"Smuk som et stjerneskud" ella "Wings of love", at beiggjarnir vunnu kappingarnar og eisini hjørtuni á mongum, og hetta hevur merkt, at beiggjarnir so at siga síðani hetta hava merkt ein stóran áhuga fyri [...] og vit ætla eisini at uppliva eitt sindur av Føroyum, sigur Noller. Hann sigur, at teir altíð dáma at uppliva nýggj støð. Teir hava m.a. verið í Grønlandi fleiri ferðir áður. Tað, at konsertin verður inni [...] tónleiki. Eisini hevði hetta við sær, at teir fingu høvið til at geva eina nýggja fløgu út, sum heldur ikki hevur verið lítið spæld. Gleða seg nógv Tað eydnaðist Sosialinum at hitta Noller Olsen í telefonini
lætt at koma suður til Skúvoyar at vitja teg. Men tá vit so vóru har, á tíni gátt, fingu vit altíð eitt stórt smíl og opnan favn at koma inn til. Maturin, tú gjørdi, verður eitt av tí, ið vit fara at sakna [...] seint á kvøldi, at mamma og beiggi mín komu á mínar dyr; eg sá við eitt, at okkurt var áfatt. Mamma segði grátandi frá, at tú ikki longur var hjá okkum. Eg stóð heilt lamma, eg veit at vit øll skulu doyggja [...] var mamma foreldur okkara og langomma at børnum okkara. Fegin vildu vit at børnini vóru eldri, so tey kundu minnast aftur á teg, men so verður tað okkara rætta at minna tey á, hvussu fitt og góð tú var
ikki til at skilja hví. At vit ongantíð skulu vera saman aftur her á jørð, serliga nú á jólum, tá tú skuldi koma heim at halda jól saman við okkum øllum. Vit gleddu okkum øll sera nógv til at síggja teg [...] kendu teg, hava bara gott at siga um teg. Tú var so arbeiðssamur, alla staðni har tú hevur arbeitt var tú ongantíð bangin fyri at gera ov nógv, tú gjørdi altíð okkurt eyka fyri at fáa alt so fullkomið sum [...] glað fyri, tað var deiligt sum altíð at vera saman við tær. Eg eri ein av teimum, sum kendi teg best, av tí at tit búðu í kjallaraíbúðini heima hjá okkum, og av tí at tað vóru bara tvey ár ímillum okkum
fólkaatkvøðu um málið, tí tey hildu, at hetta er so álvarsligt, og trívir so djúpt inn í føroyska samfelagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan. Men tað hildu tinglimir [...] ikki og tey undraðust á, at hetta kravið skuldi koma nú. Tey mintu á, at tá ið núverandi andstøða sat við valdið í undanfarna valskeiði, noktaðu tey at hava fólkaatkvøðu um at broyta hjúnabandslógina. [...] ringt, ella enn truplari, at broyta fiskvinnuskipanina, enn tað er at broyta grundlógina, sigur Hanna Jensen. Steffan Kleing Poulsen og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, halda ikki, at tað hevði einki við
fylgja væl við B36 í stríðnum um silvurkrónurnar. At spæla móti VB á Vágseiði verður altíð mett sum torfør uppgáva. Tað plaga klaksvíkingar eisini at siga, men hesa ferð komu teir so væl frá tí, sum sjáldan [...] sligið seg til tols við, at í ár flyta teir ikki niður, og í ár vinna teir sær ikki rætt at taka lut í altjóða fótbólti komandi ár. Kurt í hopla Eyðun Kjærbo hevði til uppgávu at ansa Kurt Mørkøre, sum aftur [...] sendi framvið málverjanum. Eftir steðgin var týðuligt, at royndu klaksvíkingarnir vóru nøgdir og brúktu nógva tíð at spæla bótlin millum sín. VB royndi at koma afturíaftur, men viljin og sinniliga yvirskotið
einki at ivast í, at tey onkuntíð koma heim aftur at vitja. Tey eiga framvegis barnaheimið hjá Astrid á Strondum, og tey húsini ætla tey ikki at lata frá sær. - Vit gleða okkum bæði tvey til at flyta til [...] við allar prestarnar hevur verið gott, og eg haldi eg tori at siga, at eg havi hjálpt øllum prestum í Føroyum við at koma í kjólan. Álvheygg sat í mong ár í skúlaráðnum, og ikki minst kendur er hann frá [...] vóru samd um, at einki skilabetri kundu tey finna uppá enn at flyta til Danmarkar at vera nærri sínum. Tað gleða tey seg til, eins og børnini, hjúnarfelagar teirra og børnini eru ovurfegin um at fáa abba og
greitt, at sambært fútanum, sleppur Televarpið ikki at senda porno, tí hetta er í stríð við lógina. ? Tað er satt at siga spell, mátin sum útvarpið sigur tað upp á. Vit hava ongantíð ætlað okkum at sent porno [...] Djurhuus, at hetta ljóðar sum um Televarpið fer at senda einaferð ímillum jól og nýggjárs. ? Vit hava alla tíðina sagt, at vit verða tekniskt klár tann 25. november. Men vit rokna ikki við at senda júst [...] fær tað at ljóða sum um vit alla tíðina hava ætlað at sent porno, og tí bróta vit lógina um vit gera tað, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri á Televarpinum við Sosialin. Tróndur Djurhuus ger greitt, at Televarpið
landskappingini. Satt at siga plagar tað at vera gott tilfar at tosa og skriva um, at nú skal hesin ella hasin spælarin koma úr útlandinum at hjálpa hesum ella hasum felagnum at vinna FM ella at sleppa undan [...] um at uppskotið um broytingar fór at hava við sær, at landsliðsspælararnir, ið spæla fótbólt í Íslandi, ikki fara at hava møguleika fyri at halda dystarvenjingina í føroyskum kappingini eftir at íslendska [...] Ætlanin er at fyribyrgja hesum, og andin í táttaðu orðingini er, at nú skal tað ikki bera til at flyta millum feløgini og at fáa føroyskar og útlendskar spælarar at styrkja um liðini, eftir at summarsteðgurin
sótu tey og hugdu at, meðan fransarnir rændu undir í neðra. Tá ið teir flestu sjórænararnir vóru rýmdir, settist ein av teimum at lata seg úr klæðunum. Søgnin sigur, at hann settist at leita sær eftir lúsum [...] var torvan soleiðis háttað, at hon fekk kropið sær í eitt hol undir berginum. Fransurin helt fram at rulla grót, men tordi ikki niður. At enda gavst hann og rýmdi. Gentan sat nú í torvuni, til sjórænaraskipið [...] gentan út av, men so væl vildi til, at hon kom niður í eina torvu, sum var tætt undir eggini. Fransurin hugdi út av bakkanum og sá gentuna, har hon sat. Hann fór nú at rulla grót omanyvir hana, men lukkutíð
vit talvu at skriva á og griffil at skriva við. Her kundi viskast út, so tað slapst undan pappírsnýtslu. Men seinni komu bøkur at skriva í. Meg minnist, at eg plagdi at fáa fyri í skúlanum at læra uttan [...] plagdi at veva buksuvadmal, spinna og at binda við hond. Hon bant so ótrúliga skjótt. Eg minnist til dømis, tá ið vit skuldu hava rotuskógvar, so var tað jobbið hjá monnunum at knovfyla, tað vil siga at [...] sonur teirra, greiðir frá, at so stórt var trúfestið, at tey høvdu alla sína tíð mynd av Zakaris hangandi í stovuni, eisini eftir, at Katrina var deyð. Hensia: Pápi lat “Irex” fyri at bjarga húsinum Pápi var