landanna millum. Vit eru í dag í teirri støðu, at fiskavørur, sum er okkara einasta útflutningsvøra verður boykottað av ES, og hetta er við vælsignilsi úr Danmark. Tí tað er Danmark sum vegna Føroyar rekur [...] og samtykkja í Løgtinginum at hava fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðu Føroya, um eitt ávíst áramál. Ein tílík fólkaatkvøða vil í sjálvum sær noyða tær veruligu sjálvstýriskreftirnar í Føroyum til at [...] g. Føroyar luttaka í alt ov lítlan mun aktivt í tí samstarvi, sum er skipað millum smátjóðir. Fjórða stigið er, at vit fáa til vega neyðug stýringsamboð fyri peningapolitikkinum. Í løtuni eru peningamál
ráðharrastovum í Danmark um tað, sum er hent ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini. Ikki minst er nógv tilfar savnað saman um tað tiltikna bankamálið. Tilsamans eru savnað upp í 18 ringbind av [...] teir hava fingið í danska orkumálaráðnum. Í fyrstuni var einki í vegin fyri at fáa skjølini. Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella [...] fyri danir. Í kvøld fer Sjónvarp Føroya undir eina ógvuliga avdúkandi sendirøð um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini og um donsku kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk her á
viðskiftafólkini hjá Smyrlin Line í Danmark búgva í Norðurjyllandi. Annars liggur Norröna framvegis í Keypmannahavn, tí tað hevur enn ikki eydnast at fáa skipið leigað út í vetur. [...] millum Hetland og Aberdeen. Ein onnur broyting er, at Norröna nú aftur fer at sigla til Hantsholm í Danmark, og ikki til Esbjerg. Orsøkin til hesa broyting er fyrst og fremst, at nú Norröna aftur skal sigla
byrjaði danin í nýggja starvi sínum. David Kravl, sum er ættaður úr Fredericia, hevur sjálvur svomið nógv, hann hevur íðka triathlon, og hann hevur verið venjari í meira enn trý ár í Danmark. Fyrr í ár tók hann [...] starviði, sigur 25-ára gamli danin, tá vit hitta hann á skrivstovuni hjá Havnar Svimjifelag í svimjihøllini í Havn í døgurðatímanum ein gráan gerandisdag. ? Eg kom til Føroya fyri at venja Havnar Svimjifelag [...] David Kravl, og júst sum undanmaðurin, René Thomsen, skal hann nú venja bæði svimjarar í størsta svimjifelagnum í landinum umframt landsliðssvimjararnar. ? Eg søkti landsliðsstarvið, tá Svimjisambandið
Svøríki, Noreg, Føroyar, Norðurírland, Holland, Danmark og Finnland. Í vektbólkinum hjá Búgva, -78 kg., vóru ikki færri enn 30 luttakarar. Búgvi kom í sínum fyrsta dysti ímóti Peder Anderson úr Svøríki [...] Poulsen, sum um vikuskiftið luttók í Swedish Open judokappingini. Búgvi tapti fyrsta dystin, og tað vildi so til, at hann fekk ongan møguleika afturat, so hann endaði í skeiva endanum, tá kappingin var liðug [...] royndu at fara í álop. Peder Anderson roynir seg við einum kasti, ið verður nevnt Harai Goshi, og tá Búgvi skuldi flyta fótin fyri at koma út úr kastinum, visti hann ikki av fyrr enn hann brestur í gólvið, og
og Ravnsoyggin Longu í 1946 var talað um at fara at rógva út í Grøn-landi aftur, men tað vardi nøkur ár, áðrenn føroysk feløg skipaðu fyri. Men í 1948 vóru føroyingar fyrstu ferð í Tovqussaq og róðu út [...] stovna Grønlandsfelagið. Ríkið í lepum Danska ríkið hekk í lepum eftir heimsbardagan. Ísland var dottið burtur av, í Føroyum vóru sterkar røddir fyri sjálvstýri og eisini í Grønlandi var hugburðurin broyttur [...] okkara í bæði Íslandi og Grønlandi vóru í klemmu. Tá Danmark samráddist við Ísland um leparnar frá loysingini, tengdu íslendingar okkara fiskirættindi har saman við teirra framtíðar rættindum í Grønlandi
landsstýrisformaður í Grønlandi, á almennari vitjan í Føroyum. Við í fylginum vóru embætisfólk í grønlendsku landsumsitingini. Ein teirra var Sólja í Ólavsstovu, úr Havn. Hon er skrivstovustjóri í deildini fyri [...] búgva í Danmark og í Grønlandi, sigur Sólja, at hon ongantíð treivst í danska samfelagnum, men at henni dámar sera væl í Grønlandi. - Hetta samfelagið líkist meira okkara, og eg kundi fyri tað verið í Føroyum [...] starvsfólk, bara á lógardeildini. Sólja í Ólavsstovu er útbúgvin løgfrøðingur, og starvaðist eftir lokna útbúgving sum stjórnarskrivari í Føroya Banka í nøkur ár, áðrenn hon í 1988 fór til Grønlands at arbeiða
fingið góð ummæli frá serkønum fólki bæði í Føroyum, Íslandi, Noregi og Danmark. Verkætlan okkara bleiv løgd fyri Landsstýrismannin í mentamálum Sámal Petur í Grund og varð móttikin við vælvild, somuleiðis [...] skrivað um ætlanir í 1926 um at varðveita Múrin. Eg havi verið víða um í verðini og ferðast, og havi altíð havt eyguni við mær, og hugt hvussu onnur hava røkt teirra fornminni; eitt nú í Íslandi, Grønlandi [...] setast í verk beinanvegin og kann standa liðug um eini tvey ár, um bara slepst í gongd við arbeiðið. Hava vit ráð og tíð at bíða longur? Vit hava nógvar vitjanir millum ár og dag, og ivist eg ikki í, at um
sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum. Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum í Grikkalandi, og [...] summar. Eitt føroyskt felag var við í hesi kapping, og fyri tað luttøkuna fær B36 55.042 sveisarfrankar, sum svarar til stívliga 250.000 krónur. Samanlagt sendir UEFA í hesum døgum út fleiri enn 30 milliónir [...] høvdu lið við í Intertoto-Cup. Býtt verður eftir einum serligum býtislykli, sum sigur, at 65% av øllum inntøkunum fara til feløgini at býta, UEFA skal hava 25% til umsitingina og 10% fara í ein serligan
og í tann mun sum eg framyvir veri formaður í Fiskimannafelagnum, verður tað spennandi at fáa ein leiklut í hesum. Tað er rættuliga umráðandi at fáa staðfest, at fiskimenn ikki verða fyri vanbýti í mun [...] vera sera umráðandi, at ein samd nevnd kemur aftur í tingið, sum so samt kann seta út í kortið. Óli Jacobsen segði seg hava fingið nógv burtur úr ferðini í Noregi. -Tað mest áhugaverd har var, at allur norski [...] varierar frá 300.000 til 700.000 kr. So nógvir pengar eru annars í hesi vinnu, at norðmenn í dag bjóða donskum oljuserfrøðingum upp til 2 mill. kr. í ársløn fyri at virka har. Fyrireika okkum Óli Jacobsen helt