Ætlanin er at leingja summarsiglina næsta ár við eini viku hvørju megin. Summarsiglingin byrjar sostatt 23. mai, og hon endar 10. september.
Tað nýggja við summarsiglingina næsta ár, og nú vendir Smyril Line aftur til ta gomlu ferðaætlanina.
Norröna fer aftur at sigla til Hetlands. Smyril Line væntar, at hesin túrurin fer at hava áhuga fyri føroyingar, nú Smyril ikki longur siglir til Aberdeen. Hetland er eitt ugnaligt land at vitja, siglingartíðin er srutt, og tað ber at fara handilstúr til Hetlands, eins og nógv fyrr gjørdu til Skotlands.
Eisini ber til at fara víðari úr Hetlandi inn á meginlandið, og Smyril Line hevur gjørt seravtalu við P&O, sum røkir siglingina millum Hetland og Aberdeen.
Ein onnur broyting er, at Norröna nú aftur fer at sigla til Hantsholm í Danmark, og ikki til Esbjerg.
Orsøkin til hesa broyting er fyrst og fremst, at nú Norröna aftur skal sigla til Hetlands, eru ikki stundir at fara heilt niður til Esbjerg.
- Vit halda tað eisini vera so hugnaligt at koma til Hanstholm, tí har á leiðini er so nógv áhugavert at síggja, sigur Áki Jespersen á Smyril Line. Hann væntar ikki, at Smyril Line fer at missa nakað við hesi umleggingini, tí ein kanning vísir, at flestu viðskiftafólkini hjá Smyrlin Line í Danmark búgva í Norðurjyllandi.
Annars liggur Norröna framvegis í Keypmannahavn, tí tað hevur enn ikki eydnast at fáa skipið leigað út í vetur.









