Mjølnirkvinnurnar hava stungið út í kortið

Flogbóltur, kvinnur: Meistararnir hjá kvinnum hava longu sett kós eftir næsta meistaraheitinum í røðini. Fleyr b kundi einki gera móti klaksvíksgentunum sum vunnu 3-0 í Havn

Mjølnirkvinnurnar hava fingið vind í seglini frá byrjan í ár. Tær hava vunnið allar dystirnar í eini kapping, sum er løgnari enn nakrantíð. Okkurt lið hevur leikt seks dystir, meðan okkurt annað hevur leikt tríggjar, teirra millum Mjølnir.

Hetta vikuskiftið var Mjølnir í Havn og leikti móti Fleyr b og tann dystin vunnu tær uttan stórvegis trupulleikar. B-liðið hjá Fleyr er ikki so væl fyri við leikaratilfari og tað sæst aftur á úrslitunum. Leikararnir eru royndir, men hava ikki leikt nóg leingi á høgum støðið til at kunna gera seg galdandi í meistaradeildini.

Mjølnir var komið til Havnar eftir øllum stigunum og tær høvdu sett sær sum mál at royna allar tær kombinatiónir tær kundu. Hetta eydnaðist eftir øllum at døma væl, tí Mjølnir vann settini nokkso greitt. Settúrslitini vórðu 15-10, 15-6 og 15-5 til Mjølnir og tá skal leggjast afturat at allir leikararnir hjá Mjølni fingu tvey sett í part.

Mjølnir hevur eitt stak gott lið. Leikaratilfarið er blandað við góðum ungum leikarum og góðum royndum leikarum, sum eru trygdin fyri at um tað ikki »riggar« sum tað skal hjá teimum yngru, ja, so eru tær eldru klárar at taka yvir.

Álopsspælið hjá Mjølni er gott. Tær hava ein tann royndasta hevaran í landinum og Marjun Kalsø hevur góða ávirkan á hinar leikararnar. Blokaduspælið hjá Fleyr b er harafturímóti ikki so gott og tí høvdu klaksvíksgenturnar rímiliga lætt spæl.


Spælt tríggjar ?

vunnið tríggjar

Við hesum dystinum hevur Mjølnir leikt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Kortini liggja tær ikki á odda í landskappingini tí Dráttur hevur spælt fleiri og vunnið fleiri dystir enn Mjølnir.

Um vit skulu gera okkum eina meting um hvat lið fer at gera seg galdandi í ár, so fer Mjølnir at vera eitt gott boð. Sum nevnt hava tær eitt framúr gott spæl, og hóast tær ikki hava nakran venjara á bonkinum undir dystinum í ár, so hava tær kortini rutinuna til at gera seg galdandi. Afturat Mjølni verður óivað TB og so kanska eisini Fleyr, sum altíð hevur evnini at koma afturí aftur.

Fleyr tapti móti Drátti í Havn og móti TB á Tvøroyri, men tað fer kortini at vísa seg, at tær fara at verða drúgvar tá samanumkemur.

Dráttur hevur fólkið til tað, men tað vísir seg ofta, at tær missa stevið tá kappingin nærkast endanum. Hví, er ikki gott at vita, men løgið er tað kortini.

Eitt er í hvussu er vist, og tað er at tað er torført at spáa um framtíðina. Kortini kann verða at vit fáa eina hjálpandi hond í okkara spákonuvirksemi komandi vikuskiftið. Tá verður FK-kappingin hjá Fleyr, og tað er væl hugsandi at vit fáa eina mynd av hvussu landskappingin hjá kvinnunum fer at laga seg í ár. Livst, so spyrst.