Eitt sindur til hvønn

Skálavík hevur bæði barnagarð og eldrasambýli. Umframt tilboð til teirra, sum eru ímillum. Bygdin er í vøkstri, og barnafamiljur flyta til

 

Bygdarvitjan

Bygdin letur seg upp og nærkast alt meira, sum komið verður oman gjøgnum Innara Dal. Hendan býlingin, sum gjørdist heimskendur í Føroyum við endurminningunum hjá stóra skálvíksskaldinum, Heðini Brú. Ella Hans Jacobi í Stovuni, sum hann varð nevndur í heimbygdini.

Oman gjøgnum bygdina koyra vit. Framvið kirkjuni, Kelduni, Undirhúsinum oman móti Mølini. Snara til høgru og steðga við nýggja bygningin, sum væntandi letur upp fyrsta dagin. Og nú eru veruliga útlit til, at Lido Seafood fer í gongd, hóast drúgvt hevur verið at komið hagar til.

Inni í framleiðsluhøllini gongur stjórin, Linjohn Christiansen. Hann hevur nógv um at vera, tí her er stórarbeiði í gongd aftur nú. Tað luktar av brendum stáli. Ein maður stendur og sveisar okkurt, sum skal vera klárt, til latið verður upp fyrsta dagin.

Teir hava grivið betonggólvið upp í einum øðrum rúmi. Hetta er eftir boðum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sigur Linjohn. Her skal grønmeti, sum skal brúkast í framleiðsluni, reinsast og gerast klárt. Og hildið varð, at frárenslið ikki var nóg gott. Tí verða nýggja rennur gjørdar í gólvið.

? Men so er eisini alt í fínasta lagi, sigur Linjohn. Hann greiðir frá, at hóast eginfíggingin í virkinum er rættiliga góð, gongur strilti at fáa ta allarseinastu tilsøgnina um fígging frá fíggingarstovnunum.

? Tað er líkasum at fíggingarstovnarnir ikki trúgva upp á nakað, sum liggur uttan fyri miðstaðarøkið, sigur Linjohn Christiansen, stjóri á Lido Seafood og borgarstjóri í Skálavík.

Men hann metir ikki Skálavík sum nakran útjaðara, hóast onkur annar heldur tað. Hann vísir á, at tað er í grundini ikki meira enn ein lítil tími til Havnar, og tað er ikki annað, enn til dømis brúkt verður av Skálafjørðinum, sum annars verður roknað sum meginøki.

? Kom, vit fara heim at fáa okkum ein kaffimunn, býður borgarstjórin, og vit seta okkum í bilin og koyra niðan frá virkinum, meðan Linjohn greiðir frá ymsum, sum er at frætta úr Skálavík.


Ein bygd í vøkstri

Bygdin er í vøkstri, sigur hann. Tað flytir fólk til. Barnafamiljur. Og tað er hugaligt, heldur hann.

Bara hendan mánaðan væntar hann tvær famljur við tilsamans átta børnum. Og tað er er rættiliga nógv í prosentum av samlaða íbúgvaraalinum í eini lítlari bygd sum Skálavík.

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík, er 43 ára gamal. Hann er giftur Sunrid av Argjum, og tey eiga fýra børn.

Sunrid hevur kaffi og vaflur á borðinum, beinanveg, vit koma inn. Prátað verður um leyst og fast, meðan vit sita og hyggja oman yvir bygdina. Síggja langt til havs. Bara Borðan er fyri, men so mikið norðalaga, at havsbrúgvin sæst yvir sóran part av sjónarringinum.

Men her er ikki at verða sitandi. Vit hava avtalað ein túr kring bygdina at síggja, hvat er.

Fara við bilinum longur fram eftir vegnum og steðga við barnagarðin. Hann varð tikin í brúk seinasta heyst. Tá liðugt var, lá kostnaðurin millum 600.000,- og 650.000,- kronur.

Skálavíkar Kommuna keypti eini gomul hús, sum vórðu sett í stand. Barnagarðurin í Skálavík eitur Leikan, greiðir Lonjohn frá. Tað navnið varð komið til við eini navnakapping.

Tað eru 15 børn í barnagarðinum í løtuni. Men nú fleiri nýggj koma til bygdar, er væntandi, at okkurt teirra eisini fer at koma í barnagarðin. Fýra starvsfólk eru knýtt at Leikuni.

Í Leikuni hitta vit leiðaran, Sigrid Joensen. Hon greiðir frá, at ætlanir eru um at gagnnýta húsið enn betri, enn tað verður gjørt í løtuni. Tað er nevniliga so, at tey ætla at brúka barnagarðin sum frítíðarskúla eisini. Soleiðis at opið verður fyri størru børnunum seinni á degi, tá tey smáu eru farin heim. Húsið er gott og plássið hartil. So møguleikarnir eru góðir fyri ymsum tiltøkum sum spølum, teldum ella hvat nú finnast kann uppá.


Gerðisgarður

Vit fara úr barnagarðinum til ein annan garð. Gerðisgarð, har borgarar í hinum endanum á lívsleiðini búgva.

Gerðisgarður er eldrasambýlið í Skálavík. Har búgva í løtuni sjey fólk, Seks kvinnur og so Jens Kristian.

