnum, og tey høvdu sonin Sverra. Anette ferðaðist [...] snarbrøv í Amnesty International. Tá hon fylti 80 ár fekk hon persónliga heilsan og tøkk fyri sítt arbeiði frá øllum starvsfólkunum á altjóða skrivstovuni. Hon tordi eisini alment at standa fram og finnast [...] mong ár um ein politiskan fanga í Suðurafrika. Meðan maðurin sat fangi á Robben Island, skrivaði hon saman við konuni. Tá hon var á kvinnukongress í Kenya, fór hon so ta longu ferðina til Cape Town fyri
sjálvur tók til, tá vit prátaðu saman við døgverðaborðið, tá eg slapp at gista har úti í Purkugerði á Ólavsøku. Eftir situr Greta, kona hansara, ættað av Toftum, fleiri ár yvir 90, hon sum so trúføst hevur [...] tá rúnarbant hann alt lívið. Og við Norðskála skal hann nú hvíla. Jú Karl, eg skal heilsa í Gøtu. Heilsan Sjúrður Hansen
Eysturi í Horni á Viðareiði, men í 1929 fluttu tey til Klaksvíkar at búgva. Anna og Dánjal eiga fýra børn. Tey eru Jona, Kristianna, Bergfríða, ið vanliga verður kallað Begga og Viktur. Á ungum árum fór [...] og Tummas var sonur Onnu Sofíu og Dánial Petur Nielsen, ið var skómakari, keypmaður og postmaður Úti á Bakka í Sandavági. Í 1945 giftist Dánjal við Onnu Joensen, dóttir Viktorinus, ættaður av Viðareiði og [...] fór Dánjal til Havnar at fáa sær skrivstovuútbúgving. Seinni kom hann til Klaksvíkar at arbeiða á skrivstovuni hjá P/F. J. F. Kjølbro. Nøkur ár seinni tók hann við sum skrivstovustjóri hjá Føroya Bjór, og