strandingar sum taptu, enn tað var VÍF, sum vann. Tað er rætt, at StÍF helst hevur víst tað besta spælið yvirhøvur í hesum kappingarárinum, og tað er eisini rætt, at StÍF ongantíð hevur vunnið nakað serligt [...] av. Um nakar spyr Eli Müller, sigur hann ivaleyst, at hann hevði tamarhald á støðuni, men tað er ivasamt, hvat hevði hent, um bólturin ikki broytti kósina tað sindrið, sum gjørdi, at hann fór við síðuna [...] sostatt vann Vestmanna eisini steypakappingina hjá monnunum. Eftir hvat skilst ætlar felagið sær út í Europa aftur, og tað atgongumerkið er nú tryggjað. VÍF kann eisini framvegis vinna landskappingina, men
sigur John. Eins og allir strandingar er hann ikki nøgdur við at tapa steypafinaluna. ? Tað er altíð keðiligt at tapa, men ein slíkan dyst og bert við einum máli, tá er tað serliga keðiligt. Helst tá ein [...] sigur John Petersen, sum ikki dylir, at hann ikki er nøgdur við verjupartin hjá sær heldur. ? Eg gloymdi heilt einfalt at verja á veinginum til tíðir, og tað er ov vánaligt, sigur hann. Hann viðgongur, at tað [...] siga. Alt liðið spældi illa, og tað er einki annað at gera við enn at leggja meira í fyri at vinna føroyameistaraheitið. Tað eru seks dystir eftir og munurin í toppinum er ikki stórur, so tað krevur ein góðan
teir í Gøtu, er hurðin stongd, men so er umboðsmaðurin í durunum, heilsar uppá og bjóðar inn. Hann er løgfrøðingur, tosar enskt og er so forkølaður, sum tað kann roknast við, at ein er, ið er vanur við sól [...] at lønin her er ikki serliga høg? Sammett við í londunum longri suðuri í Europa er hon ikki, men hon er væl hægri, enn hon er hjá einum arbeiðsleysum unglinga heima í Brasilia, sum ikki er vísur í, um [...] londunum, har muslimska trúgvin er einaráðandi! Skulu vísa hvør dugur er í teimum Fabio Oliva de Menezes dylur ikki, at málið hjá spælarunum, sum nú eru komnir til Føroya, er at røkka uppaftur longri. Hetta
rásin TV Global, sum er fjórðstørsta sjónvarpsrás í heiminum, og hin er kaðalrásin Sport TV, sum er ein rás, ið sendir ítrótt 24 tímar um samdøgrið, og sum er ein av trimum stórum ítróttarsjónvarpsrásum [...] spælarunum. Hetta er fyrstu ferð, teir eru uttanfyri Brasilia, og teir hava ongantíð sæð kava fyrr, leggur hann afturat. Hann arbeiðir fyri tvær ymsar sjónvarpsrásir, meðan hann er í Føroyum. Onnur er almenna rásin [...] Paulo, sum er størsti býur í Brasilia, men teir taka sær so at siga bert av dagligum tíðindum og gera ikki drúgvari sendingar sum hesa, Luis nú er í Føroyum og ger. Úr Kina til Finnlands Hetta er eitt arbeiði
fingið alt at rigga. Tað, sum teir føra fram er mest álíkt ógrundaðum grenji. Tá tað kemur til at konkretisera hvat tað er, sum ikki riggar, og hví tað ikki riggar, er lítið ítøkiligt í kritikkinum. Óli gremur [...] stuttum og báðir siga teir orsøkina til at teir eru sambandsmenn vera, at her er einki skil á. Einki riggar sum tað skal. Landið er stýrt av ørvitsknokkum. Mær fyrikemur tað løgið, at alt skal vera farið út [...] nakrar nevndarlønir. Onnur orsøk er so søgn um at vit einki nytta og einki duga. Tað meylið hava vit hoyrt fyrr. Langt frá mær at siga at alt riggar sum tað skal, men um tað nú er so at vit ikki duga og ikki
klárt. Mín metna er, at høvdu ferjurnar goldið vanligt havnargjald, so høvdu ferjulegurnar í Vestmanna og í Leirvík verið góð íløga fyri hesar kommunur. Onkur spyr helst, hvat orsøkin er til henda mismun [...] mismun. Mítt besta boð til eitt svar er, at viðvíkjandi ferjuhavnum, er tað brúkarin, ið ásetir havn-argjaldið. At eingin ætlan er um veruliga broyting í hesum, váttaði Finnbogi Arge landsstýrismaður í sjónvarpinum [...] Vestmanna kommuna fær hóast alt vanligt havnargjald fyri báðar ferjurnar. Ein kundi spurt seg sjálvan, hvat er vanligt havnargjald? Eg kenni ikki so nógv til viðurskiftini í Vestmanna, men eg kenni nakað til
Ríkisfelagsskapur er tómt orð Orðið ríkisfelagsskapur er eitt uppfunnið politiskt hugtak, sum ongan veruleika hevur í fólkarætti ella statsrætti. Danska ríkið er eitt eindarríkið. Tað er alment sligið fast [...] mentan er heldur betri enn nøkur onnur. Grundsjónarmiðið hjá Sameindu Tjóða er júst, at við virðing og javnstøðu tjóðanna millum, kann veruligur heimsfelagsskapur og friður skapast. Eitt land er eitt øki [...] eitt fólk. Ein tjóð er eitt fólk við felags søgu, virðum, máli og mentan. Hetta svarar til orðið »nation« í okkara grannamálum. Tíverri hevur heimssøgan víst, at hetta hugtakið er vorðið vavt saman við
fund við vinnuvirkini á keiini, og formannin í ferðslunevndini, Poul Poulsen, politist, um, hvat frægast er at gera. [...] Nevnt hevur verið at rættast var at banna bilum at standa á øllum havnarlagnum. Men tað halda onnur er at gera ov nógv av. Tey halda, at sleppa bilar ikki at standa á havnarlagnum, skulu teir standa onkra
samskifta er ikki bara at tosa, tað er eisini at lurta. - Vit síggja ofta í føroyskum kjaksendingum í sjónvarpinum, at samskiftið millum persónar, sum eru ósamdir um eitthvørt, er heilt út av lagi. Tað er heilt [...] fastlæstir í teirra egnu meining. Tá meti eg, at tað er av týdningi hjá vertinum í sendingini at fara aftur um meiningina hjá pørtunum og spyrja, hvat tað er sum ger, at partarnir nú hava meiningina teir hava [...] heilt vanligt at síggja, at fólk vanta virðing fyri hvør øðrum og meiningunum hjá hvør øðrum. Tað er í lagi, at vit eru ósamd, men vit eiga at virða meiningina hjá hvør øðrum, tí hevur tú virðing fyri øðrum
neyva viðgerð. Lutvíst er tað sjálv skipanin, ið hevur skyldina av tí. Tað er tíverri vorðið siðvenja, at samgonga og andstøða aldri koma til sættis. Samgongan sigur eitt og andstøðan er bara ímóti, fyri ein [...] politikari í eina fjórðingsøld metir Jógvan Sundstein, at orðaskiftið á tingið er verri í dag enn tað var fyrr. - Kanska er munurin er ikki so stórur og møguliga síggi eg tað øðrvísi í dag, nú eg ikki eru virkin [...] ein stóran part bara tí at hon er í andstøðu. Andstøðan roynir til eina og hvørja tíð at peika á nøkur ting fyri at rættvísgera, at hon er ímóti. Tað nýtist og eigur ikki at vera so. Sjálvsagt eigur ein