Vit fara inn at vitja hann fyrst. Hann situr mitt í stórarbeiði, greiðir hann frá. Hann er við at orna reiðinskapin. Og tað skal farast vandaligt um.

Men hóast tað hevur hann góða tíð at práta. Teir kennast væl, borgarstjórin og Jens Kristian. So teir fara at tosa um lokal viðurskifti.

Gerðisgarður er sera hugnaligt umhvørvi at koma í. Gott pláss. Væl inrættað. Ljóst og arbeiðsligt. Ikki soleiðis, at tað líkist einum stovni, sum ein ofta sær. Heldur heimligt.

Vit fáa boðið kaffi saman við búfólkunum, og vit sessat í køkinum. Akkurát sum tað eigur at vera. Jens Kristian hevur ikki hug at drekka kaffi beint nú, so hann fer inn aftur til reiðinskapin. Men damurnar sita allar kring borðið saman við tveimum starvsfólkum og so okkum báðum hanaungunum, sum eru sannir smádreingir til aldurs í mun til hesar seks eldru damurnar, sum her búgva.

Og hatta við hanunum passar bara væl, flenna tær. Tí uttanfyri hava tær høsn. Eina hønu í part, sum er kallað upp eftir búfólkunum, Ein hani er, og hann eitur sjálvandi Jens Kristian. Jú, tey duga at liva á Gerðisgarði.


Parlamentið

Vit fara víðari á ferð okkara í Skálvík, vit báðir borgarstjórin.

Nú heldur hann, at vit skulu vitja Parlamentið. Ikki eri eg rættiliga við beinanveg, hvat hann meinar við. Haldi, at vit fara í eitthvørt undirhús ella okkurt sovorðið.

Men so var ikki. Ikki enn, tí tað koma vit til seinni. Nei, nú fara vit yvir í skúlan, sum liggur stutt frá Gerðisgarði. Har heldur bygdarráðið til, skilji eg, tá vit koma inn. Sjálvandi. Tað er jú í Parlamentinum tær stóru avgerðirnar verða tiknar.

Men vit fáa so eisini høvi til at síggja skúlan, sum nýliga er settur í stand og annars hevur fingið ta útgerð, eitt nú telduútgerð, sum nýggja skúlalógin krevur.

Og so er tað kommunuskrivstovan og fundarhølið hjá Skálavíkar Kommunu, sum hava tvey rúm í bygninginum.

Vit tosa um ymisk viðurskifti, tá ein bilur kemur í túnið. Tað er Sunrid, borgarstjórafrúan, sum kemur við boðum um, at nevndarformaðurin á fiskavirkinum hevur ringt og biður stjóran ringja aftur beinanveg.

Jú, Linjohn ringir til formannin og fortelur so sera blíðskortaður, tá hann er liðugur, at nú er fíggingin í lagi, so kann virkið byrja av álvara, fyrsta sum umvælingarnar, nú eru í gongd, verða lidnar.

Vit steðga aftur á eina løtu, og eg spyrji Linjohn Christiansen, bygdarráðsformann í Skálavík - sum er skipari hjá Royal Greenland, og nevndarlimur í Royal Greenland og stjóri í Lido Seafood og kanksa var okkurt eftir, sum eg havi gloymt - hvat hann ger í frítíðini.

Hann hyggur at mær, sum heldur hann meg vera púra gakk, gakk. Steðgar eitt sindur á og hyggur so aftur.

? Frítíð? Hvat er tað? Men hann trívist væl.

Men Parlamentið í Skálavík er kanska eisini tvíbýtt. Tí eitt undirhús er kortini, sum vit fara at hyggja til, tá farið verður úr skúlanum.

Oman aftur móti Mølini. Har stendur eitt grátt hús, har skelti eru uttan á, sum siga frá, at her er telefon og wc. Hetta er roknað ferðafólki, sum mest kemur í summarhálvuni. Men so er tað eisini undirhús, har ymiskt virksemi er.

Vit fara inn. Tað er ikki opið enn, men borgarstjórin hevur lykil. Veggirnir eru meira ella minni tapetseraðir við myndum úr Skálvík og av slíkum, sum hevur beinleiðis við bygdina at gera.

Yngri og eldri myndir frá ymiskum hendingum og av persónum í Skálavík.

Tað er serliga ei ramma, eg festi meg við. Myndir av fýra mentamonnum úr Skálavík. Og tað eru ikki smávegis nøvn heldur, hendan lítla bygdin hevur fostrað. Tróndur á Trøð, kvæðakempa. Hans Dalsgaard, skald. Og so tveir av avgjørdu tungvektarunum í føroyskum skaldskapi. Hans Jacob Jacobsen - ella Heðin Brú - og Kristian Osvald Viderø. Jú, hetta eru veggir, sum vilja nakað.

Vit fara yvir um aftur ánna og Linjohn fer av uttan fyri virkið. Vit siga hvørjum øðrum farvæl, og eg fari eftir gamla bygdarvegnum aftur. Grannin hjá virkinum er ein kiosk við pylsuvogni, og har standa nøkur ungfólk uttanfyri, hóast ikki verður latið upp fyrr enn seinni í kvøld.