Eg fari mest at sakna kirkjuarbeiðið

Við flogfarinum til Danmarkar í kvøld fara Astrid og Johannes Álvheygg. Tey hava einvegis ferðaseðil, tí nú fara tey at búseta seg í Danmark.

Húsini í Lynggøtu í Havn hava tey selt, og í staðin hava tey keypt sær eina íbúð í lítla býnum Ruds-Vedby á Sælandi, stutt frá Slagelse.

Tað hevur sína orsøk, at Astrid og Johannes hava valt at búseta seg í hesum býnum. Har búgva nevniliga bæði børn teirra, Frans og Andrea, sum bæði hava danskar hjúnarfelagar, og eiga tvey børn hvør.

Álvheygg hevði lagt alt arbeiði frá sær nú fyri aldur, og hann og Astrid vóru samd um, at einki skilabetri kundu tey finna uppá enn at flyta til Danmarkar at vera nærri sínum. Tað gleða tey seg til, eins og børnini, hjúnarfelagar teirra og børnini eru ovurfegin um at fáa abba og ommu næstan til grannar.

- Vit hava fingið eina frálíka íbúð og fara at búgva nakrar fáar hundrað metrar frá báðum børnum okkara, sigur Álvheygg.

Ruds-Vedby er ein friðarlítil býur, sum hevur kirkju, samkomuhús, tiltøk fyri eldri, og har er ein handil.

- Meira er ikki brúk fyri, sigur Álvheygg.

Sjálvt um tey bæði nú flyta av landinum, er einki at ivast í, at tey onkuntíð koma heim aftur at vitja. Tey eiga framvegis barnaheimið hjá Astrid á Strondum, og tey húsini ætla tey ikki at lata frá sær.

- Vit gleða okkum bæði tvey til at flyta til Danmarkar, men eg má viðganga, at eg fari at sakna ymist her, tí eg havi verið í so nógvum. Mest av øllum fari eg helst at sakna tað kirkjuliga arbeiði, sigur Álvheygg, sum hevur verið deknur í 35-40 ár og annars kirkjutænari síðan 1953, tí hann hevur eisini verið klokkari.

- Eg eri ein gomul kirkjurotta, havi verið í kirkju hvønn einasta sunnudag, um eg so havi sitið vinstru megin ella høgru megin í kirkjuni. Mítt samstarv við allar prestarnar hevur verið gott, og eg haldi eg tori at siga, at eg havi hjálpt øllum prestum í Føroyum við at koma í kjólan.

Álvheygg sat í mong ár í skúlaráðnum, og ikki minst kendur er hann frá tí, tá hann arbeiddi á Blákrossstovuni, har hann seldi brúkt klæðir, hjálpti fólk við rúsevnistrpulleikum og gjørdi annað sosialt arbeiði.

- Eg vil í tí sambandinum fegin nýta høvið at takka øllum teimum, sum eg havi samstarvað við gjøgnum árini.

Astrid var líka so avgjørd sum maðurin í, at tey skuldu fara.

- Astrid hevur altíð verið mær ein góður stuðul. Hon hevur øll hesi árini strokið nógvar hvítar skjúrtur, tí eg havi altíð lagt stóran dent á at vera væl ílatin.

- Nú fara vit so og ætla bara at liva og njóta lívið, um vit sleppa tað.