Europeiska fótbóltssambandið UEFA hevur nú býtt inntøkurnar, sum komu frá Intertoto-Cup kappingini seinasta summar.
Eitt føroyskt felag var við í hesi kapping, og fyri tað luttøkuna fær B36 55.042 sveisarfrankar, sum svarar til stívliga 250.000 krónur.
Samanlagt sendir UEFA í hesum døgum út fleiri enn 30 milliónir krónur til tey europeisku fótbóltssambondini, sum høvdu lið við í Intertoto-Cup.
Býtt verður eftir einum serligum býtislykli, sum sigur, at 65% av øllum inntøkunum fara til feløgini at býta, UEFA skal hava 25% til umsitingina og 10% fara í ein serligan trygdargrunn.
Tær góðar 30 milliónir krónurnar, sum feløgini fáa at býta, verða býttar soleiðis, at 4/5 fara til feløgini, sum hava forvunnið hesar pengarnar, meðan 1/5 er ein sokallur solidaritetspartur, sum verður býttur til øll londini, alt eftir hvussu nógvar dystir tey hava spælt.
Tá alt kemur til alt, er tað ein kvart millión krónur til føroyskan fótbólt, og teir pengarnir hava beinleiðis adressu til felagskassan hjá B36.
Luttøka ber seg ikki
Men tað eru ikki bert inntøkur í Intertoto-Cup, tí slík luttøka kostar eisini nógvar pengar.
Intertoto-Cup luttøkan gevur ongantíð yvirskot, tí tú skalt spæla fýra dystir í kappingini, og tað kostar pengar bæði at fara utanlands at ferðast og at leiga vøllin á Toftum, sigur formaðurin í B36, Kristian á Neystabø, sum mánadagin fer frá sum formaður í meistarafelagnum.
Hjá okkum var støðan serlig, tí vit løgdu eina venjingarlegu í hølunum á dystinum í Grikkalandi, og tí gjørdust útreiðslurnar størri enn um vit ikki høvdu gjørt tað. Men hugsa vit okkum, at vit høvdu gjørt alt uppá bíligasta máta, so høvdu 250.000 krónur ikki verið nóg mikið til at gjalda allar útreiðslurnar í sambandi við Intertoto-Cup dystirnar.
Av tí at B36 í góðari tíð hevði gjørt ætlan um venjingarlegu uttanlands, høvdu teir eisini skipað fyri tiltøkum fyri at skaffa pengar, og samanlagt er ikki talan um undirskot fyri felagið av Intertoto-Cup luttøkuni og venjingarleguni.
B36 fekk pengar frá Tipstænastuni
B36 fekk 50.000 krónur frá donsku Tipstænastuni, sum brúkti onkrar av Intertoto-Cup dystunum hjá B36 á tippiseðlanum og í øðrum spæli. Hesir pengar eru eingin trygd hjá føroysku felagnum at fáa, og orsøkin til, at B36 fekk hesa upphædd var, at teir vóru støðufastir og hildu seg hava rætt til eina peningaupphædd, eftir sum Tipstænasta brúkti teirra dystir
Í Danmark er ein skipan galdandi sum ger, at donsku feløgini fáa pengar frá Tipstænastuni gjøgnum DBU, og eingin líknandi skipan er fyri Føroyar.
Tað er einki at fjala út yvir, at tann altjóða luttøkan, sum loysir seg best, er hon hjá meistaraliðnum, og tí verður tað serliga spennandi hjá B36 næsta ár, sigur Kristian á Neystabø.
Luttøkan hjá meistaraliðnum kastar meiri pengar av sær enn hjá hinum liðnum, og áður hevur GÍ fingið meiri enn eina millión krónur fyri luttøku kapping hjá UEFA.