Ein kendur havnarmaður, Guttormur Eysturoy, hevði í nógv ár snikkaravirki úti í Rættará. Har kom nógv fólk á gátt og mangt eitt mál varð tuggt og tægað. Einaferð minnist meg kendan mann koma inn at práta og datt tosið inn á barndømi. M.a. um tú sjálvur var førur fyri at meta um, um tú var vorðin í barndømi. Ymiskar vóru meiningarnar og nøkur endalig niðurstøða varð ikki rokkin. Tá hesin gamli, framúr gløggi maðurin skuldi til at fara, vendir hannsær móti Guttormi og sigur: »Guttormur, eitt skulu tygum vita. Um eg komi ein dagin og sigi at eg eri vorðin sambandsmaður, tá skulu tygum ikki ivast, tá eri eg farin at ganga í barndømi!«
Óli Jacobsen sigur herfyri í samrøðu við Sosialin, at hann er vorðin sambandsmaður og at allar kreftir mugu savnast móti loysingini. Tað eru bert fantastar, sum halda at vit megna at taka fullveldi. Í einum fylgjandi Sosiali tekur annar, fyrrverandi samgongumaður hjá Óla, Bjørn á Heygum undir við honum.
Báðir hava sitið í ovastu leiðslu landsins til fyri stuttum og báðir siga teir orsøkina til at teir eru sambandsmenn vera, at her er einki skil á. Einki riggar sum tað skal. Landið er stýrt av ørvitsknokkum. Mær fyrikemur tað løgið, at alt skal vera farið út á sjógv minni enn ár aftan á at hesir báðir sótu á toppinum og høvdu fingið alt at rigga.
Tað, sum teir føra fram er mest álíkt ógrundaðum grenji. Tá tað kemur til at konkretisera hvat tað er, sum ikki riggar, og hví tað ikki riggar, er lítið ítøkiligt í kritikkinum. Óli gremur seg um at roynt verður at rudda upp í tí urskóg av nevndum og ráðum, sum hava stýrt fiskivinnuni. Hetta kann bert vera at fegnast um. Tað kann ikki vera annað enn eitt pluss at samstundis rúka nakrir nevndarsessir og nakrar nevndarlønir. Onnur orsøk er so søgn um at vit einki nytta og einki duga. Tað meylið hava vit hoyrt fyrr.
Langt frá mær at siga at alt riggar sum tað skal, men um tað nú er so at vit ikki duga og ikki nytta til at stýra okkum sjálvum, eiga vit at fáa okkum tann førleikan og hann kann bert fáast við at taka róður í hond og læra seg.
A. Guttorm Djurhuus