ohn Petersen, sum hevur verið stórskjútti í nógvum dystum, fekk lítið burturúr í finaluni leygardagin.
? Hatta var nakað lort. Eg havi ikki spælt so illa í lívinum, sigur hann.
? Vit skutu málmannin hjá teimum heitan beinanvegin, og so var einki at gera.
Men hvat við verjuni?
? Nei, hon riggaði heldur ikki væl. Hon var alt ov opin. Vit royndu at mansverja Áka, men hóast tað, so slapp hann at skjóta mál, sum honum lysti. Tað sama var við Sámal Joensen. Hann er stórur og hevur gott skot, men hann skal ikki sleppa so lætt framat. Aftur at teimum báðum, so slapp Martin Hummeland eisini alt ov lætt framat málinum, sigur John Petersen, sum ikki dylir, at hann ikki er nøgdur við verjupartin hjá sær heldur.
? Eg gloymdi heilt einfalt at verja á veinginum til tíðir, og tað er ov vánaligt, sigur hann.
Hann viðgongur, at tað sá rættuliga gott út í byrjanini. StÍF var frammanfyri 9-6, men so kom stígur í av álvara.
? Næstu løtuna taptu vit 8-1, sigur John.
Eins og allir strandingar er hann ikki nøgdur við at tapa steypafinaluna.
? Tað er altíð keðiligt at tapa, men ein slíkan dyst og bert við einum máli, tá er tað serliga keðiligt. Helst tá ein veit, at vit kunnu spæla nógv betri enn tað vit vístu leygardagin, sigur John. Men var tað so nakað einstakt sum gjørdi at tit taptu?
? Nei, tað haldi eg ikki vit kunnu siga. Alt liðið spældi illa, og tað er einki annað at gera við enn at leggja meira í fyri at vinna føroyameistaraheitið. Tað eru seks dystir eftir og munurin í toppinum er ikki stórur, so tað krevur ein góðan innsats, sigur John.
Hann leggur tó afturat, at málmenninir hjá vestmenningum høvdu stóra æru av dystinum leygardagin.
? Teir tóku fýra av fimm brotskøstum og tað er ótrúliga gott. Serliga tá ein hugsar um, at vit vanliga skora uppá næstan øll brotskøst, sigur John Petersen.