Úr vavgreytinum

Vit mugu helst sláa fast, at kjakið um framtíðarstøðu Føroya hevur hug at enda í rópum og vavgreyti. Hvat merkir nú hetta orðið og hitt orðið? Vældefinerað orð verða gjørd til ræðumyndir um at skerja vælferð og at missa rættindir. Nýggj og ógreið orð verða blakað á borðið, sum kunnu ørkymla fólk uppaftur meira.

Tað kann tó ikki endurtakast nóg ofta, at allar útgreiningar og avleiðingar verða lagdar á borðið, áðrenn fólkið skal taka støðu til fullveldisspurningin.

Hóast eg ikki eri serfrøðingur, vil eg kortini lýsa, hvat landsstýrið og samgongan leggur í innihaldið á teimum hugtøkum, sum verða brúkt. Vónandi kann hetta rætta nakrar misskiljingar, ið tykjast ganga aftur í almenna orðaskiftinum og í fjølmiðlunum.


Tjóð merkir fólk

Orðið tjóð merkir eitt fólk.

Ein tjóð er eitt fólk við felags søgu, virðum, máli og mentan. Hetta svarar til orðið »nation« í okkara grannamálum. Tíverri hevur heimssøgan víst, at hetta hugtakið er vorðið vavt saman við rasuskilnaði og rasismu, men tað hevur onki við tjóðarhugtakið at gera. Vit eiga at halda fast við, at tú ikki verður føddur við einum tjóðskapi, men tú skapar tær hann gjøgnum títt lív í verki ? uttan mun til húðalit ella trúgv. Ongin tjóð ella mentan er heldur betri enn nøkur onnur.

Grundsjónarmiðið hjá Sameindu Tjóða er júst, at við virðing og javnstøðu tjóðanna millum, kann veruligur heimsfelagsskapur og friður skapast.


Eitt land er eitt øki

Eitt land er sjálvsagt eitt landafrøðiligt hugtak. Altso eitt øki í heiminum við serligum eyðkennum, sum natúrliga er skilt frá øðrum við kletti, sjógvi, vatni, vøkstri ella øðrum natúrligum eginleikum og eyðkennum.


Ein statur ella ríki er eitt ræðisøki:

Statir ella ríkir eru nakað heilt annað. Tað snýr seg um, hvør hevur valdið yvir einum øki og yvir fólkinum í økinum, og hvør kann taka avgerðir vegna hetta økið - fólkið innanhýsis og mótvegis øðrum statum og ríkjum. Tað er altso ein ræðiseind. Viðurskiftini millum statir eru regulerað í statsrætti, og heimurin verður stýrdur eftir hesum reglum. Ríkini og statirnir í hesum heimi hava verið nógv og skiftandi. Kríggj, blóð og eldur hava flutt mørk millum statir og ríkir í Europa í óminniligar tíðir. Kongar, keisarar og fúrstar vóru valdsharrar, sum vórðu føddir til valdið ella tóku sær valdið við vápnamegi.


Tjóðarstaturin.

Tjóðarstaturin byrjaði sum eitt uppbýti, har valdsharrarnir høvdu eitt fólk ? eina tjóð ? undir sær í einum avmarkaðum øki. Men upplýsingartíðin í Europa kveikti heilt nýggj hugtøk um vald, fólk, menniskjur og mannarætt. Við fronsku kollveltingini í 1789 vórðu fólkaræðisligu kollveltingarnar rættiliga settar á dagsskránna. Frakland gjørdist republikk ? eitt lýðveldi ? har fólkið skuldi hava ræðið og velja sínar egnu myndugleikar at umboða sítt vald. Nú kundi tosast um nútímans tjóðarstatin, har ein tjóð fekk ræðisrætt yvir einum landi. Kortini hevur ongantíð verið talan um, at bert ein tjóð var í einum stati. Landamørk eru kritað á kortunum hjá generalum, og sera ilt er at tosa um nakrar natúrligar eindir. Minnilutar av øðrum fólki við serstakari mentan, máli, søgum og virðum hava altíð verið og eru enn sjálvsagt í statum og londum. Kortini hava tey statsborgaraskap í tí statinum, tey búgva og eiga at hava somu borgararættindini.


