Hjartagóð føroysk ross

Brot úr grein í Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum kemur á gøtuna í kvøld. 

 

 

- Vit hava brúk fyri, at fleiri føroyingar taka lut í varðveitingina av rossunum - sum rossaeigarar og sum hjálparar, sigur Anna Louisa Joensen, rossaalari.  

 

Eigur tú eitt føroyskt aliross, fært tú eina virðisløn á hvørjum ári, ið hjálpir at rinda útreiðslurnar.

 

- Rossini eru so klók og fitt. Tey hava ein sterkan vilja og lata seg ikki hundfara, men tey eru sera empatisk djór, sigur Anna Louisa og fortelur um tað ferðina, hon stóð einsamøll í fjósinum og sópaði, og hennara frustratión kom til sjóndar.

 


Tann brennandi spurningurin, hvar rossini skulu vera komandi vetur, var enn ósvaraður. Anna Louisa skrálaði. Hart. Vónin var við at bresta. Heilt einsamøll var hon ikki, og hon var enn einaferð mint á, hvussu hjartagóð hesi rossini eru.

 

 

- Marmarankur steðgaði beinanvegin við at eta. Hann hugdi uppá meg og gekk so yvir til mín og legði høvdið hjá sær á mína øksl. Hann kom fyri at troysta meg. Tað var so rørandi, fortelur Anna Louisa við gleðistárum í eygunum. - Og tað skal nógv til, áðrenn hann fer frá matinum hjá sær, leggur hon afturat og flennir.

 

 

Vikuskiftis Sosialurin hevur gjørt størri samrøðu við Onnu Louisu Joensen. Les alt í blaðnum.