8. desember fyllir ein kendur vinnulívsmaður í Runavík 70 ár. Tað er Óla Christian Danielsen, sum seinastu 52 árini hevur fingist við lastbilar í Eysturoynni. Neyvan er nakað mannsbarn í Eysturoynni, sum ikki kennist við navnið Óla Christian. Hann er upp á fornavn við tey flestu og hansara bilar síggjast kring alla oynna.
Men vinir og kenningar skulu ikki gleða seg til nakað ball, nú Óla Christian rundar 70. Tá vit ringdu til hann mánadagin legði hann okkum staðiliga við at siga lesarunum, hann var burturstaddur føðingardagin. Óla Christian er eitt so livandi menniskja og virkin maður, at honum dámar einki at verða mintur á, at árini so javnt nartla burtur av æviskeiðnum
"Ætlar tú tær slett ikki at pensionerast?" spurdi undirritaði. " Tað havi eg slett ikki tíð til!" segði Óli, kvikliga.
Hann veit alt um bilar, hann hevur ikki tal á hvussu nógvar bilar hann hevur átt síðan hann fór undir virksemi í 1948. Og hann fylgir við tíðini. Býráðslimur hevur hann verið í Runavík í samfull 10 ár og meginpartin av hesum skeiði var hann formaður í havnarnevndini.
Eitt eyðkenni fyri Óla er, at hann er góður at heita á. Sosialurin ynskir Óla tillukku við degnum, hvar enn á klótuni hann er staddur 8. desember í ár.