hevði áðrenn innliman í ES. Óli Samró sigur, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES er ólogiskur. Búskaparfrøðingurin væntar, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES í framtíðini verður býttur upp í ymisk øki. Til dømis [...] Fiskivinnupolitikkurin hjá ES byggir upp á lond, sum eru limir í ES. Hesi londini avgeva rættin til tilfeingi til ES at umsita sentralt í Brússel. Nøgdin sum kann fiskast verður stýrd úr Brússel, men tú [...] búskaparfrøðingur. MYNDATEKSTUR: - Ongin kann til dømis finna samanhang millum fiskivinnu í Grikkalandi og í Íslandi, sigur Óli Samró, búskaparfrøðingur, um fiskivinnupolitikkin hjá ES Mynd: Jens Kr.
síðan hann fór undir virksemi í 1948. Og hann fylgir við tíðini. Býráðslimur hevur hann verið í Runavík í samfull 10 ár og meginpartin av hesum skeiði var hann formaður í havnarnevndini. Eitt eyðkenni [...] fyllir ein kendur vinnulívsmaður í Runavík 70 ár. Tað er Óla Christian Danielsen, sum seinastu 52 árini hevur fingist við lastbilar í Eysturoynni. Neyvan er nakað mannsbarn í Eysturoynni, sum ikki kennist [...] eyðkenni fyri Óla er, at hann er góður at heita á. Sosialurin ynskir Óla tillukku við degnum, hvar enn á klótuni hann er staddur 8. desember í ár.
Tað ber til at liva av tí, teir hava fingið í vár, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, sum er ein teirra, sum rør út av Eiði við snellu. Chris Jan Michelsen sigur, at tað [...] prísurin hevur aftur fyri verið so mikið góður, at tað stendur upp og niður. Tá Sosialurin tosaði við hann beint fyri deadline í gjár, lógu allir bátarnir á Eiði. Veðrið var heldur ólagaligt, og harður streymur [...] streymur er eisini. Chris Jan Michelsen sigur, at hann sjálvur hevur verið níggju dagar úti. Átta í mars og ein í apríl. Tá roknar hann ikki mikudagin uppí. Tann dagin var hann norðan fyri og vendi, sigur hann
Í gjár klokkan eitt seinnapartin var samgongufundur í Tinganesi, um arbeiðslagið í samgonguni. Talan var um ein samgongufund, løgmaður tók stig til eftir nógvar og harðar atfinningar frá samgongutinglimum [...] imum móti arbeiðshátti landsstýrissins. Sum Sosialurin skilti á Tjóðveldisflokkinum fyrrapartin í gár, fór flokkurin at krevja frágreiðing frá landsstýrinum um, hví pensjónsmálið varð handfarið, sum tað [...] Høgni Hoydal, varaløgmaður, sigur, at hann metir ein part av trupulleikunum botna í, at munurin millum flokkarnar í samgonguni er so stórur. Tí metir hann tað vera týdningarmikið við neyvum samstarvi
til eina fjarskotna bygd í Grønlandi. Tað var síðst í 2021, at Koks boðaði frá, at føroyska Michelin-matstovan flytir til bygdina Ilimanaq í Grønlandi. Áðrenn hetta húsaðist Koks í gomlu smiðjuni Frammi við [...] nýggja ævintýrið hjá Koks. – Vit fylgdu teimum í processini upp til tey lótu upp. Tað var áhugavert at dokumentera avbjóðingarnar við at lata upp eina matstovu í einari so lítlari og fjarskotnari bygd, sigur [...] Sosialurin: 1. juni kom ein nýggjur dokumentarfilmur um føroysku Michelin-matstovuna Koks út á stóru norðurlendsku stroymingartænastuni Viaplay. Talan er um ein dokumentar, sum fortelur søguna um slóðbrótandi
Hon varð gift fyrstu ferð í 1962, beint áðrenn hon fylti 20 ár. 32 ár seinni varð hon einkja, tá maður hennara fekk krabbamein og doyði. Hon var uppafturgift í 1998, men aftur í 2013 rakti lagnan hana hart [...] Kenslurnar koma í bylgjum, og tá eg siti einsamøll, er tað serliga ringt. Hóast dagarnir eru ójavnir, sigur hon. Les alla samrøðuna við Ásu Klakkstein Danielsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum [...] einaferð varð hon noydd til at siga farvæl ov tíðliga. Ása Klakkstein Danielsen hevur upplivað størri sorg í lívi sínum enn tey flestu, og hon greiðir frá, at tað hevur verið líka torført hvørjaferð hon hevur
broyta verandi skipan í Føroyum, men hann ivast í, um tað yvirhøvur er gott fyri kvinnuna, at hava ta vitanina, sum fosturkanningarnar geva. Hann heldur, at lógarfesta fosturtøkan í Danmark hevur ført ein [...] - Eg ivist í, hvussu jaligt tað er fyri kvinnuna at hava hesa vitan. Summi hava víst á, at vitanin kann oyðileggja ta tíðina, sum er eftir at bera barnið, sigur Karsten Hansen. Í sambandi við altjóða Down [...] Down Syndrom dagin, hevur Sosialurin viðgjørt evnið fosturkanning. Í Danmark verða fosturkanningar bjóðaðar til allar kvinnur, sum eru við barn, og hetta hevur ført við sær, at munandi færri børn við Down
hvussu man kann vera farmaceut í Køge ein dag og tannlækni í Roskilde næsta dag, sigur hon skemtiliga. Les longri samrøðu við Lindis og Jeanni Petersen í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum, har vit hava longri [...] longri tema um tvíburar. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið. [...] báðar og lívsleið teirra. Tær líkjast, hava sama klædnastíl og somu meiningar. Onkuntíð eru tær farnar í akkurát somu klæði uttan at vita av hvørji aðrari. – Tað besta við at vera tvíburi er heilt avgjørt
Brot úr grein í Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum kemur á gøtuna í kvøld. - Vit hava brúk fyri, at fleiri føroyingar taka lut í varðveitingina av rossunum - sum rossaeigarar og sum hjálparar [...] gleðistárum í eygunum. - Og tað skal nógv til, áðrenn hann fer frá matinum hjá sær, leggur hon afturat og flennir. Vikuskiftis Sosialurin hevur gjørt størri samrøðu við Onnu Louisu Joensen. Les alt í blaðnum [...] hundfara, men tey eru sera empatisk djór, sigur Anna Louisa og fortelur um tað ferðina, hon stóð einsamøll í fjósinum og sópaði, og hennara frustratión kom til sjóndar. Tann brennandi spurningurin, hvar rossini
15 varð hesin lítli drongurin borin í heim. Foreldrini eru Súsanna Annfinnsdóttir Crooks og maður hennara Andrew Crooks úr Kaldbak. Tað er vorðið siður, at Sosialurin og aðrir miðlar skriva um ársins fyrsta [...] fyrsta føroying. Og soleiðis er aftur í ár. Men av somu orsøk hevur Súsanna hoyrt nógv fyri, at hon ivaleyst fór at enda í bløðunum, tá ið hennara lítla barn varð komið til heimin. Tí hon var sett til 1 [...] sikkurt at enda í bløðunum, sigur Súsanna flennandi av føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Tað er nevniliga stuttligt at eiga ársins fyrsta føroying. Og hesin lítil sjeikurin er lítlibeiggin í familjuni. -