Tá ið sjórænari skar bróstini av eini konu í Nólsoy

Skiparanum hóvaði ikki illgerðina, sum ein av monnum hansara hevði framt. Tá hann kom umborð aftur, varð hann bukaður til deyðis, kastaður í havið og rak á land í Nólsoy, har hann liggur grivin. Skiparin sendi eina krukku við salvu í land til at grøða konuna, men tað hjálpti einki, og konan doyði. Í nøkur hundrað ár var krukkan í Gortrastovu í Nólsoy, har hendingin fór fram, men fyrst í farnu øld endaði hon á danska tjóðsavninum, har hon hevur verið í varðveitslu seinastu 100 árini. Krukkan, sum stavar frá hesi eirindaleysu hending, er nú komin aftur til Føroya

Føroyar vórðu nógv herjaðar av útlendskum sjórænarum í gomlum døgum, og soleiðis var eisini Nólsoyggin fyri ráni ? og tí sum verri var.
Søgnin sigur, at tíðliga ein summarmorgun læt eitt stórt fransaskip akkerið falla á Nólsoyarvík. Fjáltur kom á fólk, og tey ánaðu, at her var talan um eitt ránsmannaskip. Eingin ivi var um tað. Nógv fólk flýddu úr bygdini við tí, tey áttu og kundu bera og hildu leiðina til fjals. Men onkur var verandi eftir í bygdini.
Ránsmenninir komu í land og byrjaðu at ræna. Teir flestu fóru í hagan at ræna neyt og seyð. Aðrir rændu í bygdini.
Umsíður høvdu teir fingið fatur á øllum neytunum í Nólsoy og høvdu rikið tey oman í fjøruna, har tey vórðu dripin og førd umborð á skipið. Tá ið ránið hasaði av, var bert ein kvíga eftir í oynni, sum teir ikki høvdu funnið. Staðið, har hon hevði krógvað seg fyri ófriðakroppun-um, góvu nólsoyingar navnið, Loynikovin, og soleiðis er staðarnavnið enn tann dag í dag.
Hendan dagin krógvaðu nógvir nólsoyingar seg í Gomlugørðum, sum er ein rók, ið gongur gjøgnum bergið eystan fyri á Nólsoynni. Tey høvdu borið nógv grót til sín, og her sótu tey og hugdu at, meðan fransarnir rændu undir í neðra. Tá ið teir flestu sjórænararnir vóru rýmdir, settist ein av teimum at lata seg úr klæðunum. Søgnin sigur, at hann settist at leita sær eftir lúsum.
Best, sum hann soleiðis situr, fer grót at rulla úr homrunum fyri oman; tað vóru nólsoyingar, sum grýttu grót omanyvir teir. Sjórænarin sá, at hann mátti til beins við sín bera kropp. Tá ið hann var farin, leyp ein nólsoyingur niður úr rókini og oman, har maðurin hevði sitið og tók bæði byrsu og klæðini, sum maðurin var rýmdur frá.
Henda byrsa, sum verður rópt klæmintsbyrsa eftir manninum, sum fann hana, er enn til skjals í Nólsoy, og var í mong ár í húsunum í Búð.
Tá ið vit vóru skúlabørn í Nólsoy, høvdu vit nakrar ferðir høvi at síggja klæmintsbyrsu.
Skar bróstini av konu
Ein av sjórænarunum, sum rændu í bygdini hendan dagin, var komin inn í Gortrastovu, sum er norðrasta húsið í niðastu lon í dag. Har helt maðurin alt húsið í einum ruðulleika. Eingin var inni uttan konan.
Sjórænarin legðist á eina kistu, sum stóð har á gólvinum. Men kistan var løst. Hann kravdi at fáa lykilin frá konuni, og hon formáddi sær ikki nógv ímóti hesum ránsmanni ? og gav honum tískil lykilin. Hann læsti kistuna upp og legðist á knæ frammanfyri henni og fór at róta í henni. Sjórænarin tók ein lutin fyri og annan eftir upp úr kistuni. At enda tók hann eitt gullbikar upp, men tá kundi konan ikki bara sær longur; hon tók undir kistulokið og ripaði tað aftur í skallan á manninum, sum lá frammanfyri. So hart ripaði hon lokið, at hann svímaði.
Konan tók nú gullbikarið og leyp av durum í eitt skot nakað omanfyri húsini at krógva seg. Men ólukkutíð hevði hon stokkar við sær í hondini og misti noðað niður á gólvið, áðrenn hon slapp út. Í rokanum ansaði hon ikki eftir, at noðað lá eftir.
Tá ið sjórænarin vaknaði aftur, sá hann einki til konuna, men hann sá noðað liggja á gólvinum! Hann lesir seg eftir tráðnum niðan í skotið, har konan stóð. Sjórænarin tók tá gullbikarið frá konuni, fór illa við henni. At enda skar hann bæði bróstini av konuni og rýmdi.
Tá ið maðurin kom umborð aftur, og skiparin frætti um brotsgerðina, gjørdist hann so illur, at hann læt mannin binda til mastrina og læt hann buka til deyðis. Síðan varð maðurin kastaður í havið og rak á land úti í Seiðagjógv í Nólsoy, sum liggur skamt uttan fyri bygdina.
Dagin eftir funnu nólsoyingar mannin, tóku hann niðanfrá og gróvu hann í bønum, beint oman fyri gjónna. Teir løgdu ein stóran stein á grøvina, og hesin steinur og hetta stað rópa nólsoyingar enn úti á Fransinum.
