Sluppu ikki við Smyrli

Eg var á Jóansøku í ár, og tað vóru nógvar aðrar nýflogdar pisur eisini. Hetta var sera hugnaligt, og tað var stuttligt at síggja allar húgvurnar til kappróðurin og so eisini seinni til dansin.

Sum vera man vóru tey flestu ungu fólkini har umleiðir toluliga ávirkaði av rúsandi løgi, og kanska av tí sama var lagi ógvuliga gott, men hetta fekk ein bráðan enda.
Nógv av okkum høvdu gjørt av at vera verandi í Vági til dansurin var av, og síðani fara við Smyrli norður aftur sunnumorgun. Tað, at summi høvdu fyri neyðini at vera í Havn sunnudagin, forðaði teimum ikki í at bíða til sunnumorgun at fara norður, tí tað var jú ikki stórur vandi fyri at Smyril var fullur hendan morgunin, eftirsum at tað mesta róðrarfólkið longu var farið norður. Og rætt var. Sunnumorgun klokkan sjey vóru bert 179 fólk umborð á Smyrli, men hóast hetta stóðu yvir 50 fólk í Vági sum kánus, og sluppu ikki við Smyrli. Orsøkin til hetta var, at bussurin (og tað var bara ein) ikki fekk tikið øll ferðafólkini úr Vági við sær til Drelnes. Vit mistu tó ikki mótið beinanvegin. Vit ringdu higar og hagar, at spyrja um trupulleikin ikki kundi loysast, men tá allir møguleikarnir vóru uppi, uttan at støðan var broytt, gjørdu vit at at ringja til Reidar Nónfjall, at biðja um hjálp. Tað var til fánýtis, tí hann noktaði at hjálpa okkum á nakran hátt, hóast vit høvdu nógv hugskot. Orsøkin til manglandi hjálpina var ivaleyst, at vit høvdu vakt R.N. og so tað, at einastu møguleikarnir at fáa okkum umborð, høvdu seinkað Smyril (uml. 1/2 tíma), og tað ber eftir øllum at døma ikki til. Samtalan við R.N. endaði við, at vit blivu skuldsett fyri ikki at hava hugsað nóg langt, og at tað var okkara fávitska og gáloysni sum gjørdi, at vit ikki sluppu við Smyrli. Tað høvdu vit ikki hug at hoyra uppá, sum vónbrotin, móð og svong ferðafólk, so vit søgdu farvæl. Tá vit aftur royndu Smyril, bleiv horni bara lagt á, meðan vit kærdu okkara neyð.
Vónbrotin og illa fyri royndu vit nú at finna hús, soleiðis at vit høvdu eitt stað at sova, vit vóru jú ikki júst komin upp, men ætlaðu okkum í song, tá vit komu heim. Vit skuldu eisini bíða til Smyril sigldi aftur 10 tímar seinni, og tað er ikki nógv at taka sær til sunnudag, í eini bygd sum Vágur (ikki tí, hon er ógvuliga framkomin í mun til Strandferðsluna í okkara lítlu komandi banan republikk). Ikki vóru tað øll sum kendu onkran í Vági, men tíbetur eru fólk har, sum loyva strandaðum ferðafólki, at sova í síni stovu. Vit skuldu eisini hava fatur á fólki, sum gekk og bíðaði eftir okkum í havn, og ikki hava øll verið glað, tá summi til dømis ikki kundu koma til arbeiðis tann dagin.
Hetta er sjálvandi nakað, sum kann henda, og ongin er lýtaleysur, men av tí at eg veit, tað er hent fyrr, havi eg ógvuliga ilt við at umbera hetta uttan at koma við eini umbøn fyrst. Eg haldi at Strandferðslan skal gera stórar broytingar í sína ferðaætlan. Fyrst skuldi tað staðið við stórum bókstavum, at fólk sum fara á Jóansøku, skulu ikki vænta sær at sleppa norður aftur við hjálp frá Strandferðsluni. Eg havi leitað og grivið, men tað stendur ikki so frægt sum við smáum. Harafturat skal R. N. umhugsa sína heilsan í áðurnevndu ferðaætlan, tí fari eg ikki skeiv, so nevnir hann tænastu, men eg finni ikki nakað sum líkist tænastu hendan morgunin. Tað tøktiskt, sum um vit vóru óynskt, og ein trupulleiki, sum eingin hevði hug at loysa. Men hetta var kanska, tí vit bert vóru fullir studentar?