ongantíð megnað at skorið ígjøgnum og sagt, hvussu fiskiflotin undir Føroyum skal vera samansettur. ?Ístaðin hava politikararnir fyrilitaleyst oyst studning í flotan. ? Og tað hevur gjørt, at vit hava fingið [...] samansettur. ?Samstundis vísir tað seg, at tað eru tey størstu, dýrastu og effektivastu skipini, sum fara við at kalla øllum studninginum. ?Og av tí, at politikararnir ikki samstundis hava megnað at tikið støðu [...] tann sterkasti yvirlivir. -Men tað er als ikki vist, at hetta er tað besta fyri samfelagið. Vit verja ongar fiskastovnar við at lívga tey effektivastu skipini og at miðsavna tey á nøkrum heilt fáum hondum
útreiðslur av byggitilfari so sum brettir, máling og sement. Men hetta prístalið er tað einasta vit hava og sum er alment góðtikið. Og solongi løgting og landsstýri ikki hava hildið tað verið neyðugt at [...] 1)Javningin ella prístalsreguleringin av almannaveitingunum, umrødd í greinunum 2 og 4-6, og 1)Sjálvar upphæddirnar, pensións- og veitingarupphæddirnar, tí at seta hesa lógina í verk merkir samstundis at staðfesta [...] 160 kr. fyri hvønn, og hjá støkum verður hækkingin 201 kr. Pensiónsviðbótirnar hækka samsvarandi við ávikavist 47 kr og 31 kr. um mánaðin. Sjálvandi kann einhvør skilja ta misnøgd og vreiði sum pensionistar
hevði eitt gott val og fullveldissamgongan varð skipað. Javnaðarhøvdingin royndi beinanvegin at ræða og hótta Høgna Hoydal, tað sóu vit í sjónvarpinum, men taktikkurin rein als ikki við, og síðani hevur ja [...] "katekismus í nýkolonialismu". Hon kann koma bæði okkum og dønum í óføri, og hevur longu gjørt tað. Hon eigur at vera tikin av ongantíð ov skjótt. Og so mugu vit fara so langt á sjálvstýrisleið, sum vit kunnu [...] umheimin eru fløkt og vera helst fløktari. Vit kunnu ikki fáa limaskap í ST, Nato ella EU sum føroyingar. Heimastýrislógin er umframt løgtingslóg og sáttmáli millum londini eisini fólkatingslóg. Og fólkatingslógir
Statoil Føroyar og Føroya Shell, fáa tey ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili verður spurt um ymisk viðurskifti, m.a. eru nærljósini í lagi, fjarljósini, blunkljósini osfr. Og kunnu fólk standa [...] krossur kann setast við allar spurningarnar, verður svarseðilin skræddur av og latin inn til eina bensinsølustøð hjá Statoil Føroyar og Føroya Shell. Drigið verður ímillum teir innkomnu seðlarnar um at vinna [...] vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr. 300,-, 20 vinningar verða latnir og Føroya Shell og Statoil Føroyar lata helvtina hvør. Fyri at tað skal bera til at finna fram til hvør ið vinnur, er neyðugt at
seinni í november og fær heitið ?Sálmar og sangir í nýggjum búna.? Tað er Regin Guttesen, ið hevur produserað meginpartin av tónleikinum á fløguni. Hesaferð er talan fyrst og fremst um sálmar og sangir, ið longu [...] Kavajól, kanska. Fløgujól, púra vist. Talið á føroyskum fløgum, sum koma út nú til jóla sníkir seg lættliga upp um tíggju. Og tað er nógv, sammett við keyparagrundarlagið. Og kortini ikki líka nógv sum villa [...] sum ávíkavist Jákup, Regin og Finnur hava produserað. Fløgan er innspæld í Nashville og partvíst í Føroyum. Óli Poulsen hevur ljóðblandað í Danmark, og tað er 3?arin, sum gevur út. Útvarpið tekur aftur
