Gularótahjørtu, steiktar bananir og trøllaeyga til tvey

Nú er hon her. Fyrsta føroyska barnakókibókin, ið gevur foreldrum frálíkt høvi at hugsa sær í køkinum saman við børnum.

Nú koma tær raplandi. Bøkurnar, sum enda sum gávur undir jólatrænum. Og hendan Matur í myndum, ið er kókibók til tey smáu verður heilt vist ein av metseljarunum í ár. Sigrid Dalsgaard, húsarhaldslærari, hevur skrivað. Hon hevur drúgvar royndir sum lærari í heimkunnleika, bæði í fólkaskúlanum og læraraskúlanum. Beinta Johannessen hevur teknað.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út. Hon er øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Sum tá ið tú lesur teknisøgu.

Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar, serliga hjá teimum, ið ikki eru so roynd í lesikynstrinum. Men í hesi bókini eru uppskriftirnar einfaldar. Barnið skal bara fylgja myndatekstinum, ið er ógvuliga eyðskiltur. Ætlanin við myndunum er eisini at geva børnum høvi at læra seg rætt arbeiðslag í køkinum. Fremst í bókini verður sagt frá, hvussu mátað og vigað verður og hvørjar reglur eiga at galda í einum køki. Millum uppskriftirnar kunnu vit nevna: harukrás, sunnudagsgrýta, pitsabreyð, blakstampur, marengs, maisflykrukonfet, trøllaeyga og mangt, mangt annað.

Hóast uppskriftirnar eru einfaldar, so er sjálvandi best, um onkur vaksin er saman við børnunum, tá ið tey fáast við t.d. bakarovn, kókandi løg ella heitt feitt.

Matur í myndum, kókibókin til tey smáu kemur væl við, bæði heima við hús, á dagstovnum og ikki minst í skúlum, nú vit hava fingið nýggja lærugrein, handaverk og list, í 1. -7. flokki, har m.a. heimkunnleiki er kravd lærugrein.

Matur í myndum er 85 blaðsíður, innbundin og kostar 95 kr. í bókabúðunum. MBM hevur stuðlað útgávuni. Bókin er umbrotin og prentað á Dimmalætting, og Helge Justinussen hevur bundið inn.