Nútímans fólkarættur

Hjálandaveldi hevur verið heimsins regla heilt upp til okkara dagar. Við royndunum at upploysa hjálandaveldið eftir seinna heimsbardaga, kom nútímans fólkarættur at galda í heimshøpi. Staðfest varð, at ein tjóð ? eitt fólk ? hevur søguligan ognarrætt og yvirvaldsrætt til sítt nattúrliga tilfeingi og landaøki og kann sostatt skipa seg í ein stat ? til tess at varðveita sína mentan, sítt mál, síni virðir og at skapa sær sína egnu søgu. Fólkið kann sjálvt velja sína stjórnarskipan og sínar myndugleikar, sum kunnu gera bindandi avtalur við aðrar fólkarættarligar myndugleikar - aðrar statir. Hetta er tað, sum liggur í orðinum suverenitetur ella fullveldi. Eitt fólk, sum fær viðurkent fullveldi yvir sínum landi, kann so rópa seg eina sjálvstøðuga tjóð.


Statsskipanir

At eitt fólk skipar ein stat kann so gerast grundarlagið fyri ymsum statsrættarligum og stjórnarligum skipanum. Vit kenna sambandsríkir ella samveldir, har statir byggja ein felags politiskan yvirbygning, og nógvar aðrar skipanir finnast.

Um fólkið velur at varðveita ein kong ella ein fúrsta rópa, vit statin eftir tí ? kongaríki ella fúrstadømi - monarki. Í okkara parti av heiminum eru hetta bert leivdir av gamlari tíð. Tær flestu stjórnarskipanir eru fólkaræðisligar við parlamenti og stjórn, hóast kongar og fúrstar eru kransakøkufigurar.Velur fólkið at skipa eitt lýðveldi, er talan um stat við fólkavaldum forseta.


Fullveldi og lýðveldi er ikki tað sama.

Ísland gjørdist eitt land við fullveldi í 1918, men valdi at vera í kongsfelagsskapi við Danmark ígjøgnum ein sáttmála. Í 1943 valdu íslendingar at gerast lýðveldi við egnum fólkavaldum forseta. Tað kundu íslendingar velja av sínum eintingum, tí teir høvdu fingið altjóða viðurkendan suverenitet ? fullveldi ? í 1918. Fullveldi er altso eitt grundleggjandi fólkarættarligt hugtak. Lýðveldi er ein serlig stats- og stjórnarskipan. Eg hugsi, at hetta var ein misskiljing í eini blaðsamrøðu í Dimmalætting við íslendska professaran Sigurð Líndal. Orðið tjóðveldi merkir bara fólkavald - at føroyska tjóðin hevur suverenitetin yvir Føroyum. Tað sigur onki um kongsfelagsskap, lýðveldi, samveldi ella hvør vit ynskja skal umboða okkara vald. Við fullveldi ber til at taka avgerð um, hvussu vit vilja samstarva og fara í felagsskap við aðrar statir. Tá eru føroyingar myndugir í altjóða høpi.


Ríkisfelagsskapur

er tómt orð

Orðið ríkisfelagsskapur er eitt uppfunnið politiskt hugtak, sum ongan veruleika hevur í fólkarætti ella statsrætti. Danska ríkið er eitt eindarríkið. Tað er alment sligið fast óteljandi ferðir frá donskum myndugleikum, og tað vita allir aðrir statir í heiminum. Ognar- og yvirvaldsrætturin liggur bert í einum stað, nevniliga hjá donsku ríkismyndugleikunum og, fullveldið er hjá danska fólkinum. Heimastýrisskipanin er bara nakað, danir kunnu velja at geva okkum ella at taka aftur. Hetta hava vit jú fingið prógv fyri í verki.


Suverenitet

mugu vit sjálvi taka

Ongin ivi er um, at føroyingar lúka allar fólkarættarligar treytir fyri at vera ein tjóð, og at Føroyar eru eitt sera vældefinerað landaøki. Spurningurin er bara, um vit vilja hava suverenitet, so tað verður altjóða viðurkent, at vit hava ognarrættin og yvirvaldsrættin yvir landinum og kunnu velja okkara egnu stjórnarskipan. At hetta verður mett upp ímóti búskaparligum sjálvbjargni og øðrum spurningum, er týðiligt og skilligt. Og tí arbeiðir landsstýrið so miðvíst við at vísa á møguleikar og vansar fyri einum sjálvstøðugum føroyskum stati, har ætlanin er at vera í kongsfelagsskapi og øðrum felagsskapi við danska statin.

Einhvør onnur skipan, sum ikki nertir við fullveldishugtakið, vil tí bert verða heimastýrislógin í víðkaðum ella nýggjum hami. Tá liggur evsta ábyrgd og rættur hjá donskum myndugleikum og ikki hjá okkum sjálvum.


Høgni Hoydal