Tríggjar ferðir hevur Ása upplivað at mist mannin hon elskar

sorgin hevur verið líka stór hvørja ferð, sigur hon.

Tríggjar ferðir hevur Ása Klakkstein Danielsen upplivað ta sváru sorg at missa lívskærleika sín, og staðið eftir einsamøll. Hon varð gift fyrstu ferð í 1962, beint áðrenn hon fylti 20 ár. 32 ár seinni varð hon einkja, tá maður hennara fekk krabbamein og doyði. Hon var uppafturgift í 1998, men aftur í 2013 rakti lagnan hana hart, og hon varð aftur einkja. Hon møtti síðani kærleikanum á triðja sinni, men tey fingu bert hálvtannað ár saman, tá hon enn einaferð varð hon noydd til at siga farvæl ov tíðliga. 

 

 

Ása Klakkstein Danielsen hevur upplivað størri sorg í lívi sínum enn tey flestu, og hon greiðir frá, at tað hevur verið líka torført hvørjaferð hon hevur mist. Dagarnir eru sjálvsagt ójavnir, men teir eru merktir av sorg, og styrkina til gerandisdagin finnur Ása omanífrá.

 

 

- Tað er tómt at skula fara at beginna einsamallur. Tað er so ræðuliga trist ikki at hava onkran at deila tankar og kenslur við. Kenslurnar koma í bylgjum, og tá eg siti einsamøll, er tað serliga ringt. Hóast dagarnir eru ójavnir, sigur hon.

 

 

Les alla samrøðuna við Ásu Klakkstein Danielsen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin. Vikuskiftis Sosialurin hevur hetta vikuskiftið stórt tema um tað at verða einkja ella einkjumaður.