tann feita mátan. Komin heim frá einum góðum tiltaki, har umleið 40 fólk møttu. Full Kunningarstova og 4400 krónur í kassanum. Tað skrivar Maud Wang Hansen í kvøld um tiltakið "Meðan vit bíða…". Hon vísir [...] føðingardagsgávu…" Maud ynskir at takka øllum sum møttu, øllum sum bakaðu - og øllum sum stuðlaðu. - Eru vit rík ella fátøk, lat okkum vera um hvønn annan og vera góð menniskju. Tá gerst munurin minni, sigur
skipsvanlukkum. Hóast skipini eru vorðin betur, er ógjørligt at byrgja upp fyri øllum sum kann henda á havinum. Á bryggjuni í Saltangará mikumorgunin, tá ið Brimil var komin til lands við manningini á Jógvani [...] Norði var sokkin, og at øll manningin nú var umborð á línuskipinum, Klakki. - Eg gjørdist eg ógvuliga kløkk, men samstundis ógvuliga fegin um, at øll manningin var komin av skipinum í øllum góðum. Reaktiónirnar [...] trúgvi ikki, eg nakrantíð er vorðin so kløkk áður sum hesa náttina. Tá ið vit skiftu orð við Rosu, sást, at hon ikki rættiliga var komin yvir tað, ið hent var. Hon mintist ikki so væl til smálutirnar í samrøðunum
flóta. - Hann tók nøkur tøk inn ímóti einum gummiringi og helt fast í ringin. Her fingu vit í hondina á honum og vit báðir, sum vóru teir fyrstu, hjálptu honum saman við øðrum upp á bryggjuna. Erland sigur [...] Bilur á sjógv Tað eru tey, sum kanska hava fingið ta fatan, at bilurin, sum koyrdi á sjógv í Havn næstseinasta mánakvøld, fór út av bryggjukantinum, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli. - Men soleiðis [...] soleiðis er tað ikki. Hetta er ein misskiljing, tí bilurin var ikki komin heilt út til okkara, tá ið óhappið hendi, sigur yvirstýrimaðurin umborð á Smyrli hendan túrin, Erland Mørkøre. Hann var staddur á dekkinum
einaferð um árið. - Hesaferð sigldu vit runt Sandoynna. Hóskvøld lógu vit í Skopun, og fríggjadag vóru vit í Skálavík. Vit lógu í Nólsoy fríggjakvøld, og leygarkvøld lógu vit í Havn, sigur hann og leggur aftrat [...] Stovan er ikki nakar gardinbátur, soleiðis sum vit kenna snotuligu glastrevjabátarnar í dag, sum burtur av eru bygdir og innrættaðir til frítíðarsigling - við hornasofum, tvímanskømrum, wc, bað og ymiskum [...] har fólk eru við, sum tíma at sigla og hugna sær saman. Stovan er bygd í Danmark í 1928 og er soleiðis 93 ára gomul. Deksbáturin kom úr Danmark til Vestmanna í 1980-unum og teir fýra, sum nú eiga bátin
við ítróttarfólkunum. - Eftir setanina fara vit at royna ymiskt, sum býurin hevur at bjóða, eitt nú listaframsýningar, eydnuspøl, eydnuhjólið í KFUM, og vit fara helst eisini ein túr út á Tinganes at fylgja [...] hittast vit systrar altíð saman við familju heima hjá foreldrunum á Argjum til góðan bita og hugna. Kristina Háfoss sigur, at ólavsøkudagur byrjar við einum av hæddarpunktunum á hátíðini. - Tá fara vit heim [...] børn í ólavsøkuskránni í ár, eitt nú felagssangin, sum verður á trappuni í Vágsbotni og fleiri tiltøk í gamla kommunuskúlagarðinum. Vil ynskja øllum eina góða ólavsøku, eru seinastu orðini hjá Kristinu Háfoss
