Tað er stórt lop úr Rio de Janeiro og á Svangaskarð ella í Sarpisgerði, og tað er tað á so mongum økjum. Fótbóltsmenninir úr Brasila eru 27 ára gamli Moisés og 26 ára gamli Robson, sum eru í Gøtu, og 26 ára gomlu Messias og Marcelo, 23 ára gamli Lucio og 22 ára gamli Marlon, sum eru á Toftum. Teir eru allir ógiftir, og teir tosa allir einki annað mál enn portugisiskt.
Tá teir fyri einari góðari viku síðani fóru úr stórbýnum vóru hitastigini omanfyri tey fjøruti, og tá teir tveir dagar seinni komu til Føroya var pinnurin niðanfyri frostmarkið.Stórbýarmeldurin hvarv, og í staðin fyri í einum veldugum milliónabýi við nógvum gangi, stórum arbeiðsloysi og einari rúgvu av lógarbrotum hvønn einasta dag sita seks fótbóltsspælarar (tann seinni hjá GÍ kom nú sunnudagin) og ein umboðsmaður úti í Atlantshavinum á kavaklæddum oyggjum, har bygdafólkið livir sítt vanliga og hóvliga lív og frøist um, at tað aftur gongur rætta vegin.
Nógvir hava útferðarlongsul
Tá vit skulu inn at heilsa uppá teir í Gøtu, er hurðin stongd, men so er umboðsmaðurin í durunum, heilsar uppá og bjóðar inn. Hann er løgfrøðingur, tosar enskt og er so forkølaður, sum tað kann roknast við, at ein er, ið er vanur við sól og summar hvønn einasta dag, og sum í so at siga einum nú verður fluttur 95 breiddarstig norðureftir.
Hann eitur Fabio Oliva de Menezes, og hann er 30 ára gamal, og hann veit at siga frá, at hóast stóra munin á viðurskiftunum her og teimum í Brasilia, so er tað ein rúgva av ungum monnum har suðuri, ið ógvuliga fegnir høvdu viljað komið henda vegin at spælt fótbólt:
Tú skalt minnast til, at búskaparliga støðan í heimlandinum hjá okkum er verri nú, enn hon hevur verið øll árini síðani sitandi forsetin tók við valdinum í 1994. Hetta hevur millum annað við sær, at arbeiðsloysið er metstórt, og tá tað gongur illa, so gongur tað altíð fyrst og fremst út yvir tey lægst støddu á samfelagsstiganum. Vit eru greiðir yvir, at pengarnir í føroyskum fótbólti kunnu ikki sammetast við pengarnar í nógvum av hinum europeisku londunum, men alíkavæl kenna spælararnir, sum eru komnir higar, at teir hava verið hepnir sammett við so mangar aðrar menn heima í Brasilia. Síggja vit burtur frá størstu feløgunum heima, so er nógv av fótbóltinum har í kreppu. Til nógvar dystir eru sera fáir áskoðarar, og tað hevur aftur við sær, at hugurin at lýsa minkar, og ónda ringrásin ger, at førleikin hjá feløgunum at rinda lønir viknar.
Men tú segði sjálvur, at lønin her er ikki serliga høg?
Sammett við í londunum longri suðuri í Europa er hon ikki, men hon er væl hægri, enn hon er hjá einum arbeiðsleysum unglinga heima í Brasilia, sum ikki er vísur í, um hann fær nakað útgjald, sjálvt um tað skuldi komið soleiðis fyri, at hann fekk arbeiði ella kanska ein sáttmála við eitt fótbóltsfelag. Og so skal tann veruleikin ikki undirmetast, at her í Føroyum fáa spælararnir tak yvir høvdið, mat í munnin og klæði at ganga í. Í hesum tíðum er hetta ikki ein sjálvfylgja hjá øllum heima í Brasila, vísir Fabio Oliva de Menezes á.
Nógvir royna eydnuna
Umboðsmaðurin vísir okkum hagtøl yvir, hvussu nógvir fótbóltsspælarar eru farnir um markið úr Brasilia í nítiárunum. Teir eru fleiri hundrað í talið, men tað hevur verið lívlig ferðsla báðar vegir, og orsøkirnar til, at tað ikki altíð riggar, kunnu vera ymiskar:
Hesir, sum eru komnir til Føroya, hava somu fótbóltsevnir, sum 95 prosent av øllum hava, ið fara av landinum. Í Brasilia er ein landskapping, og so er fótbólturin í býunum og landspartunum skipaður í kappingar. Næstan allir, sum eru komnir higar, koma úr næstbestu deildini í Rio. Teir eru eingir Romario ella Ronaldo, og eg hevði ikki givið viljað verið við til at gera avtalur við B68 og GÍ, um eg ikki metti, at teir fóru at standa seg.