ika, bæði í fólkaskúlanum og læraraskúlanum. Beinta Johannessen hevur teknað. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út. Hon er øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar [...] mátað og vigað verður og hvørjar reglur eiga at galda í einum køki. Millum uppskriftirnar kunnu vit nevna: harukrás, sunnudagsgrýta, pitsabreyð, blakstampur, marengs, maisflykrukonfet, trøllaeyga og mangt [...] dagstovnum og ikki minst í skúlum, nú vit hava fingið nýggja lærugrein, handaverk og list, í 1. -7. flokki, har m.a. heimkunnleiki er kravd lærugrein. Matur í myndum er 85 blaðsíður, innbundin og kostar 95
seinastu árini. ? Tað verður brúk fyri minni og minni studningi. ?Tvs, at gongdin er tann, at fiskiflotin nærkast tí punktinum, at tað fer at standa upp og niður og at flotin sjálvur er førur fyri at bera kostnaðin [...] verða ov hart troyttir. ? Hinvegin fer kostnaðurin av at fiska at veksa meiri og minni javnt, alt eftir, hvussu nógv skip eru. ?Og tað vil so aftur siga, at fyrr ella seinni fer kostnaðurin upp um inntøkurnar [...] til fyri at fáa tað at standa upp og niður hjá flotanum. Men harafturat minti hann, at, at seinastu árini er skuldin hjá feskfiskaflotanum sanerað ógvuliga nógv. ? Og tað kann eisini kallast ein studningur
vikuskiftið var Mjølnir í Havn og leikti móti Fleyr b og tann dystin vunnu tær uttan stórvegis trupulleikar. B-liðið hjá Fleyr er ikki so væl fyri við leikaratilfari og tað sæst aftur á úrslitunum. Leikararnir [...] hvussu er vist, og tað er at tað er torført at spáa um framtíðina. Kortini kann verða at vit fáa eina hjálpandi hond í okkara spákonuvirksemi komandi vikuskiftið. Tá verður FK-kappingin hjá Fleyr, og tað er [...] stigunum og tær høvdu sett sær sum mál at royna allar tær kombinatiónir tær kundu. Hetta eydnaðist eftir øllum at døma væl, tí Mjølnir vann settini nokkso greitt. Settúrslitini vórðu 15-10, 15-6 og 15-5 til
nú í 25 ár. Vit lurta nógv eftir hansara tónleiki, og eitt sum okkum dámar serliga væl við honum er, at hann spælir við tónleikarum úr øllum heiminum, og hann improviserar nógv. Eg rokni við, at hann fær [...] til??, sum var á Amnestytónar, ið kom út í 1990. Lagið gjørdist ein landaplága, og serliga var tað eyðkenda røddin og progressivi teksturin hjá unga eysturoyinginum, ið mong heftu seg við. Um hetta mundið [...] Enekk vóru síðan ?Ver sterk mín sál?, har Kári og eisini keyboardspælarin Óli Olsen høvdu sett løg til yrkingar hjá Janus Djurhuus. Henda fløgan kom út í 1994 og í 97 kom so ?fýra nætur fyri jól?, har eitt
uppgávuna og umstøðurnar, áðrenn teir fóru og at íslendingar vistu ov lítið um skipið. -M.a. høvdu íslendingar ikki fortalt okkum, hvussu trongt og streymhart tað var, har vit skuldu liggja. ? Og teir hildu [...] nevndist Johanna og sum hevði verið brúkt í íslendskum filmi fyrr. Hon hevði eisini verið í Akureyri í summar og siglt við ferðafólki Tey, sum standa fyri filminum, vendu sær síðani til vágbingar og væl bar til [...] Brattaberg var skipari, Óli Petersen og Arni Dahl vóru bestimenn, Óli Samuelsen og Allan Bjarnarson vóru í maskinuni, Niels við Gjógvará var kokkur, Johan úr Toftum og Jákup Dahl vóru dekkarar. Sosialurin