hetta í løtuni. Malta og finalan Meðan heit suppa verður sopin hjá ommuni, og vit í bakgrundini hoyra sanghugað fólk, spyrja vit Guðruna, hvussu er statt við túrinum til Malta, sum hon tryggjaði sær part [...] Sunnukvøldið á midnátt fekk Sosialurin orðið á Guðruna Sólju Jacobsen, sum tá nærum júst var komin heim til Tvøroyrar, eftir at hava vunnið sær sess í finaluni í "Stjerne for en aften" fríggjakvøldið. [...] alment fingið at vita, sigur Guðrun. Klæðini Spurd, um hon hevði nervar til semifinaluna, tí mótstøðan nú var størri, sigur Guðrun, at nervar hevði hon, men ikki vegna stóru mótstøðuna. - Eg ræddist trappurnar
- Jólaaftan ótu vit ræstar lambsbøgir afturvið heitari eplasalat. Jóladag ótu vit føroyska gás og dunnu, og 2. jóladag, sum er í dag, plaga vit at verða troytt av sós, so tá eta vit ein góðan nátturða [...] minna meg á, at Jesus varð føddur, hann sum er stavnhaldið í øllum tí, sum eg geri og haldi. Haraftrat eru jólini ein gleðistíð. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú hevur alla familjuna samlaða rundanum teg, [...] - Eg gleðist sera nógv, tá tað, sum eg arbeiði fyri, gevur úrslit. Tí var løtan í løgtinginum, tá vit samtyktu Virknis- og Umlættingardeplilin á Sandi, eins og tá spakin varð settur í, stórar løtur fyri
eisini, nú myrkari skýggj eru á luftini. - Vit hava kanska verið í so bjartskygdir onkuntíð, men uttan bjartskygni og trúgv upp á, at tað fer at bera til, høvdu vit ongan veg verið komnir. Vit kunnu ikki [...] eigarunum, sum upprunaliga vóru 16 í tali, men sum nú eru 11. Nógvir mans hava gjøgnum hesi mongu ár havt sítt livibreyð umborð á hesum skipi, sum nú er farið úr føroyska fiskiskipaflotanum. Danir siga [...] Tað eru so mong, sum á ymiskan hátt hava notið gott av hesi verkætlan og tí, sum hon hevur verið við til at skapt og langt lunnar undir. Vit kunnu eisini siga, at var Tróndur í Gøtu ongantíð komin, høvdu
teir eru stongdir úti í kanadiskum havnum orsaka av stríðnum um Grand Bank. - Vit løgdu veiðina upp og skifti fólk í Ný Foundlandi, men tað kunnu vit ikki gera longur, nú havnirnar har yviri eru stongdar [...] føroyskum og einum norskum rækjutrolara ikki eru líkir, sigur Bjarni: - Jú, tað eru teir. Vit hava somu veiðimøguleikar á Flemmish Kap og við Svalbard, men umstøðurnar eru ikki tær somu. Ein norskur rækjutrolari [...] politisk stig tikin, fara øll tey 8 skipini, sum eru undir føroysku flaggi í dag, á húsagang. - Tvey skip eru longu farin av knóranum í ár og tey, ið eftir eru, standa øll til at fara, sigur Bjarni Petersen
komu við nýggjum vatni til skipið. - Vit kunnu ikki umgangast, at tað altíð eru onkrar keðiligar tungur inn ímillum, men tað mugu vit bar liva við. Soleiðis er tað nú einaferð, leggur Árni Dam aftrat. Hava [...] Faroe Agency hevur tveir russar í starvi, harav annar tosar reint føroyskt. - Vit hava roynt, hvat vit hava kunnað, og vit hava havt samband við russisku sendistovuna í Keypmannahavn fyri at vita, um teir [...] meklaran. - Vit settu okkum síðan í samband við JFK-Trol, sum helt, at hetta var eitt gott val, sigur hann. Sømilig loysn Árni Dam heldur tað sjálvsagt vera ógvuliga keðiligt, at skip og manning nú eru afturhildin