Hvussu ber tað til, at so nógvir av teimum, sum royna seg uttanlands, so skjótt venda til hús aftur?
Tað kunnu vera so nógvar orsøkir, t.d. sosialar og mentunarligar. Eitt nú fóru fleiri spælarar úr Brasila nøkur ár herfyri til Miðeysturs og Afrika, men tað var skjótt liðugt við tí. Okkara spælarar rista kross fyri seg, tá teir fara á vøllin, men tað varð ikki góðtikið í londunum, har muslimska trúgvin er einaráðandi!
Skulu vísa hvør
dugur er í teimum
Fabio Oliva de Menezes dylur ikki, at málið hjá spælarunum, sum nú eru komnir til Føroya, er at røkka uppaftur longri.
Hetta skal ikki misskiljast. Um spælararnir verða í Føroyum, og síðani fara aftur til hús, so hava teir verið hepnir, men sjálvandi ynskja teir at fáa møguleikan at spæla á hægri støði, har pengarnir eisini eru fleiri, t.d. í 2. deild í Portugál.
Fjarstøðan til Føroya er ikki so stór, so tað er lætt at vísa síni evni, eisini tá føroysku liðini skulu spæla í Europa Cup. Men eg havi gjørt spælarunum greitt, og teir vita tað væl, at skulu teir hava møguleika at koma longri á leið sum spælarar, so er neyðugt, at teir í sáttmálatíðarskeiðnum í Føroyum, sum røkkur til kappingin her verður liðug í oktober, eru støðugir og millum berandi kreftirnar á liðunum, sum teir umboða.
Búsetur seg í Íslandi
Brasilski løgfrøðingurin, sum hevur verið millummaður í royndini at fáa fremmandu spælararnar henda vegin, fer síðst í vikuni til Íslands, har hann vónar at fáa arbeiði. Tað er eingin trupulleiki við arbeiðsloyvinum, tí mamman hevur røtur í Italia, og tað ger, at de Menezes hevur ES pass.
At hann fer til Íslands kemst av, at Páll Guðlaugsson hevur bjóðað honum hagar.
Tað er Páll Guðlaugsson, sum hevur sett meg í samband við føroysku feløgini. Tá GÍ spældi í Europa Cup móti Jazz spældi ein brasiliumaður við teimum. Eg var við, tá hann skrivaði sáttmála við finnarnar. Tað var gjøgnum ein danskan umboðsmann, sum eitur Geir de Lange. Henda mannin hevur Páll Guðlaugsson samband við, og tá Páll í heyst kom til Brasilia at hyggja eftir spælarum, setti hann seg í samband við meg, og eg vil siga, at teir báðir spælararnir, ið fóru til Leiftur og teir seks, sum eru komnir henda vegin, eru á umleið sama støði.
Hevur tú verið við í sølu og keypi av spælarum millum feløg í Brasilia?
Nei, tað havi eg ikki verið, og tað ætli eg mær ikki at vera. Eg ynski heldur ikki at dylja, hví eg ikki eri uppií har yviri. Tað er stutt sagt, tí mutrið er so stórt har, at tað ber ikki til at samráðast og gera tað, sum eg kalli ein reinan handil.
Men ert tú vísur í, at alt gongur rætt fyri seg, tá tú gerst avtalur við B68 og GÍ?
Tað eri eg púra vísur í. Niclas Davidsen og Jógvan Gregersen tykjast vera heiðursmenn, og blíðskapurin móti mær og spælarunum hevur verið stórur, bæði á Toftum og í Gøtu. Eg vóni sanniliga, at spælararnir kunnu rinda afturfyri, tá teir fáa møguleikan fyri tí á vøllinum, endar brasiliumaðurin, sum ikki heldur seg til at fáa fleiri spælarar henda vegin:
Um eg skal vera við til at gera sáttmálar, so skal eg kenna spælararnar og vita, hvat teir standa fyri, og tá eg nú fyribils í hvussu so er ætli at búseta meg í Íslandi, so havi eg ikki møguleikar at sýna fótbóltsspælarar heima í Brasilia.
Tá hann fær at vita, at í Gøtu er tað neyvan vanligt, at úthurðin er løst, tá fólk eru inni, heldur hann fyri, at so skulu teir heldur ikki sita aftanfyri stongdar dyr. jh