Steinurin liggur beint á gøtuni, tá ið tú gongur omanfyri Seiða-gjógv. Sum smádreingir plagdu vit at stýga á steinin og spýta á hann, tá ið vit gingu framvið. Hetta gjørdu vit, tí søgan segði, at her lá ein maður, sum hevði gjørt seg inn á eina konu í bygdini. Mær kunnugt er steinurin ongantíð lyftur oman av fyri at vita, um eitthvørt goymir seg undir honum. Tað var sagt, tá ið vit vóru børn, at virðismiklir ognarlutir hjá manninum vóru grivnir við honum. Men hetta sigur søgan hjá Poul Nolsøe, sála á Mýruni í Nólsoy, sum er skrivað í Varðanum í 1937, einki um.
Eftir at maðurin hevði framt illgerðina, sendi skiparin á sjórænaraskipinum eina krukku við salvu í land til at grøða konuna, sum hevði mist bæði bróst-ini. Men einki hjálpti, og konan doyði.
Henda krukka var í húsunum í Gortrastovu í mong, mong ár, men endaði á danska tjóðsavninum fyri umleið hundrað árum síðan. Fyri trimum árum síðan kom krukkan heimaftur úr Danmark og er nú til skjals á Fornminnissavninum í Hoyvík, har myndin, sum er prentað saman við hesi greinini, er tikin í síðstu viku!
Krukkan er úr leiðuri og er líka heil enn tann dag í dag, sum tá ið skiparin á sjórænaraskútuni á sinni sendi fólk í land við henni í Nólsoy.
Ein gomul toft miðskeiðis í Nólsoyarbygd hevur verður rópt Fransatoft. Henda toft var hús í gamlari tíð, og søgnin sigur, at ein av fransunum kom innar í hesi húsini at ræna. Um hetta mundið var konan einsamøll inni, og hon setti seg upp ímóti ránsmanninum. Í sama bili kom maðurin inn, og handfast varð teirra millum. Teir tókust nú úr einum horni í annað, til teir einaferð komu beint á hurðina og endaðu úti í túninum. Tá gjørdust teir leysir av hvørjum øðrum, og fransurin rýmdi.
Bjargaði sær í torvu
Ein av fransunum, sum var við í ráninum í Nólsoy hendan dagin, hevði tikið eina gentu, sum hann ætlaði at hava við sær umborð. Gentan græt og illa læt og royndi at slíta seg leysa, men einki hjálpti. Tá ið maðurin kom oman í fjøruna við henni, snávaði hann, datt og misti gentuna. Hon leyp nú avstað tað skjótasta, hon kundi, og fransurin aftan á. Gentan rann suður um bygdina, úti í gjøgnum Berg, tey rópa. Í fyrstani rann gentan skjótari enn sjórænarin, men so møddist hon, og tá fór at ganga saman teirra millum. Tá ið tey vóru komin stívliga ein hálvfjórðing suður frá bygdini, hevði hann næstan fingið fatur í henni. Í sínari neyð og angist leyp gentan út av, men so væl vildi til, at hon kom niður í eina torvu, sum var tætt undir eggini. Fransurin hugdi út av bakkanum og sá gentuna, har hon sat. Hann fór nú at rulla grót omanyvir hana, men lukkutíð var torvan soleiðis háttað, at hon fekk kropið sær í eitt hol undir berginum. Fransurin helt fram at rulla grót, men tordi ikki niður. At enda gavst hann og rýmdi.
Gentan sat nú í torvuni, til sjórænaraskipið hevði lyft akkerinum og stevndi út av víkini. Tá kleyv hon uppaftur og fór sær til hús, uttan mein. Hendan gentan kallaðist Barba ella Barbara og stovan í Nólsoy nevnist eftir henni, Barbustova.
Uppi í Skipi
Uppi í Skipi eitur eitt pláss í Nólsoy, sum liggur í skráanum, tá ið tú gongur upp á oynna. Hetta er ein kluft undir hamrinum við nógvum djúpum holum. Eisini her plagdu nólsoyingar at krógva seg í ófriðartíðum.
Søgnin sigur, at niðan í Skip vórðu altíð dýrgripir og aðrir lutir bornir, sum fólk helst ikki vildu missa, tá ið tey vardu, at ófriðarskip var í nánd. Hesar holur eru nú soknar saman, og tí er ikki gott at vita, um nakrir lutir kunnu vera fyri innan.
Eisini nøvn sum Kagið og Kagavál knýta seg til hesar søgur úr Nólsoy, men torført er at siga frá, hvør rætti samanhangurin er. Summi av teimum gomlu søgdu, at fólk í gomlum døgum gingu til hesi pláss at kaga oman av, nær sjórænaraskipini vóru rýmd av víkini.
Ymiskar søgnir kunnu vera um hesa gomlu tíð, bæði í Nólsoy og aðrastaðni, men eg havi í hesi grein neyvt lagt meg eftir at fylgja tí, sum søgufróði, Poul Nolsøe á Mýruni, sáli, hevði í Varðanum í 1937.
Uppi í frásøgnini er okkurt minni ískoyti, ið eg minnist sum smádrongur at hava hoyrt um hesar hendingar.
Leggjast kann aftrat, at tað var við stórum áhuga, at eg vitjaði Fornminnissavnið í síðstu viku og fekk høvi at avmynda krukkuna, sum er nevnd í hesi grein. Á vitjanini var Regin Debess, sum starvast á savninum, mær til hjálpar ? við sínum áhuga og vitan um fornar lutir.