fyrstu ferð, at eg koyrdi ávirkaður. – Eg komi ongantíð reiðiliga til sættis við støðuna. Onkra staðni er ein eldur – ein vón um at sleppa at ganga einaferð. Tað er ringt at góðtaka, at eg ikki kann tað [...] hildu, at hetta var Guds vilji við mær. Hetta var tungt at bera í teirri neyð, eg var í. Tá helt eg fyri – eins og nú – at um Gud vil blaka meg í ein koyristól, er hann ikki mín Gud. – Eg veit, at teirra [...] gamal fór Heini til skips fyri at tjena pengar til ein bil. – Tað var ein eydnurúsur at gerast vaksin. Mín mest ítøkiligi dreymur var at gerast arkitektur. Eg væntaði at fáa eitt vanligt lív sum øll onnur
heldur kanska at tað ger einki, tí Løgtingið skal taka sær av nationalum málum og ikki lokalum málum. Til tað havi eg tað at siga, at nú má mann síggja veruleikan í eyguni og ásanna, at í Føroyum búgva [...] hvørt økið kenna seg trygt í at hava umboðan á Løgtingi. Nú skal tað eisini sigast, at eg haldi tað verða rættvíst, at hvørt økið sær verður lutfalsliga rættvíst umboða. Tí havi eg eitt uppskot um hvussu tað [...] kom upp at venda, var eg fyri einum valdømi. Nú eri eg bangin fyri tí demokratiska undirskotinum, ið kann standast burturúr einum valdømi. Tað vakrasta við einum fólkaræði, eftir míni metan, er at eingin
við kommununum. Eg haldi, at nú er tíð at politikarar vísa í verki, at teir virða námsfrøðiliga starvið og útbúgvingina, og vísa ein vilja til at betra arbeiðsumstøðurnar – nú er tíð at halda vallyftini [...] At vera námsfrøðingur er eitt kveikjandi og hugvekjandi starv. Eitt starv, har tú veruliga kanst gera mun í lívinum hjá øðrum menniskjum. Tí undrar tað meg, at umsóknirnar til at lesa til námsfrøðing á [...] tíðindunum, at lærarar verða útbúnir til arbeiðsloysi, samstundis sum vit vita, at tað mangla í minsta lagi 400 námsfrøðingar í Føroyum. Tí er tað óskiljandi, at ikki størri orka verður løgd í at útbúgva
ikki einsemið í ein vissan mun stava frá, at skyldurnar við Guð og medmenniskjað vórðu misrøktar? Men vit vita eisini, at »alt til ellisár eri eg hin sami«, sigur Guð. Eisini ein løta eigur at vera til avlops [...] Harri, um eg má biðja um undurverk, tá ger meg til betri menniskja. Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð. Prædikarin 3,1 Tíðin líður, eins og hon altíð hevur [...] verri fyri hin einstaka at mynda nýggj sambond. Hin elsti ferðast mangan einsamallur tey seinastu fetini av lívsgøtuni. Tað er ein fávitskutur spurningur at spyrja, um tað er hugaligt at eldast ella ei. Tí
truplasta fyri ein yrkjara, men hetta megnar Kaj á ein sjarmerandi hátt. Ofta haldi eg, at umframt evinini at gera tað, krevist eitt dirvi, tað at tora at vera kiksaður og bygdasligur, og tað ger Kaj, t.d. [...] irriterandi, enn tey eru góð. Eg dugi væl at síggja, at í drykkilagi kann »Beutyfull« hava eina sjarmu. Men eg eri bangin fyri, at setur tú »Vox Bygd« á í tílíkum lagi, er vandi fyri, at onkur kastar eina øl eftir [...] yrkingaupplestur. Vert er eisini at viðmerkja, at har er pláss fyri henni á triðju fløguni. Eg haldi eisini, at tað er eitt sindur óheppið fyri heildarupplivingina, at tær fýra skerðingarnar við yrkin
undir seinna heimsbardaga. At Edmund ger sum hann ger, er kanska ikki so ringt at skjilja. Maðurin hevur ongantíð krógva at hann stendur fyri svørtum afturhaldi. Vit minnast at hann gekk við nývalinum í [...] serstøk tjóð, mugu vit trúgva uppá at tað ber til at liva í Føroyum uttan danska almannahjálp, ein hjálp sum tað fer at gerast alt truplari hjá donskum politikkarum at rættvísgera yvirfyri sínum veljarum [...] Tað ringt at fáa eyga á nakra virðisskapandi avleiðing av ríkisveitingini. Tey siga eisini at danir gjalda vælferðina og at hon dettir niðurfyri um ríkisveitingin steðgar. Og tað má sigast at vælferðin
hevði verið at flutt heim. Eg so at siga bíði eftir, at høvið býðst. Tí havi eg altíð latið eina hurð staðið opna. Eg haldi, Føroyar í sær sjálvum er inspirerandi og hevur so nógv gott at bjóða uppá. [...] fyri tað gamla. Eg gleðist yvir at síggja Havnina vaksa og mennast í hvørjum - at okkurt nýtt er hent, hvørja ferð eg komi at vitja. Eg gleðist um, at fleiri tunnlar verða gjørdir, og at meginøkið veksur [...] mennandi at vera mitt í meldrinum á henda hátt. Hetta er ikki ein succesuppliving, eg uttan víðari kann vænta at fáa í Føroyum. Hóast eg altíð havi saknað heimland mítt, havi eg haft ov høg krøv í mun til
er væntandi, at okkurt teirra eisini fer at koma í barnagarðin. Fýra starvsfólk eru knýtt at Leikuni. Í Leikuni hitta vit leiðaran, Sigrid Joensen. Hon greiðir frá, at ætlanir eru um at gagnnýta húsið [...] Borðan er fyri, men so mikið norðalaga, at havsbrúgvin sæst yvir sóran part av sjónarringinum. Men her er ikki at verða sitandi. Vit hava avtalað ein túr kring bygdina at síggja, hvat er. Fara við bilinum longur [...] teir fara at tosa um lokal viðurskifti. Gerðisgarður er sera hugnaligt umhvørvi at koma í. Gott pláss. Væl inrættað. Ljóst og arbeiðsligt. Ikki soleiðis, at tað líkist einum stovni, sum ein ofta sær. Heldur
tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum. Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mót [...] fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt [...] er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum
vendingum og ymiskum máliskum, eiga so vit at gera tað sama? Eg spyrji av tí, at eg sigi IKKI at “rætta” svarið er, at vit eiga at gera sum íslendingar. Eg spyrji fyri at fólk skulu hugsa sjálvi. Samanborið við [...] søgdu, at vit eiga at taka nýggj orð inn í ein vissan mun. 3.6% (bert 2 fólk) í bólkinum søgdu, at vit uttan umhugsan eiga at taka fremmand orð inn. (Hitt triðja fólki við hesari hugsan hitti eg í einum [...] mín memory stick’? At eitt flogvit hevur komið við tí snilda orðinum ‘geymi’, eri eg ógvuliga fegin um, tí so sleppi eg undan at ganga soleiðis og tvætla. Og eg fari at minna um, at hettar orðið er ikki