ES OG FØROYAR
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Um Ísland, Noreg, og Føroyar fáa eitt tættari tilknýti til ES, og um hesi trý londini kunnu semjast um, at tey vilja hava ávirkan á fiskivinnupolitikkin, so fáa tey tað. Tað sigur seg sjálvt, at ES má finna eina semju við hesi londini um fiskivinnupolitikkin, sigur Óli Samró, búskaparfrøðingur.
Fiskivinnupolitikkurin hjá ES byggir upp á lond, sum eru limir í ES. Hesi londini avgeva rættin til tilfeingi til ES at umsita sentralt í Brússel. Nøgdin sum kann fiskast verður stýrd úr Brússel, men tú varðveitir tey fiskirættindi, sum tú hevði áðrenn innliman í ES.
Óli Samró sigur, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES er ólogiskur. Búskaparfrøðingurin væntar, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES í framtíðini verður býttur upp í ymisk øki. Til dømis verður Miðalhavið eitt øki, Suðuratlantshavið eitt, Eystursjógvurin eitt, Norðsjógvurin eitt, Norðuratlantshavið eitt, og so framvegis.
- Ein regionalur ella desentralur fiskivinnupolitikkur hevði verið tað mest logiska. Tað er ongin logiskur samanhangur í at umsita tvey so ymisk fiskivinnuøki sum til dømis Ísland og Grikkaland undir sama fiskivinnupolitikki. Politikkurin má verða regionalur ella desentralur, sigur Óli Samró, búskaparfrøðingur.
MYNDATEKSTUR: - Ongin kann til dømis finna samanhang millum fiskivinnu í Grikkalandi og í Íslandi, sigur Óli Samró, búskaparfrøðingur, um fiskivinnupolitikkin hjá ES
Mynd: Jens Kr. Vang